1. maidagsrøða hjá forkvinnuni, hildin á Reyða torginum í Vestmanna.
Góðu áhoyrarar!
Upprunaliga er fyrsti mai altjóða stríðsdagur fyri átta tíma arbeiðsdegi. Enskir arbeiðarar komu til Avstralia í 1840 og settu fram hetta krav. Tá ið kravið var gingið á møti, hátíðarhildu teir sigurin við veitslu, sum var fyrsta mai.
Danska drívmegin í hesum sama stríði at stytta arbeiðsdagin niður í átta tímar vóru ávikavist formaðurin fyri fakfeløgini í Keypmannahavn, Jens Jensen, og oddamaðurin í donsku javnaðarrørsluna, Peter Christian Knudsen.
Sum tað leið út á várið í 1890, eydnaðist ætlanin hjá hesum báðum undangongumonnunum. Teir fingu trýst ígjøgnum, at fyrsti mai skuldi vera frídagur, og at dagurin í sjálvum sær skuldi virka sum kravgonga til frama fyri átta tíma arbeiðsdegi.
Nógv stóð á, tí hvørki privatir ella almennir arbeiðsgevarar í Danmark vildu geva organiseraðum verkafólki nakran frídag. Ístaðin hóttu teir við at uppsiga øll, ið hildu frí ella fóru av arbeiðsplássinum í úrtíð. Tíbetur rinu hóttanirnar ikki við!
—
Fyrsta arbeiðsmannafelag í Føroyum, Enigheden, varð stovnað í 1915. Fyrsta arbeiðsKVINNUfelagið, Fiskepigernes Fagforening, varð stovnað í 1922.
Hesa øldina hava føroysk fakfeløg áhaldandi barst fyri at betra um korini hjá verkafólkinum her á landi.
Kravið um at stytta arbeiðsdagin niður í átta tímar er langt síðan eftirlíkað, men í dag hava okur fingið ein umvendan trupulleika: Nú arbeiða umsorganarstarvsfólk, sum je umboði, mangan MINNI enn átta tímar um dagin. Arbeiðsgevarin hugsar enn sum áður um, hvussu hann skal fáa sítt egna roknistykki at ganga upp, og tí verða vaktirnar styttar – hóast okra limir ikki ynskja tað!
Tølini tala: Heilsuhjálparar arbeiða í miðal 28 tímar um vikuna. Tað merkir, at teir, ið ynskja fulla tíð, missa í miðal 8.000 krónur í inntøku hvønn einasta mánað! Avmarkingin skerjir harumframt inngjaldið til eftirløn og er sostatt ein ójavni, ið fylgir hesum limunum hjá okum alt lívið!
Hugburðurin hjá arbeiðsgevaranum tykist vera, at tað er í fínasta lagi at bjóða starvsfólkum í umsorganarstørvum niðursetta arbeiðstíð – soleiðis hevur tað altíð verið, og tí er tað nokk eisini rætt! Men fyri okra limir er hetta ein stættarmunur, sum eltir teir langt inn í ellina!
Og ikki nokk við tí:
Hesin nýggi stættarmunurin rakar eisini eftir kyni. Heili 90% av fólki í umsorganarstørvum eru kvinnur. Hesin graverandi ójavni er beinleiðis orsøk til skeiva kynsbýtið í lønunum í Føroyum!
So ja, tað kann gott vera, at stættarstríðið er av, sum ein politikari kunngjørdi fyri nøkrum árum síðan. Men so hava okur altso fingið eitt nýtt ístaðin! Je kann lova Føroya fólki, at je ætli mær áhaldandi at stríðast móti hesum stættarmuni – og sera grova kynsójavna!
—
Góðu áhoyrarar!
Fyrsti mai er ein stríðsdagur. Tí fari je eisini at bjóða av í heimbygdini hjá Føroya løgmanni – beinleiðis hiðan av Reyða Torginum:
Harra løgmaður! Okur mugu fara vekk frá excell-arkinum og royna at skapa menniskjanslig kor fyri heilsuhjálparar, hjálparfólk, heilsurøktarar, sjúkrarøktarfrøðingar, námsfrøðingar og øll onnur, ið standa fremst at hjúkla um okra útslitnu og gomlu – tey, ið bygt hava hetta land!
So seint sum í hesi vikuni hoyrdu okur sjálvt tað kommunala arbeiðsgevarafelagið rópa neyðarróp, tí tað gongst so illa at fáa fólk at arbeiða á eldraøkinum.
Hetta sama arbeiðsgevarafelagið ætlar sær millum annað at gera eina heildarætlan um, hvussu fólk skulu fáast at trívast og støðast í hesum týdningarmiklu størvum!
Well, tykur kunnu byrja við at lata okra limir og øll umsorganarstarvsfólk, ið ynskja tað, sleppa at arbeiða fulla tíð. Steðgið við at biðja okra limir koma til arbeiðis styttri vaktir , tá spíssbelastningur er á deildini ella úti í heimatænastuni! Hetta er at misnýta okum sum arbeiðskraft, og tað finna okur okum ikki í longur!
Eisini er hetta vánalig umsorgan av okra borgarum, tí at arbeiða við menniskjum er annað og meira enn røkt. Stundir skulu vera til at geva teimum innihald í tilveruni: Eitt lítið prát, at flenna saman við teimum og at nøkta teirra natúrliga tørv á at verða hoyrd, nert og uggað!
—
Góðu tykur, sum møtt eru her á Reyða Torginum í Vestmanna:
Fyrsti mai er stríðsdagur – ein dagur, har okur í fakfelagsrørsluni altíð hava tikið saman hendur – ein dagur, tá okur hava latið okra ærligu meining verið hoyrda. Men fyrsti mai er eisini veitsludagur – ein dagur, har okur fegnast um djørvu fetini, ið okur hava tikið sum fakfeløg.
Fyrsti mai er ein afturvendandi áminning um møði, um sveittabrot og um tað blóð, ið runnið er í strevinum at fáa mat og drekka á borðið og tak yvir høvdið!
Eg fari at enda við at heilsa øllum verkafólkum kring Føroyar:
Kassadamuni hjá FK í Hoyvík, laborantinum á Heilsufrøðiligu starvsstovuni, potaranum á Klaksvíkar sjúkrahúsi, vaskikonuni í Vágs skúla, heilsuhjálparanum á Heiminum á Grønanesi – øllum sum einum! Tykur eiga æruna fyri, at tað er liviligt í Føroyum. Túsund takk fyri tað!
Nú er tað ábyrgdin hjá okum fakfelagsleiðarum at tryggja, at tykra innsatsur verður virdur politiskt!
Góðan fyrsta mai!