Eftirløn

Eftirløn
Eftirløn

Fyri heima-/heilsuhjálparar, ið settir eru eftir sáttmála millum Heilsuhjálparafelag Føroya og Fíggjarmálaráðið, skal verða rindað eftirlønargjald av løn sambært setanarbrøki og fyri meirtímar 8 (tó ikki viðbøtur o.l.), treytað av at viðkomandi hevur verið í starvi í minst 1 ár, og meðaltímatalið er 15 tímar ella meira.

Fyri tímaløntar heima-/heilsuhjálparar, ið arbeiða minni enn 15 tímar um vikuna í miðal um árið, verður ikki goldið eftirlønargjald. Arbeiðsgevarin rindar eftirlønargjaldið.

Upphæddin fer í eftirlønarskipan, sum partarnir gera serstaka semju um.

Fyri tey yvir 60 ár – ella sum vegna heilsu – ikki kunna koma í eftirlønarskipanina, gera partarnir eina uppsparingarskipan ella líknandi.

Back to top button