Arbeiðsumhvørvi

Endamálið við lógini er, at virka fyri einum tryggum og heilsugóðum arbeiðsumhvørvi, sum altíð er í samljóði við teknisku og sosialu gongdina í samfelagnum.

LØGTINGSLÓG NR. 70 FRÁ 11. MAI 2000 UM ARBEIÐSUMHVØRVI, SUM BROYTT VIÐ LØGTINGSLÓG NR. 18 FRÁ 8. MAI 2008

Løgtingslóg nr. 70 frá 11.05.2000
Broytingar eftir 1. januar 1999 og kunngerðir

Kapittul 1
Endamál og øki

§ 1. Endamálið við lógini er, at 1) virka fyri einum tryggum og heilsugóðum arbeiðsumhvørvi, sum altíð er í samljóði við teknisku og sosialu gongdina í samfelagnum,
2) skapa grundarlag fyri, at virkini sjálvi kunnu loysa sínar trygdar- og heilsuspurningar eftir vegleiðing og í samstarvi við feløgini á arbeiðsmarknaðinum og við vegleiðing og undir eftirliti av Arbeiðseftirlitinum.

§ 2. Henda lóg fevnir um arbeiði, gjørt fyri ein arbeiðsgevara.
Stk. 2. Undantikin eru:
1) arbeiði í privata húsarhaldi arbeiðsgevarans,
2) arbeiði, sum einans verður avrikað av limum í húsi arbeiðsgevarans, og sum hoyra til húskið, samanber tó § 48, 1. stk., 2. pkt.
3) veiða og fiskiskapur,

Stk. 3. Niðanfyrinevndu reglur fevna tó eisini um arbeiði, sum ikki verður gjørt fyri ein arbeiðsgevara, og tey arbeiði, sum nevnd eru í stk. 2, nr. 1-3. 1) § 16 um fleiri arbeiðsgevarar v.m., sum eru á sama arbeiðsplássi, §§ 26-32 um útvegafyritøkur o.a., um arbeiðstakarar o.a. og § 33 um byggiharrar v.m.,
2) §§ 34-35 um útinnan av arbeiði,
3) §§ 38-39 um tøknilig hjálpartól,
4) §§ 40-41 um evni og tilfar,
5) § 48, stk. 2, um ov ungan aldur, tá tað snýr seg um vandamikið arbeiði.

§ 3. Lógin hevur bert gildi fyri loftferðsluna, tá talan er um arbeiði á landi.
Stk. 2. Lógin hevur bert gildi fyri sjóvinnu og fiskivinnu í niðanfyri nevndu førum:
1) ferming og lossing av skipum, eisini fiskiskipum,
2) arbeiði hjá fyritøkum umborð á skipum, eisini fiskiskipum.

Kapittul 2
Trygdar- og heilsulig tiltøk á virkjum

Persónligt samband

§ 4. Á virkjum, har 1-9 fólk eru í arbeiði, eigur arbeiðið hjá virkinum, hvat trygd og heilsu viðvíkur, at fara fram soleiðis, at mest møguligt persónligt samband er millum arbeiðsgevaran og møguligar arbeiðsleiðarar, sbrt. § 20, og hini arbeiðsfólkini. Landsstýrismaðurin kann tó gera reglur um bygnaðin av einari trygdarskipan, har hetta verður hildið at vera neyðugt.

Trygdarskipanin

§ 5. Á virkjum, har 10 ella fleiri fólk arbeiða, skal arbeiðið hjá virkinum, hvat trygd og heilsu viðvíkur, samskipast.
Stk. 2. Arbeiðsleiðarin fyri einum virkisøki skal saman við einum trygdarumboði skipa ein trygdarbólk fyri tað ávísa arbeiðsøkið.
Stk. 3. Har eitt álitisfólk er valt, kann hetta samstundis vera trygdarumboð. Eru fleiri álitisfólk innan sama økið, kunnu hesi sínámillum velja eitt trygdarumboð. Í øðrum førum velja arbeiðsfólkini eitt trygdarumboð fyri hvørt arbeiðsleiðaraøki til at virka í trygdarbólkinum. Trygdarumboðið umboðar arbeiðsfólkini í spurningum, sum viðvíkja trygdar- og heilsuviðurskiftum teirra.
Stk. 4. Tey arbeiðsleiðaraøki, sum hava bert fá arbeiðsfólk, ella hava bert fá arbeiðsumhvørvislig vandamál, kunnu frá Arbeiðseftirlitinum fáa undantak frá kravinum um serligar trygdarbólkar.

§ 6. Á virkjum, sum hava 20 arbeiðsfólk ella fleiri, skal trygdarnevnd skipast. Á virkjum, har ein ella tveir trygdarbólkar eru, skulu limirnir í hesum bólki ella bólkum, saman við arbeiðsgevaranum ella einum umboði fyri henda, sum hevur ábyrgdina av virkinum, skipa trygdarnevndina, soleiðis at nevndin á virkjum við einum trygdarbólki fær 3 limir og á virkjum við tveimum bólkum fáa 5 limir. Á virkjum, har fleiri enn tveir trygdarbólkar eru, velja trygdarumboðini sínámillum 2 limir og arbeiðsleiðararnir sínámillum 2 limir. Hesir 4 limirnir skulu so saman við arbeiðsgevaranum ella einum umboði fyri henda, sum hevur ábyrgdina av virkinum, skipa trygdarnevndina, ið soleiðis fær 5 limir. Trygdarnevndin skal fyriskipa, leiða, ráðgeva, kunna og hava eftirlit við tí trygdar- og heilsuliga arbeiðinum á virkinum.
Stk. 2. Eftirlitsmaðurin hjá Arbeiðseftirlitinum skal, tá hann vitjar virkið, hava samband við leiðsluna á virkinum, trygdarumboðini á staðnum, trygdarbólkarnar og umboð fyri trygdarnevndina. Tey ymsu trygdarumboðini skulu hava loyvi til at leggja fyri eftirlitsmannin hjá Arbeiðseftirlitinum allar teir spurningar, sum hava týdning fyri trygdina og heilsuumstøðurnar á virkinum.

§ 7. Landsstýrismaðurin kann áseta nærri reglur um bygnaðin og virksemið hjá virkinum viðvíkjandi arbeiði innan trygd og fyribyrging av heilsuvandum, t.d. reglur um:
1) val av trygdarumboðum,
2) rættindi og skyldur hjá trygdarumboðunum,
3) stovnan av trygdarbólkum, trygdarnevndum og arbeiðsøkjum teirra,
4) útbúgving hjá limunum í trygdarskipanini,
5) ta dagligu leiðsluna av trygdararbeiðinum.

Stk. 2. Fyri tey arbeiði, arbeiðsøki ella arbeiðspláss, har tað verður hildið at vera óneyðugt at hava trygdararbeiði sambært hesi lóg, er heimilað landsstýrismanninum at gera frávík frá reglunum í hesi lóg, ella at laga tær eftir teimum serligu viðurskiftunum.

§ 8. Arbeiðsgevarin skal síggja til, at sett verður av ein eftir viðurskiftunum rímilig tíð til limirnar í trygdarbólkunum og trygdarnevndunum til at røkja skyldur sínar í trygdararbeiðinum.
Stk. 2. Arbeiðsgevarin skal síggja til, at limirnir í trygdarbólkunum og trygdarnevndunum fáa høvi til at fáa neyðuga vitan og útbúgving í trygdarspurningum.
Stk. 3. Arbeiðsgevarin skal geva trygdarbólkunum/trygdarnevndunum høvi til at luttaka í teimum ráðleggingum, sum viðvíkja trygdini og heilsuumstøðunum á arbeiðsplássinum.
Stk. 4. Á virkjum, har tað sambært § 5 eru ein ella fleiri trygdarbólkar, men ongar trygdarnevndir sambært § 6, skal arbeiðsgevarin síggja til, at tey verkevni, sum viðvíkja trygdarnevndini, verða væl og virðiliga røkt í samarbeiði við trygdarbólkin/-bólkarnar.

§ 9. Arbeiðsgevarin ber útreiðslurnar, ið standast av virksemi trygdarumboðsins, og rindar hesum fyri miss av inntøku, eisini tá tað snýr seg um inntøkumiss í sambandi við neyðuga luttøku á trygdarskeiðum o.a. Sama er galdandi fyri arbeiðsleiðaran, tá hesin luttekur á fyriskipaðum trygdarskeiðum v.m.
Stk. 2. Landsstýrismaðurin kann áseta nærri reglur um, at landskassin letur stuðul til alla ella partvísa gjalding av teimum útreiðslum, ið stava frá útbúgving av limum í trygdarskipanini.
Stk. 3. Limirnir í trygdarskipanini eru vardir móti uppsøgn og aðrari skerjan av viðurskiftum sínum, á sama hátt sum álitisumboð og talsmenn teirra eru tað innan teirra fakliga arbeiðsøki. Eisini skal arbeiðsgevarin minst eina viku, áðrenn limur í trygdarskipanini verður uppsagdur, kunna Arbeiðseftirlitið, soleiðis at Arbeiðseftirlitið hevur møguleika at kanna viðurskiftini í sambandi við uppsøgnina.
Stk. 4. Verður ósemja um tey í stk. 1 og 3 nevndu viðurskifti, t.d. spurningin um hvørjar reglur skulu nýtast ella um brot á og tulking av reglunum, so skulu hesar avgerast á fakligan hátt ella, um hetta ikki letur seg gera, av rættinum.

§ 10. Landsstýrismaðurin kann áseta nærri reglur um, at virki skulu síggja til, at latin verður sakkøn hjálp, sum, í sambandi við trygdararbeiði, skal ganga til handa, tá viðurskiftini viðv. trygdini ella heilsuni hjá arbeiðsfólkunum tala fyri hesum.

Kapittul 3
Vanligar reglur

Arbeiðsgevarin
§ 11. Arbeiðsgevarin skal síggja til, at arbeiðsviðurskiftini, hvat trygd og heilsu viðvíkur, eru góð. Í hesum sambandi verður serliga víst til:
1) Kapittul 4 um útinnan av arbeiðinum.
2) Kapittul 5 um arbeiðsplássið.
3) Kapittul 6 um tøknilig hjálpartól.
4) Kapittul 7 um evni og tilfar.

§ 12. Á virkjum og arbeiðsplássum, sum eru undir hesi lóg, skulu eftir Arbeiðseftirlitsins ætlan vera tørvandi ráð til handa til fyrstuhjálp í vanlukkutilburði, eins og eftirlitið kann treyta tilgerð av serstakari skaðastovu á størri virkjum, um mett verður, at tørvur er á hesum.
Stk. 2. Á arbeiðsplássum, har fleiri enn 20 fólk starvast, kann Arbeiðseftirlitið krevja, at góðkendar børur eru til taks, og at minst eitt fólk hevur tikið eitt av Arbeiðseftirlitinum góðkent skeið í fyrstuhjálp.
§ 13. Arbeiðsgevarin skal við leiðbeining og gjølla eftirliti vissa seg um, at arbeiðið við atliti at skaða- og heilsuvanda verður gjørt fult forsvarliga.
§ 14. Arbeiðsgevarin skal kunna arbeiðsfólkini um teir vanlukku- og heilsuvandar, ið møguliga eru tengdir at arbeiði teirra.
Stk. 2. Arbeiðsgevarin skal eisini síggja til, at arbeiðsfólkini fáa neyðuga upplæring og leiðbeining í at gera arbeiðið so vandaleyst, sum yvirhøvur gjørligt.
Stk. 3. Landsstýrismaðurin kann áseta nærri reglur um skyldur arbeiðsgevarans, sbrt. stk. 1 og 2.

§ 15. Arbeiðsgevarin skal síggja til, at samstarv um trygd og heilsu verður framt sambært ásetingunum í 2. kap., og skal hann eisini luttaka í samstarvinum

§ 16. Hava fleiri arbeiðsgevarar arbeiði um hendi, og fer hetta fram á sama arbeiðsplássi, skulu øll, sum starvast á slíkum arbeiðsplássi, samstarva um at skapa trygg og heilsugóð arbeiðsviðurskifti fyri øll, ið starvast har.
Stk. 2. Landsstýrismaðurin kann áseta nærri reglur um samstarv sambært stk. 1.

§ 17. Arbeiðsgevarin hevur skyldu til at kunna trygdarumboðini og álitisfólkini innan viðkomandi arbeiðsøki, um tey boð, sum Arbeiðseftirlitið, ella tann í § 56 nevndi mynduleiki ella stovnur, skrivliga hevur fyrisett. Somu skyldu hevur arbeiðsgevarin mótvegis hinum trygdarumboðunum ella álitisfólkunum, sum ynskja at fáa kunnleika til tey givnu boðini.
Stk. 2. Eru hvørki trygdarumboð ella álitisfólk á einum arbeiðsplássi, skulu tey, sum arbeiða á nevndu virkjum, vera kunnað um tey boð, sum umrødd eru í stk 1, 1. pkt.

§ 18. Tá Arbeiðseftirlitið krevur tað, ella um viðurskiftini annars tala fyri tí, skal arbeiðsgevarin seta í verk kanningar, royndir og ástaðareftirlit, og møguliga boðsenda sakkønari hjálp fyri at tryggja sær, at arbeiðsviðurskiftini, hvat trygd og heilsu viðvíkur, eru fullgóð.
Stk. 2. Arbeiðseftirlitið kann til hagfrøðiliga nýtslu, krevja upplýsingar frá arbeiðsgevara um viðurskifti, sum hava arbeiðsumhvørvisligan týdning. Í teimum førum, har hesi hagtøl verða almannakunngjørd, mugu nøvn ella fyritøkur ikki nevnast.

§ 19. Ásetingarnar í hesi lóg um arbeiðsgevarans skyldur eru eisini galdandi fyri tann, sum leiðir ella luttekur í leiðslu virkisins.

Arbeiðsleiðarin

§ 20. Við arbeiðsleiðara er at skilja hann ella hon, hvørs arbeiði bert ella fyri størstan partin er, arbeiðsgevarans vegna, at leiða og hava eftirlit við arbeiðinum á virkinum ella pørtum av hesum.

§ 21. Arbeiðsleiðarin skal virka fyri, at arbeiðsviðurskiftini á hansara øki eru fult forsvarlig, hvat trygd og heilsu viðvíkur. Arbeiðsleiðarin skal eisini síggja til, at tey tiltøk, sum gjørd verða við tí fyri eyga at betra um trygdar- og heilsuviðurskiftini á arbeiðsplássinum, virka eftir ætlan.
Stk. 2. Verður ein arbeiðsleiðari varugur við brek ella manglar, sum kunnu føra til vanlukkutilburðir ella sjúku hjá arbeiðsfólkunum, skal hann beinanvegin síggja til, at neyðug tiltøk verða framd fyri at forða fyri, at vanlukka ella sjúka stendst av hesum. Er hann ikki førur fyri beinanvegin at seta hesi tiltøk í verk, skal hann beinanvegin siga arbeiðsgevaranum frá hesum vandamáli.

§ 22. Arbeiðsleiðarin skal luttaka í samstarvinum um trygd og heilsu, sum ásett í kap. 2, §§ 16 og 33.

Arbeiðsfólkið

§ 23. Arbeiðsfólkið skal virka fyri, at arbeiðsviðurskiftini, hvat trygd og heilsu viðvíkur, eru fult forsvarlig innan síni arbeiðsøki, íroknað at tey tiltøk, sum verða gjørd fyri at fremja trygdina og heilsuna, virka sum ætlað.
Stk. 2. Verður arbeiðsfólk varugt við brek ella manglar, sum kunnu vera til vanda fyri trygdina ella heilsuna, og sum tey sjálvi ikki eru før fyri at bøta um, skulu tey beinanvegin boða trygdarbólkinum, arbeiðsleiðaranum ella arbeiðsgevaranum frá.
Stk. 3. Har tað vegna útinnan av einum arbeiði, eitt nú umvæling ella umsiting, fyribils er neyðugt at taka burtur trygdartiltøk, skal ansast eftir, at hetta ella hesi tiltøk verða sett aftur í verk, beinanvegin umrødda arbeiðið er liðugt, ella at eins góð verndartiltøk verða gjørd.

§ 24. Arbeiðsfólkini skulu luttaka í samstarvi um trygd og heilsu, sum hetta er ásett í kap. 2.

§ 25. Tey, sum hava starv sítt á einum arbeiðsplássi, har fleiri arbeiðsgevarar hava tey ymisku arbeiðini um hendi, skulu geva seg undir tær reglur, sum eru galdandi fyri samstarv hjá virkjunum, samanber §§ 16 og 33, umframt tær reglur, ið fevna um tað arbeiði, tey skulu útinna.
Stk. 2. Tey, sum arbeiða á økinum hjá einum fremmandum virki, skulu geva seg undir tær reglur um trygd og heilsu, sum galdandi eru fyri nevnda virki, umframt tær reglur, ið fevna um tað arbeiði, tey skulu útinna.

Útvegarar, innleggjarar, umvælarar, ráðleggjarar o.a.

§ 26. Tann, sum selur, útleigar, gevur ella sýnir fram maskinur, maskinlutir, íløt, lutvíst tilvirkaðar konstruktiónir, tól, amboð ella onnur tøknilig hjálpartól, skal síggja til, at nevndu lutir, tá teir verða útflýggjaðir til nýtslu ella verða vístir fram, verða útgjørdir við neyðugum trygdarútbúnaði, og kunnu nýtast til tað, teir eru ætlaðir, uttan at vera vandamiklir fyri trygdina ella heilsuna, sambært kap. 6. Neyðugar og lætt skiljandi leiðbeiningar um nýtslu, umsiting, flutning og uppseting skulu fylgja við, tá lutirnir verða útflýggjaðir.
Stk. 2. Verða liðug, tøknilig hjálpartól útflýggjað, latin til sølu, útleigað ella útlænt, galda somu skyldur, sum oman fyri eru nevndar.
Stk. 3. Tá Arbeiðseftirlitið krevur tað, ella viðurskiftini gera tað neyðugt, skal innflytarin ella framleiðarin síggja til, at kanningar, royndir og sýningar verða gjørdar av sakkønum persóni fyri at staðfesta, at tað tekniska hjálpartólið er fult forsvarligt, hvat trygd og heilsu viðvíkur.
Stk. 4. Tá Arbeiðseftirlitið krevur tað, skal innflytarin ella framleiðarin upplýsa, hvørt tær seldu nøgdirnar av tøkniligum hjálpartólum kunnu hava við sær vandar fyri trygd og heilsu.

§ 27. Allar maskinur, sum verða útflýggjaðar ella sýndar fram, skulu vera merktar við navninum á framleiðaranum. Verða maskinurnar innfluttar, skal navn og bústaður innflytarans ella annað frámerki standa á maskinunum, soleiðis at eingin ivi er um, hvør er framleiðari ella innflytari.

§ 28. Tann, sum í sjálvstøðugari vinnu innleggur, umbyggir ella umvælir eitt tekniskt hjálpartól, skal ansa eftir, at trygdartreytirnar og trygdarávísingarnar, sum eru galdandi fyri hjálpartólið, eru fylgdar.
Stk. 2. Um ein umvæling bert fevnir um ein ella nakrar partar av tí tóli, sum verður umvælt, skal umvælarin ansa eftir, at trygdartreytirnar og trygdarávísingarnar fyri henda part/hesar partar verða fylgdar. Verður umvælarin í hesum arbeiði varugur við onnur brek, feilir ella manglar, sum hava trygdarligan týdning, skal hann gera eigaran ella brúkaran kunnugan við hetta.

§ 29. Tann, sum letur frá sær eina verkætlan um eitt tøkniligt hjálpartól, framleiðsluútbúnað, byggi- ella anleggsarbeiði, skal í ætlanum sínum taka fyrilit viðvíkjandi trygd og heilsu, tá arbeiðið verður gjørt, og viðvíkjandi rakstrinum av lidna bygninginum ella útbúnaðinum. Hetta hevur eisini gildi fyri tann ella teir, ið hava eftirlit við eini slíkari verkætlan, ella sum ráðgeva um viðurskifti innan arbeiðsumhvørvi.

§ 30. Reglurnar í §§ 26, 27, 29 og 31, stk. 2, hava eisini gildi fyri útvegarar o.a. av evnum og tilfari við eginleikum, ið kunnu vera vandamikil fyri trygdina og heilsuna.

§ 31. Landsstýrismaðurin kann áseta nærri reglur um tey í §§ 26-30 umrøddu viðurskifti. Stk. 2. Reglurnar í §§ 26-30 frítaka ikki brúkarin fyri skyldur eftir lógini.

§ 32. Eru serlig viðurskifti, kann landsstýrismaðurin áseta reglur ella fremja avgerðir, sum víkja frá krøvunum í grein 26-30. Slíkar avgerðir kunnu eisini í ávísum førum, um serlig viðurskifti tala fyri tí, takast av Arbeiðseftirlitinum.

Byggiharrar

§ 33. Í byggi- ella øðrum anleggsvirksemi, har meira enn 10 persónar starvast, skal byggiharrin ella hann, ið byggiharrin setir til tess, samskipa tey tiltøk, ið kunnu fremja trygdina og heilsuviðurskiftini hjá teimum, ið starvast á byggiplássinum hjá teimum ymsu arbeiðsgevarunum.
Stk. 2. Landsstýrismaðurin kann áseta nærri reglur um tiltøk sambært stk. 1.

Kapittul 4
Útinnan av arbeiði

§ 34. Arbeiðið skal skipast, leggjast til rættis og gerast soleiðis, at tað við atliti at trygd og heilsu er fult forsvarligt.
Stk. 2. Viðurkendar normar og fyrisett mát, ið hava trygdar- ella heilsuligan týdning, skulu fylgjast.

§ 35. Landsstýrismaðurin kann áseta nærri reglur um tey krøv, sum skulu vera lokin, fyri at eitt arbeiði kann metast fult út ráðiligt, tilætlað, skipað og gjørt, herundir um: 1) tiltøk ella møguligt bann móti serliga vandamiklum arbeiði, arbeiðsgongdum og arbeiðshættum,
2) persónligar verndarlutir og serlig arbeiðsklæðir,
3) at tey arbeiði, sum hava við sær stóran vanda fyri vanlukkum ella sjúkum, herundir spreingiarbeiði v.m., bert mugu gerast av persónum, sum hava prógv fyri, at teir hava eina nærri ásetta útbúgving, ella hava staðið roynd,
4) at tá umstøðurnar vegna trygd og heilsu krevja tað, skulu skipanir fyri arbeiðsgongdina, arbeiðsætlanir og arbeiðshættir gerast, og at slíkar skipanir og broytingar skulu leggjast fyri Arbeiðseftirlitið til ummælis ella góðkenningar, áðrenn tær verða settar í verk.

Stk. 2. Í nevndu reglum kunnu nýtast ávísingar til normar og fyrisett mát, tá tað er týðiliga tilskilað, hvørji hesi eru, herundir eisini við dagfesting.

Kapittul 5
Arbeiðsplássið

§ 36. Arbeiðsplássið skal vera soleiðis innrættað, at tað lýkur øll trygdar- og heilsulig krøv.
Stk. 2. Viðurkendar normar og fyrisett mát, ið hava trygdar- ella heilsuligan týdning, skulu fylgjast.

§ 37. Landsstýrismaðurin kann áseta reglur um innrætting av føstum, fyribils, skiftandi og uttandura arbeiðsplássum, herundir serligar fyriskipanir í sambandi við kolanáms- og bergholsarbeiði.
Stk. 2. Í nevndu reglum kunnu nýtast ávísingar til normar og fyrisett mát, tá tað er týðiliga tilskilað, hvørji hesi eru, herundir eisini við dagfesting.
Stk. 3. Landsstýrismaðurin kann eisini áseta reglur um: 1) at byggiætlanir o.t. í sambandi við bygging ella umbygging av virkjum skulu sendast Arbeiðseftirlitinum til ummælis, áðrenn nevndu arbeiði verða sett í verk,
2) at ætlanir um innrætting ella broytingar av hølum, tøkniligum útbúnaði o.a. skulu leggjast fyri Arbeiðseftirlitið til ummælis ella góðkenning, áðrenn nevndu arbeiði verða sett í verk, og
3) at bygningar, høli o.t. ikki mugu leigast út til vinnulig endamál, fyrr enn spurningurin um, hvørt hølini v.m. kunnu nýtast til tað ætlaða endamálið, hevur verið lagdur fyri Arbeiðseftirlitið til ummælis ella góðkenningar.

Kapittul 6
Tøknilig hjálpartól

§ 38. Tøknilig hjálpartól skulu vera framleidd og skulu kunna nýtast soleiðis, at tey eru fult forsvarlig, hvat trygd og heilsu viðvíkur. Reglurnar viðvíkjandi nýtsluni galda eisini fyri umsiting, reingerð, umvæling o.a.
Stk. 2. Viðurkendar normar og fyrisett mát, ið hava trygdar- ella heilsuligan týdning, skulu fylgjast.

§ 39. Landsstýrismaðurin kann áseta reglur um tøknilig hjálpartól, herundir um:
1) at framleiðsla, innflutningur, avhending, framsýning ella nýtsla av serliga vandamiklum, tøkniligum hjálpartólum skal verða bannað,
2) at ætlanir um bygging, útinnan og uppseting av tøkniligum hjálpartólum skulu leggjast fyri Arbeiðseftirlitið til ummælis ella góðkenningar,
3) at eitt tøkniligt hjálpartól skal vera góðkent av Arbeiðseftirlitinum, áðrenn tað verður avhendað ella latið brúkaranum ella tikið í nýtslu,
4) at tøknilig hjálpartól skulu fráboðast til Arbeiðseftirlitið ella verða roynd ella aðrar eftirlitskanningar verða framdar, herundir eisini tíðarávísar kanningar,
5) at tøknilig hjálpartól skulu vera týðiliga merkt, soleiðis at tað er lætt at finna fram til framleiðaran ella innflytaran, fyri at vissa kann fáast fyri tey tøkniligu data, tólið hevur, slag, uppruna, góðkenning, royndir ella onnur viðurskifti, sum hava týdning fyri arbeiðsumhvørvið.

Stk. 2. Í nevndu reglum kunnu nýtast ávísingar til normar og fyrisett mát, tá tað er týðiliga tilskilað, hvørji hesi eru, herundir eisini við dagfesting.

Kapittul 7
Evni og tilfar

§ 40. Evni og tilfar, ið eru av slíkum slagi, at tey kunnu vera vandamikil fyri og minka um trygdina ella skaða heilsuviðurskiftini, mugu bert verða framleidd og verða nýtt í arbeiðsgongdum og arbeiðshættum, sum á tryggan hátt verja arbeiðsfólkini móti vanlukkum og sjúkum.
Stk. 2. Viðurkendar normar og fyrisett mát, ið hava trygdar- ella heilsuligan týdning, skulu fylgjast.

§ 41. Landsstýrismaðurin kann áseta reglur um framleiðslu, innflyting, goymslu, flutning og nýtslu av evnum og tilfari, herundir um:
1) serliga merking av evnum og tilfari, ið nýtt verða í arbeiði ella innpakking,
2) skyldu til at seta í verk heilsufrøðiligar mátingar av luftdálking,
3) fráboðan um evni og tilfar við skyldu til ávísing um viðurskifti, sum hava týdning fyri metan um, hvussu vandamikið evnið ella tilfarið er,
4) at evni ella tilfar, ið kann vera vandamikið ella á annan hátt kann minka um trygdina og heilsustøðuna, ikki má nýtast, um hetta kann skiftast um við eitt vandaleyst, minni vandamikið ella minni ørkymlandi evni ella tilfar,
5) at evni ella tilfar, ið kunnu vera vandamikil ella á annan hátt kunnu minka um trygdina og heilsustøðuna, ikki mugu nýtast til ávíst endamál ella innan serligt øki, áðrenn Arbeiðseftirlitsins góðkenning fyriliggur,
6) at tøknilig databløð og líkn. frá framleiðara og innflytara av evni og tilfari skulu innihalda allar upplýsingar um evnið ella tilfarið og somuleiðis um ta ávirkan, hetta kann hava á trygdina og heilsustøðuna í arbeiðsumhvørvinum,
7) um brúkaravegleiðing frá útvegamonnum og arbeiðsgevarum.

Stk. 2. Landsstýrismaðurin kann áseta reglur um bann móti framleiðslu, innflyting og nýtslu av evnum og tilfari, ið kunnu vera vandamikil fyri ella minka um trygdina og heilsustøðuna.
Stk. 3. Í reglunum um evni og tilfar kunnu nýtast normar og fyrisett mát, tá tað er týðiliga tilskilað, hvørji hesi eru, herundir eisini við dagfesting.
Stk. 4. Arbeiðseftirlitið ásetir markvirði fyri evni og tilfar, og eisini eitt yvirlit yvir evni og tilfar, ið verða hildin at vera vandamikil ella minka um trygdina og heilsustøðuna.

Kapittul 8
Hvíldartíð og frísamdøgur

§ 42. Arbeiðstíðin skal skipast soleiðis, at í hvørjum samdøgri, roknað frá tí at arbeiðið byrjar, skulu arbeiðsfólk hava eina hvíldartíð, ið er minst 11 samfeldar tímar.
Stk. 2. Hvíldartíðin kann minkast til í minsta lagi 8 tímar í:
1) arbeiði í fiskavirkjum í háveiðitíðini,
2) árstíðarbundnum arbeiði í byggi- og verkayrki,
3) vaktarskifti á virkjum, sum hava vaktarskipan, tá partarnir á arbeiðsmarknaðinum semjast um tað,
4) inn- og uppskiping og tørvandi arbeiði, sum hartil hoyrir, so sum goymslu og pakkhúsarbeiði, og
5) arbeiði í landbúnaðinum.

§ 43. Arbeiðsfólk mugu ikki regluliga arbeiða sunnu- og halgidagssamdøgur, uttan so at halgidagsarbeiðið er til samfelagsins frama ella er neyðugt fyri at varðveita virðir.

Halgidagssamdøgur skulu liggja innan fyri tíðarskeiðið frá kl. 22.00 kvøldið fyri halguna til kl. 08.00 morgunin eftir halguna.
Stk. 2. Sum endurgjald fyri mista frítíð, orsakað av regluligum sunnudagsarbeiði, hava arbeiðsfólk rætt til aðra samfelda frítíð innan fyri eina viku, við at samsvarandi tal av arbeiðstímum dettur burtur.

§ 44. Tá náttúruviðurskifti, vanlukkur, maskinbrek e.t. koma óvart á, og hava við sær, at ólag kemur í raksturin á virkinum, kunnu frávik gerast frá §§ 42 og 43 í tann mun, tað er avgerandi neyðugt, til regluligur rakstur aftur er fingin í lag. Frávikið skal skrivast í eftirlitsbókina ella annað líknandi skjal sbrt. § 60.

§ 45. Frávik frá §§ 42-44 kunnu verða loyvd av Arbeiðseftirlitinum, tá: 1) útinnan av arbeiðinum ella arbeiðið er av slíkum slagi, at tað ikki kann útsetast, ella
2) at serligir arbeiðshættir gera frávik rímilig.

Stk. 2. Frávik frá einari einstakari hvíldartíð ella einum einstøkum frísamdøgri kann í hesum føri verða gjørt, uttan at ein frammanundan hevur fingið loyvi til tess, um tað hevur ikki borið til at útvega nevnda loyvi í rættari tíð. Frávikið skal skjótast møguligt skrivliga fráboðast Arbeiðseftirlitinum við avriti til trygdarumboð/álitisfólk.
Stk. 3. Frávik kunnu við avtalu millum avvarðandi arbeiðsgevarafelag og løntakarafelag verða gjørd í lógarinnar ásetingum um hvíldartíð og frísamdøgur. Nevndu avtalur hava bert gildi, um tær eru góðkendar av Arbeiðseftirlitinum.
Stk. 4. Fyri fakøki ella serligar arbeiðsgreinar, har serligar umstøður gera tað neyðugt, hevur landsstýrismaðurin heimild at gera frávik frá ásetingum lógarinnar um hvíldartíð og frísamdøgur.

§ 46. Ásetingar í lógarinnar §§ 42 og 43 kunnu, um tað verður hildið neyðugt, frávíkjast fyri:
1) persónar í hægri størvum, sum bert ella fyri ein stóran part útinna leiðandi arbeiði, og ikki hava skyldu til, hvat arbeiðstíðini viðvíkur, at fylgja teimum reglum, ið eru galdandi fyri tey arbeiðsfólk, teir skulu leiða, og ikki arbeiða eftir nakrari fastari skipan,
2) persónar í leiðandi størvum, ið vegna serkunnleika ella líknandi viðurskifti hava eitt serligt sjálvstøðugt starv, og
3) umboðssølufólk, ið hava arbeiði sítt uttan fyri tað fasta arbeiðsplássið á virkinum.

§ 47. Fyri arbeiði, sum í serligan mun kunnu vera vandamikil fyri trygd og heilsu, hevur landsstýrismaðurin heimild til at áseta reglur um avmarkaða arbeiðstíð.

Kapittul 9
Børn og ung undir 18 ár

§ 48. Børn, ið ikki eru fylt 14 ár, mugu ikki hava vinnuligt arbeiði. Undantikið er tó lættari hjálpararbeiði 2 tímar um dagin. Viðvíkjandi børnum, sum hoyra til húski arbeiðsgevarans, so eru hesar reglur bert galdandi, tá tað snýr seg um arbeiði við tøkniligum útbúnaði, maskinum, hjálpartólum og tilfari ella evnum, ið kunnu vera vandamikil fyri tey.
Stk. 2. Landsstýrismaðurin kann áseta reglur um hægri aldursmark enn 14 ár fyri arbeiði, sum er av slíkum slag, ella tá umstøðurnar eru soleiðis, at arbeiðið kann vera vandamikið fyri trygdina, heilsuna og menningina av teimum ungu.
Stk. 3. Annars kann landsstýrismaðurin áseta reglur um, at børn yngri enn 14 ár kunnu hava lættari, vinnuligt arbeiði.

§ 49. Arbeiðstíðin fyri ungfólk, sum eru yngri enn 18 ár, má í vanligum førum ikki fara út um ta vanligu arbeiðstíðina fyri vaksin, sum arbeiða innan somu yrkisgrein.
Stk. 2. Ung mugu ikki arbeiða meira enn 10 tímar íalt um dagin. Arbeiðstíðin skal vera í einum, avbrotin av hóskandi mat- og hvíldartíðum.
Stk. 3. Landsstýrismaðurin kann áseta serligar reglur um, í hvønn mun ung, sum eru yngri enn 18 ár, kunnu arbeiða meira enn ta vanligu arbeiðstíðina innan viðkomandi yrkisgrein.

§ 50. Ungfólk, ið ikki eru fylt 18 ár, skulu hava eina samlaða hvíldartíð, sum er í minsta lagi 12 tímar um samdøgrið.
Stk. 2. Nevnda hvíldartíð skal vanliga fevna um tíðarskeiðið millum kl. 22.00 á kvøldi og kl. 05.00 á morgni.
Stk. 3. Fyri serlig yrki og arbeiðsøki, har umstøðurnar gera hetta neyðugt ella ynskiligt, kann landsstýrismaðurin áseta serligar reglur um longda hvíldartíð og nær í samdøgrinum, henda skal vera.

Kapittul 10
Læknakanningar v.m.

§ 51. Fyri virkir, fak, faklig øki ella aðrar bólkar av arbeiðsfólki, hvørs arbeiði kann hava við sær heilsuvanda, kann landsstýrismaðurin áseta reglur um:
1) at arbeiðsfólkið skal kannast av lækna, áðrenn tey taka við starvi, meðan tey eru í starvi og eisini aftaná, at tey eru givin í starvinum, møguliga við regluligum læknakanningum,
2) at tað regluliga, ella í einstøkum føri, skulu gerast arbeiðsmedisinskar, arbeiðsheilsufrøðiligar kanningar ella aðrar kanningar av heilsuviðurskiftunum,
3) líknandi kanningar, við atliti til, at arbeiðið kann hava við sær vanda fyri trygd og heilsu.

Kapittul 11
Arbeiðsumhvørvisráðið

§ 52. Landsstýrismanninum verður heimilað at seta eitt arbeiðsumhvørvisráð við einum umboði fyri arbeiðarafeløgini, einum umboði fyri arbeiðsgevarafeløgini, einum umboði fyri handverkarafeløgini, einum umboði fyri handverksmeistarafeløgini, einum umboði fyri løntakarar innan skrivstovu- og krambúðaryrkið, einum umboði fyri arbeiðsgevarar innan skrivstovu- og krambúðaryrkið og stjóranum fyri Arbeiðseftirlitið, ið er formaður ráðsins.
Stk. 2. Landsstýrismaðurin tilnevnir umboðini og sama tal av tiltaksumboðum fyri eitt 4 ára starvsskeið.
Stk. 3. Landsstýrismanninum verður heimilað at seta nærri reglur fyri virki ráðsins.
Stk. 4. Arbeiðsumhvørvisráðið skal hava allar kunngerðir, sum við heimild í hesari lóg verða settar í gildi, til ummælis.

Kapittul 12
Arbeiðseftirlitið

§ 53. Stjórin á Arbeiðseftirlitinum hevur tað dagligu leiðsluna av stovninum.

§ 54. Uppgávurnar hjá Arbeiðseftirlitinum eru, í spurningum um arbeiðsumhvørvi, at:
1) vegleiða virkjunum, pørtunum á arbeiðsmarknaðinum og almenninginum í spurningum, ið hava arbeiðsumhvørvisligan týdning,
2) hjálpa landsstýrismanninum við fyrireikingunum av reglunum sbrt. lógini,
3) áseta nærri fyriskipanir við heimild frá landsstýrismanninum,
4) kunna seg um teknisku og sosialu menningina í samfelagnum við atliti til at betra um arbeiðið, hvat trygd og heilsu í arbeiðsumhvørvinum viðvíkur,
5) viðgera ætlanir til framleiðsluhættir, arbeiðspláss, tøknilig hjálpartól v.m., evni og tilfar og geva loyvi, sum eru í samsvari við lógina ella fyrisitingarligar reglur,
6) ansa eftir, at lógin og tær fyrisetingar, sum verða gjørdar við heimild í lógini, verða hildnar.

§ 55. Landsstýrismaðurin kann geva stjóranum fyri Arbeiðseftirlitinum heimildir, sum sambært lógini hoyra undir landsstýrismannin.

§ 56. Landsstýrismaðurin kann gera av, at eitt nærri avmarkað arbeiðsøki hjá Arbeiðseftirlitinum verður lagt til aðrar almennar myndugleikar ella privatan stovn. Landsstýrismaðurin kann eisini gera av, í hvønn mun Arbeiðseftirlitið skal hava eftirlit við hesum.
Stk. 2. Landsstýrismaðurin kann áseta reglur um góðkenning av royndunum ella øðrum próvtilfari, sum vísir, at reglurnar um trygd og heilsu verða fylgdar.
Stk. 3. Arbeiðseftirlitið krevur inn gjøld fyri sínar tænastur. Hesi gjøld skulu góðkennast av landsstýrismanninum og kunna krevjast inn við panting.

§ 57. Landsstýrismaðurin kann áseta reglur um fráboðanarskyldu av arbeiðsvanlukkum, eitringum, vinnuligum sjúkum og øðrum viðurskiftum av arbeiðsumhvørvisligum týdningi.
Stk. 2. Tann, sum í arbeiði sínum fyri tað almenna, ella tann, ið fyri tað almenna umboðar onkran stovn og fær kunnleika um viðurskifti, sum bróta fyrisetingarnar í hesi lóg ella teimum reglum, sum við heimild í hesi lóg eru lýstar at galda, skal uttan dvøl boða Arbeiðseftirlitinum frá hesum.
Stk. 3. Verður ein lækni varugur við, ella fær frænir av, at onkur í arbeiði sínum hevur verið fyri skaðiligum árinum, skal hann beinanvegin siga Arbeiðseftirlitinum frá hesum. Landsstýrismaðurin í arbeiðsmarknaðarmálum kann áseta nærri reglur um hetta.

§ 58. Øll, sum sambært lógini hava álagdar skyldur, skulu eftir áheitan geva Arbeiðseftirlitinum allar upplýsingar, ið neyðugar eru fyri virkið hjá eftirlitinum.
Stk. 2. Eftirlitsfólk hjá Arbeiðseftirlitinum hava til eina og hvørja tíð myndugleika til uttan rættarúrskurð at kanna almenn og privat virki, tó treytað av, at tey kunna prógva, hvørji tey eru. Um neyðugt, hjálpir løgreglan í hesum sambandi til.
Stk. 3. Eftirlitsfólkini hjá Arbeiðseftirlitinum kunnu eisini uttan rættarúrskurð krevja atkomilig skjøl útflýggjað, taka fotomyndir og taka ávísar royndir til nærri kanningar. Arbeiðsgevarin ella umboðsmaður hansara skulu hava fráboðan um hetta.

§ 59. Arbeiðseftirlitið kann krevja, at viðurskifti, ið ikki eru í samsvari við lógarinnar reglur, ella avgerðir, sum tiknar eru við heimild í lógini, beinanvegin ella áðrenn eina av Arbeiðseftirlitinum ásetta freist verða fingin í rættlag.
Stk. 2. Um Arbeiðseftirlitið heldur tað vera neyðugt at byrgja fyri munandi og hóttandi vanda fyri trygdini og heilsuni hjá arbeiðsfólki ella øðrum, kann Arbeiðseftirlitið krevja, at nevndi vandi beinanvegin verður beindur burtur, herundir:
1) at arbeiðsfólkini beinanvegin rýma úr vandaøkinum,
2) at øll nýtsla av einum tøkniligum hjálpartóli, av evnum og tilfari, beinanvegin verður steðgað, og
3) at alt arbeiði á nevnda øki verður steðgað.

Stk. 3. Stjórin fyri Arbeiðseftirlitið kann krevja, at tann, ið útflýggjar ella marknaðarførir tøknilig hjálpartól, persónliga verndarútgerð ella evni og tilfar, sum, hóast hesi verða nýtt sum fyriskrivað, kortini vísa seg at vera til ampa fyri trygd og heilsu, skal síggja til, at neyðug tiltøk verða framd, so sleppast kann undan hesum.
Tað kann soleiðis krevjast:
1) at útflýggingin ella marknaðarføringin verður steðgað,
2) at viðkomandi tøkniliga hjálpartólið, persónliga verndarútgerðin ella evni og tilfar verða afturkallað frá marknaðinum.

§ 60. Arbeiðsgevarin skal, tá ið Arbeiðseftirlitið krevur tað, síggja til, at ein eftirlitsbók er til taks á hvørjum arbeiðsplássi. Eftirlitið skal her føra viðmerkingar um útint eftirlit, og skulu eftirlitsfrágreiðingar og annars øll skrivlig boð frá Arbeiðseftirlitinum goymast her. Arbeiðseftirlitið ásetir annars, hvussu eftirlitsbókin skal nýtast og goymast.

§ 61. Eftirlitsfólk hjá Arbeiðseftirlitinum mugu ikki geva arbeiðsgevara ella umboðsmanni hansara upplýsingar um, at ein eftirlitsvitjan er gjørd orsakað av eini kæru.

§ 62. Landsstýrismaðurin kann áseta nærri reglur um samstarvið millum Arbeiðseftirlitið og aðrar almennar myndugleikar.

Kapittul 13
Kærur

§ 63. 1) Avgerðir, tiknar eftir hesi lóg ella eftir reglum, settar við heimild í lógini, kunnu kærast til Vinnukærunevndina.

Kapittul 14
Revsing

§ 64. Um ikki hægri revsing er heimilað sambært aðrari lóggávu, verður við bót, hefti ella fongsli í upp til eitt ár hann revsaður, ið: 1) fremur brot á §§ 11-18, stk. 1, §§ 21-30, § 33, stk. 1, § 34, stk. 1, § 36, stk. 1, § 38, stk. 1, § 40, stk. 1, § 57, stk. 2 og 3, § 58, stk. 1, og § 60,
2) letur arbeiði útinna, ið stríðir móti ásetingunum í kap. 8 og 9, leiðir ella hevur eftirlit við slíkum arbeiði ella útinnir arbeiði, ið stríðir ímóti kap. 8,
3) ikki ger eftir boðum, givin eftir § 59, ella
4) letur vera við at geva upplýsingar eftir § 18, stk. 2.
Stk. 2. § 23 í revsilógini um medvirkan er eisini galdandi fyri revsiábyrgdina, sum nevnd er í stk. 1.

§ 65. Fyri brot á §§ 11-13, § 34, stk. 1, § 38, stk. 1, og § 40, stk. 1, umframt viðurskifti, sum eru fevnd av § 64, stk. 1, nr. 2 og 3, kann arbeiðsgevarin verða sektaður við bót, sjálvt um brotið ikki kann roknast gjørt við vilja ella ósketni.

§ 66. Í ásetingunum, sum eru lýstar galdandi sambært hesi lóg, kunna ásetast reglur um bøtur fyri brot á ásetingarnar og boð ella bann, sum eru sett eftir ásetingunum. Eisini kann ásetast, at ein arbeiðsgevari kann sektast við bót fyri brot á ásetingar, boð ella bann, sum frammanfyri nevnt, sjálvt um brotið ikki kann roknast gjørt við vilja ella av ósketni.

§ 67. Sekt sambært § 65 og § 66, 2. punktum, kann ikki áleggjast virkisleiðarum og øðrum sbrt. § 19.

§ 68. Fyri brot, sum verða framd av løgfrøðiligum persóni, sum t.d. partafelagi ella lutafelagi, kann tann løgfrøðiligi persónurin verða sektaður sum slíkur.
Stk. 2. Er brotið framt av landinum, einari kommunu ella kommunalum felagsskapi, kann landið, kommunan ella kommunali felagsskapurin verða sektað.

§ 69. Tá ung undir 18 ár verða sett í arbeiði, sum er í stríð við reglurnar í hesi lóg ella tær ásetingar, sum eru lýstar at galda eftir hesi lóg, kann tann, sum hevur foreldramyndugleikan, verða sektaður, um so er, at viðkomandi er vitandi um, at arbeiðið er farið fram.

Kapittul 15
Gildi og fyribilsreglur

§ 70. Henda lóg kemur í gildi 1. juni 2000, og samstundis fer úr gildi løgtingslóg nr. 58 frá 24. mai 1974 um arbeiðaravernd.
Stk. 2. Reglur, sum eru settar við heimild í løgtingslóg nr. 58 frá 24. mai 1974 um arbeiðaravernd við seinni broytingum, verða framvegis galdandi við teimum í hesi lóg fylgjandi broytingum, til tær verða settar úr gildi, ella til tær verða avloystar av reglum, settar við heimild í hesi lóg.

Tórshavn, 11. mai 2000

Anfinn Kallsberg (sign.)
løgmaður

——————————————————————————–
Endanotur
1) Broytt við løgtingslóg nr. 18 frá 8. mai 2008, har § 19 er soljóðandi:”Stk. 1. Henda løgtingslóg kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd. Stk. 2. Kærumál, sum eru reist, tá henda løgtingdslógin kemur gildi, verða viðgjørd av kærumyndugleikanum eftir galdandi lóggávu, áðrenn henda lógin kom í gildi.”

Sí annars: Løgtingslóg um arbeiðsumhvørvi

Back to top button