Lóg um heilsuhjálparaútbúgving

LØGTINGSLÓG NR. 57 FRÁ 26. MAI 2010 UM HEILSUÚTBÚGVINGAR


Løgtingslóg nr. 57 frá 26.05.2010


Kapittul 1 Endamál
Kapittul 2 Upptøka
Kapittul 3 Útbúgvingarnar
Kapittul 4 Leiðsla
Kapittul 5 Næmingaviðurskifti
Kapittul 6 Útbúgvingarráð
Kapittul 7 Kæra
Kapittul 8 Gildiskoma

Nr. 57 26. mai 2010

Samsvarandi samtykt Løgtingsins staðfestir og kunnger løgmaður hesa løgtingslóg:

Kapittul 1
Endamál

§ 1. Landsstýrismanninum verður heimilað at skipa fyri útbúgvingum til heilsuhjálpara og heilsurøktara.
Stk. 2. Útbúgvingarnar hava til endamáls at
1) geva næminginum yrkisfakligan førleika at røkja stuðuls-, røktar- og umsorganaruppgávur á almanna- og heilsuøkinum,
2) geva næminginum almennan lestrarførleika, ið er grundarlag undir víðari útbúgving,
3) menna innlit næmingsins um samfelagsviðurskifti, eisini í yrkisligum høpi og
4) at menna persónligar førleikar og læringarførleikar.

§ 2. Útbúgvingarnar fara fram í Heilsuskúla Føroya.

Kapittul 2
Upptøka

§ 3. Upptøka til heilsuhjálparaútbúgv-ingina er treytað av, at umsøkjari hevur
1) í minsta lagi 1 árs útbúgving ella 1 árs arbeiðsroyndir eftir fráfaringarpróvtøku fólkaskúlans ella
2) samsvarandi royndir.

Stk. 2. Heilsuskúli Føroya tekur upp umsøkjara við støði í heildarmeting av, um umsøkjarin eftir meting skúlans er førur fyri á nøktandi hátt at lúka krøvini í útbúgvingini.

§ 4. Upptøka til heilsurøktaraútbúgv-ingina er treytað av, at umsøkjari hevur
1) lokið heilsuhjálparaútbúgvingina ella
2) hevur viðkomandi útbúgvingar- og arbeiðsroyndir, sum hava vart í minsta lagi 15 mánaðir.

Stk. 2. Heilsuskúli Føroya tekur upp umsøkjara við støði í heildarmeting av, um umsøkjarin er førur fyri á nøktandi hátt at lúka krøvini í útbúgvingini.

§ 5. Heilsuskúli Føroya kann veita avriksflutning fyri partar av útbúgvingini við støði í viðkomandi loknari útbúgving ella starvsligum royndum eftir nærri reglum, sum landsstýrismaðurin ásetir.

Kapittul 3
Útbúgvingarnar

§ 6. Útbúgvingarnar fevna um ástøðiligan og starvsligan part.
Stk. 2. Útbúgvingarnar verða skipaðar, so ástøðiligu og starvsligu partarnir stuðla upp undir hvønn annan.

§ 7. Útbúgvingin til heilsuhjálpara tekur 15 mánaðir, íroknað frítíð. Í minsta lagi 28 vikur av útbúgvingartíðini fevna um undirvísing í skúla.
Stk. 2. Útbúgvingin skal geva førleika til sjálvstøðugt at røkja grundleggjandi stuðuls-, røktar- og umsorganaruppgávur.

§ 8. Útbúgvingin til heilsurøktara tekur 22 mánaðir, íroknað frítið. Í minsta lagi 40 vikur av útbúgvingartíðini fevna um undirvísing í skúla.
Stk. 2. Útbúgvingin skal geva førleika til sjálvstøðugt at røkja og leggja til rættis samansettar ítrivs- og umsorganaruppgávur, ið fevna um m.a. at samskipa og undirvísa, og sjálvstøðugt at røkja og leggja til rættis grundleggjandi heilsu- og sjúkrarøktaruppgávur.

§ 9. Landsstýrismaðurin ásetir nærri reglur um útbúgvingarnar, herímillum um innihald, vav, próvtøkur, próvtøl, prógv og kæru um próvtøku.
Stk. 2. Uppskot til reglur sbrt. stk. 1 verða sendar landsstýrismanninum í almannamálum og landsstýrismanninum í heilsumálum til ummælis, áðrenn tær verða settar í gildi.

§ 10. Heilsuskúli Føroya ger námsskipanir, sum áseta, hvussu útbúgvingarnar verða lagdar til rættis.
Stk. 2. Heilsuskúli Føroya og starvsvenjingarstøðini samstarva um at røkka teimum málum, sum eru ásett í námsskipanunum.
Stk. 3. Mentamálaráðið góðkennir námsskipanirnar.

§ 11. Starvsvenjingin fer fram á útbúgvingarstøðum, ið eru góðkend av Heilsuskúla Føroya.

§ 12. Heilsuskúli Føroya tryggjar næmingar bæði í skúla- og starvsvenjingarpørtunum.

Kapittul 4
Leiðsla

§ 13. Landsstýrismaðurin setir í starv og loysir úr starvi leiðara fyri Heilsuskúla Føroya.
Stk.2. Landsstýrismaðurin ásetir reglur um faklig og námsfrøðilig førleikakrøv til leiðara og lærarar á Heilsuskúla Føroya.
Stk. 3. Landsstýrismaðurin kann gera av, at Heilsuskúli Føroya verður partur av einari umsitingarligari eind.

§ 14. Leiðarin fyri Heilsuskúla Føroya hevur ábyrgd av virksemi skúlans mótvegis landsstýrismanninum.
Stk 2. Leiðarin fyri Heilsuskúla Føroya tekur allar ítøkiligar avgerðir í næmingamálum, herímillum um upptøku av næmingum.
Stk. 3. Leiðarin fyri Heilsuskúla Føroya heldur próvtøku og skrivar út prógv.
Stk. 4. Leiðarin fyri Heilsuskúla Føroya setir í starv og loysir úr starvi lærarar og onnur starvsfólk.
Stk. 5. Mentamálaráðið kann geva leiðaranum fyri Heilsuskúla Føroya boð í námsfrøðiligum málum.

§ 15. Heilsuskúli Føroya hevur skyldu at lata Mentamálaráðnum allar kravdar upplýsingar í talgildum formi sambært áseting Mentamálaráðsins.

Kapittul 5
Næmingaviðurskifti

§ 16. Heilsuskúli Føroya ger saman við einstaka næminginum eina persónliga útbúgvingarætlan, har mál verða sett fyri hvønn útbúgvingarpart sær og fyri útbúgvingina í síni heild.

§ 17. Næmingur við avmarkaðum fakligum førleika kann fáa eykaundirvísing í ávísum lærugreinum sambært reglum, sum landsstýrismaðurin ásetir.

§ 18. Næmingur kann fáa sernámsfrøðiligan stuðul sambært reglum, sum landsstýrismaðurin ásetir.

§ 19. Heilsuskúli Føroya veitir næmingum yrkis- og lestrarvegleiðing sambært reglum, ið landsstýrismaðurin ásetir.

§ 20. Næmingurin skal sjálvur útvega sær bøkur og annað undirvísingartilfar.
Stk. 2. Heilsuskúla Føroya verður heimilað at krevja gjald í sambandi við ljósritan og útprenting.

Kapittul 6
Útbúgvingarráð

§ 21. Landsstýrismaðurin tilnevnir eftir tilmæli útbúgvingarráð við 7 limum, sum skal ráðgeva landsstýrismanninum í málum viðvíkjandi heilsuútbúgvingunum.
Stk. 2. Fyri hvønn ráðslim verður ein varalimur tilnevndur.
Stk. 3. Ráðslimirnir skulu hava fakligt innlit í tey arbeiðsøki, sum lógin um heilsuútbúgvingarnar fevnir um.
Stk. 4. Landsstýrismaðurin tilnevnir formannin.
Stk. 5. Landsstýrismaðurin ásetir nærri reglur um útbúgvingarráðið, herímillum um tilnevningarskeið, mannagongdir fyri ráðsarbeiðnum, hvørji mál ráðið skal ummæli, útreiðsluheimild og skipan av skrivstovuhjálp.

§ 22. Heilsuskúli Føroya og útbúgvingarráðið eftirmeta javnan tørvin á dagføringum og broytingum innan heilsuútbúgvingarnar og gera uppskot til landsstýrismannin hesum viðvíkjandi.
Stk.2. Útbúgvingarráðið skal hava námsskipanina til ummælis, áðrenn hon verður send Mentamálaráðnum til góðkenningar, samanber § 10, stk. 3.
Stk. 3. Útbúgvingarráðið kann av eintingum viðgera øll viðurskifti, ið hava týdning fyri útbúgvingarnar, og gera tilmæli.
Stk. 4. Útbúgvingarráðið kann eftir tørvi innkalla serkøna hjálp at møta á ráðsfundi.

Kapittul 7
Kæra

§ 23. Avgerð skúlaleiðarans í námsfrøðiligum málum umframt viðurskifti í sambandi við próvtøku kunnu kærast til landsstýrismannin í undirvísingarmálum í seinasta lagi 7 dagar eftir, at avgerðin er kunngjørd næminginum. Víkjast kann frá kærufreistini, um serlig viðurskifti gera seg galdandi.
Stk. 2. Landsstýrismaðurin ásetir nærri reglur um kæruviðgerð.

Kapittul 8
Gildiskoma

§ 24. Henda lógin kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd, og er galdandi fyri næmingar, sum byrjaðu undirvísingina aftaná 1. januar 2010. Samstundis fer úr gildi løgtingslóg nr. 19 frá 27. mars 2006 um heilsuhjálpara- og heilsurøktaraútbúgvingar, tó soleiðis at reglurnar í framanfyri nevndu lóg framvegis eru galdandi fyri næmingar, sum hava byrjað útbúgvingina til heilsuhjálpara ella heilsurøktara fyri 1. januar 2010.
Stk. 2. Kunngerðin um námsfrøðiliga útbúgving av lærarum á vinnu- og miðnámsskúlunum er eisini galdandi fyri leiðara og lærarar á Heilsuskúla Føroya sambært hesi lóg.

Tórshavn, 26. mai 2010
Kaj Leo Johannesen (sign.)
løgmaður

Back to top button