Pensjónssamansparingin

Pensjónssamansparingin verður útgoldin, tá limurin hevur rokkið pensjónsaldur p.t. 67 ár.

Pensjónin, sum stavar frá inngjøldum fram til 1/1-12, verður skattað við útgjald. Inngjøld til pensjón eftir henda dag verða útgoldin skattafrítt.

Pensjónssamansparing, sum er inngoldin eftir 1/1-14, verður útgoldin eftir ásetingunum í Eftirlønarlógini.

Pensjónin verður rentað við marknaðarrentu og er sett í “varið váðastøði”. Ynskir limurin annað váðastøði enn “varið váðastøði”, skal hetta skrivliga fráboðast Betri pensjón.

Í sambandi við íløgupartin verður víst til heimasíðuna www.betri.fo.

Back to top button
Close