Semja 01.01.2006 – 01.01.2008
HEILSUHJÁLPARAFELAG FØROYA OG FÍGGJARMÁLARÁÐIÐ 2006
- Sáttmálaskeið
Sáttmálin verður endurnýggjaður fyri tíðina frá 1. januar í 2006 til 1. januar í 2008.
Semjan byggir á ein karm, sum er um leið 2,6%.
- Eftirløn
- apríl í 2006 verður eftirlønargjaldið 10,0%.
- Avtala um serstaka fríviku
Ein upphædd, svarandi til 2% av karminum, verður nýtt til serligar frídagar. Nú kunnu starvsfólk vinna sær eina fríviku eyka. Innvinningin fer fram sum tá ið fólk vinna sær frítíð eftir frítíðarlógini. Avtalan er liðilig, soleiðis at fólk, sum ikki vilja hava frídagarnar, í staðin kunnu fáa teir útgoldnar. Virðið á einum frídegi er tá ½ % av einari ársløn. - Viðbøturnar fyri ólagaliga arbeiðstíð
Verður onnur avtala ikki gjørd, hækka hesi gjøld %-karmin, sum verður galdandi, tá ið nýggir sáttmálar eru gjørdir við feløgini, sum eru umfatað av semjuni.
- Broytingar í sáttmálanum.
Nýtt stk. 2 til § 1
Verður nýtt starv skipað, sum ikki higartil er flokkað, verður flokkingin ásett í samráð við felagið
Nýtt stk. 4 til § 4:
Frá 1. apríl í 2006 verður hendan viðbót veitt fyri eftirútbúgving:
Demenssamskiparar “160 tímar” fáa kr. 750 um mánaðin.
Treytin fyri at henda viðbót verður latin er, at viðkomandi av leiðsluni er settur at starvast við hesi sergrein.
- Broytingar í álitisfólkaskipanini.
Broyting í § 1, stk. 1 fyrsta reglubrot:
Á einum arbeiðsplássi, har 5 ella fleiri starvsfólk arbeiða, hava hesi starvsfólk rætt til at velja sær álitisfólk, ið verða vald fyri tvey ár í senn.
Broyting í § 1, stk. 1 triðja reglubrot:
Heilsuhjálparafelag Føroya skal góðkenna val av álitsfólki og tiltaksfólki, og hevur valið ikki gildi, fyri enn felagið hevur góðkent tað og boðað leiðsluni á avvarðandi stovni/øki frá.
- Uppsiga sáttmálan
Hesin sáttmáli er galdandi frá 1. januar í 2006 og kunnu partarnir siga hann upp við 3 mánaða freist, tó í fyrsta lagi til tann 1. januar í 2008.
- mars í 2006
Heilsuhjálparafelag Føroya Fíggjarmálaráðið