Semja 01.10.2017 – 01.10.2019
Semja millum Kommunala Arbeiðsgevarafelagið og Heilsuhjálparafelag Føroya 2017 – 2019
Sáttmálin verður endurnýggjaður fyri tíðarskeiðið frá 1. oktober 2017 til 1. oktober 2019.
Lønarhækkan, sí lønartalvur 1. oktober 2017 og 1. oktober 2018
Lønarhækking yvir 2 ár.
Mánaðarlønin hækkar yvir 2 ár við umleið 2.000 kr. Hækkingin millum lønarstigini hækkar við kr. 100,00 afturat. Hetta merkir, at 1. oktober 2018 er tað 390,34 kr. millum lønarstigini.
Limirnir koma at fáa afturvirkandi útgjald fyri lønarhækkingina 1.okt 2017 – 30.juni 2018.
afturat hesum kemur:
Viðbøtur
Bólkaleiðari
Viðbøturnar fyri at røkja uppgávuna, sum bólkaleiðari sambært § 6, stk. 2 verða broyttar soleiðis, at viðbótin fyri stóru økini verður 2.000, meðan viðbótin fyri smærri økini verður kr. 1.250 um mánaðin. Hon verður veitt fyri ábyrgd og vansar, sum fylgja við starvinum, so sum at svara telefon eisini heima og er ikki samsvarandi setanarbrøkinum.
Førleikaviðbót
Førleikaviðbót sambært § 6, stk. 3 gevur rætt til eftirløn.
Galdandi frá 1. oktober 2017.
Frítíðarlegugjald
Sett verður inn í § 6, nýtt stk. 6 um frítíðarlegugjald.
Tá ið starvsfólk luttaka á summarfrítíðarlegu við búfólkum/sjúklingum verður veitt eitt legugjald uppá kr. 275 fyri yrkadagar og kr. 550 fyri sunnu- og halgidagar.
Tíðin verður uppgjørd soleiðis: Undir hálvt samdøgur er hálvt gjald og yvir hálvt samdøgur er fult gjald. Gjaldið hoyri til tað samdøgrið, har flest tímar liggja.
Løn verður latin, sum fyri vanligan arbeiðsdag, tó í mesta lagi upp til 8 tímar. Starvsfólk, sum vanliga arbeiða niðursetta tíð fáa eisini 8 tímar fyri legudag, tá legudagurin er 8 tímar.
Treytin fyri at nýta hesa avtalu er, at talan er um eina frammanundan avtalaða avmarkaða tíð, og veruliga er talan um leguhald.
Frítíð
Sett verður inn í § 11 eitt nýtt stk. 2, sum er soljóðandi “Sjúkradagar í frítíð verða vanliga viðroknaðir sum frígongudagar. Tó kunnu eftir umsókn í serligum førum, har sjúka forðar fyri nýtslu av frítíðini á rímiligan hátt, slíkir sjúkradagar koma undir reglurnar fyri sjúku, og nýggir frídagar verða givnir.
Um starvsfólk er óarbeiðsført, tá frítíðin byrjar, verða tó altíð latnir eyka frídagar. Somu reglur verða galdandi í sambandi við sjúku undir avspáking.”
Protokollat:
Sáttmálapartarnir eru samdir um í sáttmálaskeiðinum at kanna grundarlagið fyri at raðfesta heilsuhjálparastørv á dagstovnaøkinum.
Sáttmálapartarnir eru samdir um í sáttmálaskeiðinum at seta arbeiðsbólk at kanna í hvønn mun, tað er møguligt hjá heima- og heilsahjálparum at verða settir við hægri setanarbrøki/fullum setanarbrøki.
Sáttmálapartarnir gera innan 1. januar 2019 eina avtalu um tey undantøk, sum skulu galda, tá ið verkfall ella verkbann verður sett í verk.
Heilsuhjálparafelag Føroya Kommunala Arbeiðsgevarafelagið