Skráseting

Nógvir fyrimunir eru við at gerast limur í Heilsuhjálparafelag Føroya. Øll sum starvast sum heilsuhjálpari, heimahjálpari, hjálparfólk ella stuðul í Føroyum kunnu gerast limur í Heilsuhjálparafelag Føroya.

Minst til at boða tínum arbeiðsgevara frá, at tú vilt gerast limur.

Nakrir av fyrimununum við at gerast limur eru:

1. Eftirløn/trygging fyri bæði fastlønt og tímalønt.
2. Ókeypis advokathjálp í sambandi við trætur í arbeiðsviðurskiftum.
3. Sáttmálarættindi – Limum verður tryggjað rættindi sambært sáttmála.
4. Lønarviðurskiftir – Limum verður tryggjað røttu løn í sambandi við útbúgving og
royndir.
5. Arbeiðsumstøður – Felagið virkar fyri, at limirnir skulu hava best møguligar arbeiðsumstøður.
6. Útbúgvingarviðurskiftir – Felagið hevur umboð í Útbúgvingarráðnum og tryggjar
sostatt, at útbúgvingin altíð er dagførd.
7. Starvsfólkamál – Felagið veitir hjálp, vegleiðing og stuðul í starvsfólkamálum.
8. Ráðgeving/vegleiðing – Felagið veitir ráðgeving og vegleiðing í sáttmálaspurningum og annars øllum spurningum sum limirnir venda sær til felagið við.
9. Skeiðsvirksemi – Felagið leggur dent á, at førleikamenna limirnar við viðkomandi
skeiðum og fyrilestrum.
10. Allir limir hava møguleika at leiga felagshúsið um vikuskifti.
11. Góð limarøkt – Felagið leggur stóran dent á at vera sjónligt og skipar regluliga fyri tiltøkum.
12. Limakort/avsláttur frá handlum og fyritøkum.

Back to top button