Nýggja pensjónsloysnin í Betri pensjón

Vanligur partur av einari tryggingarloysn hjá einum fakfelagið sum HHFF er samlagstryggingin ella bólkatryggingin. Hetta er felagsheiti fyri millum annað lívstrygging, ið gevur útgjald til næsta avvarðandi, um limur doyr, og trygging sum gevur útgjald, um limur fær hættisliga sjúku. Hendan bólkastrygging umframt uppsparingin hjá limum felagsins, hevur higartil ligið hjá Føroya Lívstrygging. Bólkatryggingin í Føroya Lívstryggin er uppsøgd og uppsagnartíðin gongur út 1. januar 2014. Tískil hava limirnir framvegis lívstrygging og trygging, um hættislig sjúka kemur, hjá Føroya Lívstrygging. Frá 1. januar 2014, halda hesar tryggingar fram í Betri pensjón.

 

Back to top button