Nýggja eftirlønarlógin

ensjónsnýskipan hevur verið ávegis í fleiri ár. Eftir at tað ikki eydnaðist at seta hesa í gildi í 2012 og ei heldur í 2013 er nú samtykt, at 1. januar 2014 kemur nýggj eftirlønarlóg í gildi, ið er partur av nógv umtalaðu pensjónsnýskipanini.

Eitt av høvuðspunktunum í nýggju eftirlønarlógini er, at frá 1. januar 2014, skulu allir føroyingar rinda í minsta lagi 1% av allari A- og B-inntøku til pensjón. Hetta prosentið hækkar síðani við 1%-stigi árliga til 15% í 2028. Tó er galdandi, at um persónur er í starvi, har starvssáttmáli sigur, at annar hægri prosentsatsur verður goldin í pensjón, er tað hesin hægri satsur, ið er galdandi. Viðvíkjandi HHFF er nú galdandi, at allir limir fáa goldið 15% av løn í pensjón. Hetta lýkur tí krøvini í lógini og tískil skal einki broytast á hesum øki.

Gamla eftirlønarlógin, ið verður í gildi, í verandi líki, fram til 1. januar 2014, hevur ásetingar um, hvussu rindast kann inn til eftirløn. Tær fyrstu kr. 25.000 áðrenn skatt í einum ári, kunnu rindast til kapitalpensjón. Inngjøld omanfyri hesa upphædd fara síðani til sokallaða luta- ella ratupensjón. Tá kr. 100.000 áðrenn skatt í einum ári eru goldnar inn á hetta slag av pensjón, fer restin í sokallaður lívrentuna. Eftir at skattingin av pensjónum varð broytt soleiðis, at inngjøldini verða saktaði, er upphæddin til kapitalpensjónina broytt til kr. 15.000 árliga og upphædd til lutapensjón broytt til kr. 60.000 árliga. Í boksini niðanfyri verður greitt frá muninum á kapitalpensjón, lutapensjón og lívrentu.

Kassi 1 – Trý slag av pensiónsuppsparingum:
1. Kapitalpensjón: Tað sum er spart up í einari kaptalpensjón, verður goldið út í einum, tá útfjaldstíðspunktið verður nátt
2. Lutapensjón: Tað sum er spart upp í einari lutapensjón, verður goldið út sum mánaðarligt gjald yvir vanliga 10 ár, tá útgjaldstíðspunktið verður nátt
3. Lívrenta: Tað sum er spart upp í einari lívrentu, verður goldið út sum mánarligt gjald, so leingi uppsarrarin er á lívi.

Tað er umráðandi at minnast til, at hendan nýggja eftirlønarlógin, ið kemur í gildi 1. januar 2014, bert fevnir um tey inngjøld, ið vera framd eftir hendan dag. Við øðrum orðum verður einki broytt við víkjandi allari pensjónsuppsparing, ið er og verður framd áðrenn 1. januar 2014.

Við nýggju eftirlønarlógini verða treytirnar fyri útgjaldi broyttar fullkomiliga. Meðan gamla lógin, sum er í gildi til ársskiftið 2013/2014 hevur ásetingar um inngjald, hevur nýggja eftirlønarlógin ásetingar um, hvussu uppspard pensjón verður útgoldin.

Kassi 2 – Útgjaldsleistur í nýggju eftirlønarlógini:
Kapitalpensjón: Í mesta lagi 15% av virðinum, sum er uppspart eftir nýggju lógini, kann rindast út sum kapitalpensjón
Lutapensjón: Í mesta lagi 55% av virðinum, sum er uppspart eftir nýggju lógini, kann rindast út sum lutapensjón
Lívrenta: Í mesta lagi 45% av virðinum, sum er uppspart eftir nýggju lógini, kann rindast út sum lívrenta

Útgjaldsleisturin í kassa omanfyri er grundarlagið undir pensjónsnýskipanini. Framrokningar vísa, at vit, eins og í øðrum londum, gerast alsamt eldri. Í dag eru umleið 4 arbeiðsførir føroyingar fyri hvønn pensjónist. Um 30-40 ár verða einans 2 arbeiðsførir føroyingar fyri hvønn pensjónist. Tá føroyska samfelagið verður rikið sambært norðurlendska vælferðarmodellinum, har tey arbeiðsføru rinda til tey ungu og tey eldru merkir hetta, at alsamt færri og færri verða at rinda og alsamt fleiri og fleiri hava tørv á hesum vælferðartænastunum, ið millum annað fevnir um heilsutænastur og sjúkrahústænastur.

Verður einki gjørt við hendan demografiska veruleika verður vælferðarsamfelagið ov tungt fíggjarliga fyri landskassan, ið fer at fáa økt hall og tí størri og størri skuld. Fyri at forða hesum, verður pensjónsnýskipanin framd, har útgjaldsleisturin, ið er vístur í kassa 2, noyðir sum mest, ið verður uppspart eftir 1. januar 2014, at verða goldið út sum mánaðarligar veitingar. Harvið verður eisini sum minst goldið út sum eingangaútgjald ella kapitalpensjón. Av tí at útgjaldsleisturin verður broyttur á hendan hátt, verður møguligt hjá landsins myndugleikum, í nógv størri mun, at mótrokna í fólkapensjónini. Við verða við øðrum orðum noydd at spara upp til egna eftirløn og afturfyri fáa vit minni í fólkapensjón.

Back to top button