Viðtøkur felagsins

Heilsuhjálparafelag Føroya

Viðtøkur
fyri
Heilsuhjálparafelagið

Navn
§ 1

Navn felagsins er: Heilsuhjálparafelag Føroya, stytt HHFF.
Heimstaðurin er Tórshavn.

Endamál felagsins
§ 2

Endamál felagsins er støðugt at virka fyri at betra arbeiðskorini hjá limum felagsins:
a) at fylkja limirnar um fakligu áhugamál teirra
b) at menna samanhaldið í felagnum og millum limirnar
c) at virka fyri, at lønar- og starvsviðurskifti limanna eru trygg og góð
d) at vekja áhuga limanna fyri sosialum viðurskiftum og samfelagsspurningum
e) at samráðast og gera sáttmálar um lønar- og starvsviðurskifti limanna.

Limaskapur
Rættindi og skyldur
§ 3

Stk.1. Ein og hvør sum starvast sum heilsuhjálpari, heimahjálpari ella stuðul (stuðulsfólk) í Føroyum kann gerast limur í felagnum.
Stk.2. Limir, sum gevast at arbeiða, fara í farloyvi ella gerast arbeiðsleys, kunnu skrásetast sum hvílandi limir við skrivliga at boða skrivstovu felagsins frá.
Stk.3. Hvílandi limur eru eisini limir, íð starvast minni enn 15 tímar um vikuna í miðal.
Stk.4. Limir hava skyldu at gjalda limagjald. Limagjaldið fellur til gjaldingar mánaðarliga. Limur sum ikki hevur goldið limagjald í 3 mánaðar, kann verða koyrdur úr felagnum.

§ 4

Stk.1. Nevndin kann nokta persóni limaskap, um viðkomandi próvfast tilvitað hevur arbeitt móti endamáli felagsins.
Stk.2. Nevndin kann nokta persóni limaskap, tá viðkomandi hevur óloyst trætumál við annað yrkisfelag, ella viðkomandi, móti boðum frá yrkisfelag, hevur tikið upp verkfalsrakt arbeiði.
Stk.3. Er nevndin í iva um, hvørt ein umsókn um upptøku ella uppafturtøku kann verða játtað, kann nevndin leggja spurningin fyri ein eykaaðalfund. Fyri at viðkomandi kann gerast limur, krevst, at vanligur meiriluti av greiddum atkvøðum á eykaaðalfundinum er fyri upptøku/uppafturtøku.

§ 5

Stk.1. Um limur ger seg sekan á brot á hesa lóg ella arbeiðir ímóti áhugamálum felagsins, kann nevndin koyra viðkomandi úr felagnum.
Stk.2. Viðkomandi limur kann krevja, at spurningurin um limaskap verður tikin upp og lagdur fyri eykaaðalfund, sum tekur endaliga støðu til, um viðkomandi skal koyrast úr felagnum.

§ 6

Stk.1. Um ósemja tekur seg upp við arbeiðsgevara, t.d. við broti á sáttmálan, noktan at útgjalda løn o.a., hevur limurin skyldu til beinanvegin at siga nevnd felagsins frá, og eigur henda so beinanvegin taka sær av málinum.
Stk.2. Limir felagsins hava ikki rætt til at fremja arbeiðssteðg uttan játtan frá nevnd felagsins.
Stk.3. Fremur felagið arbeiðssteðg, hava limir felagsins skyldu til at luttaka í nevnda tiltaki.
Stk.4. Um tað, ið fer fram á aðalfundi og øðrum fundum, fyriskipaðum av felagnum, hava limirnir tagnarskyldu.
Stk.5. Limir felagsins hava skyldu til at halda teir sáttmálar, sum felagið hevur gjørt við arbeiðsgevaran.

§ 7

Stk.1. Aðalfundurin ásetir limagjaldið fyri vanligan limaskap og fyri hvílandi limir sum ein fastan procentpart av lønini hjá limunum. Um annað útgjald kemur ístaðin fyri løn, so sum útgjald frá ALS, so verður limagjaldið roknað av hesum.
Stk.2. Ein og hvør limur, sum hevur goldið limagjald sítt, hevur rætt til at møta á aðalfundi og greiða atkvøðu.
Stk.3. Hvílandi limir hava ikki atkvøðurætt og eru ei heldur valbarir á aðalfundinum, men hava atgongd og talurætt á fundinum.

§ 8

Stk.1. Nevnd felagsins hevur heimild til vegna limirnar at gera avtalu við stovnar/arbeiðsgevarar um, at limagjald og onnur gjøld knýtt at limaskapinum, verða goldin beinleiðis av lønini til felagið.
Stk.2. Nevnd felagsins hevur heimild til vegna limirnar at gera avtalu við tryggingarfeløg/stovnar/arbeiðsgevarar um støddina av gjøldum til eftirløn og trygging og hvussu hesi verður goldin.
Stk.3. Nevndin avger, um limi skal veitast ókeypis løgfrøðilig hjálp í trætum um arbeiðsviðurskifti.

§ 9

Fyri skyldum felagsins ábyrgdast limirnir bert við limagjaldi sínum.

Heimildarreglur
§ 10

Stk.1. Felagið verður bundið við undirskrift formansins saman við fyrisitingarleiðaranum/skrivara felagsins.
Stk.2. Til at seta í veð, keypa ella selja fastogn krevst aðalfundarsamtykt, og at formaðurin og fyrisitingarleiðarin/skrivari felagsins skriva undir viðkomandi skjøl.
Stk.3. At geva boð um landsumfatandi arbeiðssteðg krevst limafundarsamtykt. Slíkur limafundur skal lýsast í Útvarpi Føroya minst 48 tímar frammanundan.
Stk.4. At geva boð um arbeiðssteðg í einum eftirlitsøki krevst limafundarsamtykt í økinum og nevndarsamtykt.

Formaðurin
§ 11

Stk.1. Aðalfundurin verlur formannin beinleiðis. Formaðurin er at rokna sum ein av nevndarlimunum, men verður valdur serskilt av aðalfundinum fyri 3 ár og ísenn. Formaðurin kann afturveljast. Fer formaðurin frá, verður formansval á fyrstkomandi aðalfundi.
Stk.2. Formaðurin ella tá hesum berst frá, næstformaðurin, umboðar felagið í øllum viðurskiftum felagsins, og hevur skyldu at útinna tær skyldur sum lógir felagsins og aðalfundurin áleggja nevndini.
Stk.3. Formaðurin arbeiðir í settum starvi hjá felagnum. Starvslønin verður ásett á aðalfundinum.
Stk. 4. Fráfarandi forkvinna/formaður eigur rætt til uppsagnarløn sambært galdandi sáttmála og hevur skyldu at ráðgeva felagnum í uppsagnartíðini.

Nevndin
§ 12

Stk.1. Felagið verður stjórnað av eini nevnd við 5 limum, sum aðalfundurin velur. Herumframt verða valdir 2 eykalimir. Formaðurin er at rokna sum ein av nevndarlimunum,
men verður valdur serskilt, sí § 11.
Skt 2. Nevndarlimirnir verða valdir fyri 2 ár í senn, og standa annaðhvørt ár tveir nevndarlimir fyri vali. Nevndarlimir kunnu verða afturvaldir.
Stk.3. Fyri at veljast sum nevndarlimur krevst at viðkomandi hevur áhaldandi verið í starvi, sí § 3 stk. 1, í minst 1 ár. Nevndarlimir kunnu ikki samstundis røkja starvið sum álitisfólk.
Stk.4. Nevndin ger sjálv sína starvsskipan og skipar seg við næstformanni. Nevndin kann velja at seta fyrisitingarleiðara/skrivara at taka sær av dagligu umsiting felagsins.
Stk.5. Nevndin hevur fund so ofta, sum formaðurin heldur tað verða neyðugt, ella meirilutin av nevndini ynskir tað.
Stk.6. Nevndin er viðtøkufør, tá ið meirilutin av nevndarlimunum eru møttir.
Stk.7. Avgerðir á nevndarfundi verða tiknar við vanligum meiriluta. Stendur á jøvnum er málið fallið.
Stk.8. Nevndarlimirnir fáa endurgoldið ferðaútreiðslur til nevndarfund og eisini møguligar útreiðslur til kost og vistarhald í samband við fundirnar.
Stk.9. Samsýning/løn til nevndarlimir og til fólk sett at røkja nevndaruppgávur verður ásett á aðalfundinum.

Aðalfundurin
§ 13

Stk.1. Aðalfundurin er hægsta vald felagsins, og verður hildin á hvørjum ári innan 1. mai.
Stk.2. Eykaaðalfundur verður lýstur, tá íð nevndin ella ein aðalfundur ynskir tað, ella tá ið minst 30 % av limunum skrivliga mótvegis nevndini seta fram krav um hetta, hjálagt frágreiðing um uppskotið, sum atkvøðast skal um.
Stk.3. Formaðurin setir aðalfundin, sum eftir uppskoti frá nevndini velur fundarstjóra at stýra fundinum og at syrgja fyri, at skrivlig frágreiðing frá fundinum verður førd í felagsins aðalfundargerðabók. Tá fundurin er liðugur, verður gerðabókin undirskrivað av fundarstjóranum og teimum nevndarlimum, ið eru á fundi.

Stk.4. Dagsskráin fyri vanligan ársaðalfund er henda:

Val av fundarstjóra.

  1. Frásøgn um virki felagsins í farna ári.
  2. Grannskoðaður roknskapur leggjast fram til góðkenningar.
  3. Val av nevndarlimum og tveimum tiltakslimum.
  4. Møguligt formansval.
  5. Ásetan av limagjaldi.
  6. Ásetan av løn til formann, kassameistara og skrivara, umframt samsýning til nevndarlimir.
  7. Møguligar lógarbroytingar.
  8. Møgulig uppskot frá limum og nevnd.
  9. Val av grannskoðara
  10. Ymiskt.

Stk.3. Nevndin boðar til aðalfundar á felagsins heimstaði við tilskilaðan av tíð, stað og dagsskrá í minsta lagi tríggjar vikur frammanundan við lýsing í Útvarpið Føroya og/ella føroyskum bløðum.
Stk.4. Limir felagsins hava rætt til at bera fram uppskot til viðgerðar á aðalfundinum. Hesi uppskot skulu vera nevndini skrivliga í hendi í seinasta lagi 14 dagar frammanundan fundinum.
Stk.5. Tá formansval er á dagsskrá, skulu uppskot um valevni, verða nevndini í hendi í seinasta lagi 14 dagar frammanundan aðalfundinum. Innkomin uppskot skulu fráboðast limunum sbr. stk. 7.
Stk.6. Uppskot um evni til nevndarlim kunnu eisini setast fram beinleiðis á aðalfundinum.
Stk.7. Í seinasta lagi 5 dagar fyri hvønn aðalfund verður at senda út til limirnar dagsskrá og fullfíggjað uppskot, ið verða at bera fram á aðalfundinum.
Stk.8. Til ársaðalfundin verður í seinasta lagi 5 dagar frammanundan at leggja fram á skrivstovu felagsins grannskoðaður roknskapur.
Stk.9. Á aðalfundi fer atkvøðugreiðslan fram skrivliga uttan so, at fundurin við vanligum meiriluta velur annan atkvøðugreiðsluhátt.
Stk.10. Atkvøðugreiðslan kann ikki fara fram sambært fulltrú.
Stk.11. Aðalfundurin er altíð viðtøkuførur, og avgerðir verða tiknar við vanligum atkvøðumeiriluta, sí tó § 14 um lógarbroyting og avtøku av felagnum.

Lógarbroyting og avtøka
§ 14

Stk.1. Bert aðalfundurin kann broyta ella avtaka lóg felagsins.
Stk.2. Til at viðtaka broytingar av felagslógini krevst, at lógarbroytingin verður sett á dagsskrá fyri aðalfundin og verður samtykt við í minsta lagi 2/3 av greiddum atkvøðum á aðalfundinum.
Stk.3. Til at samtykkja, at felagið skal takast av, krevst, at avtøka er sett á dagsskrá fyri aðalfundin, og at minst ¾ av limum felagsins atkvøða fyri avtøku. Er fundurin ikki viðtøkuførur, kann boðast til eykaaðalfund við somu dagsskrá, og er fundur tá viðtøkuførur tá ¾ av limunum eru møttir og 2/3 av hesum atkvøða fyri. Seinni fundurin má verða hildin ikki seinni enn 14 dagar frá fyrra fundinum.
Stk.4. Aðalfundurin avger eftir somu reglum sum fyri avtøku, smbrt. stk.3, hvat gerast skal við ognir felagsins, um felagið verður avtikið.

Rokskapur
§ 15

Stk.1. Roknskaparár felagsins er álmanakkaárið.
Stk.2. Ársroknskapur felagsins verður á hvørjum ári at grannskoða av einum skrásettum ella ríkisgóðkendum grannskoðara.

Samtykt á aðalfundi tann, 14. apríl 2018

Back to top button