Semja 01.10.2011 – 01.10.2015
Semja millum Heilsuhjálparafelag Føroya og Fíggjarmálaráðið
Sáttmálaskeið og lønarkarmur:
- Sáttmálin verður endurnýggjaður fyri tíðina frá 1. oktobur í 2011 til 1. oktobur í 2015
- Tann 1. oktober í 2011 og aftur tann 1. oktober í 2012 hækka mánaðarlønir sambært viðløgdu lønartalvum. Tann 1. oktober 2013 hækka mánaðarlønirnar 190 kr. + 0,1% og tann 1. oktober 2014 hækka mánaðarlønirnar 1,9%.
- Umlagdir tímar verður upphæddin kr. 23,25 og Varningsgjald verður upphæddin kr. 25,77
- § 5, stk. 1 verður soljóðandi: Fyri arbeiði í tíðarskeiðinum kl. 17.00 til 23.00 verður latin ein viðbót svarandi til 23% av tímalønini í dagtænastuni.
- 5, stk. 2 verður soljóðandi: Fyri arbeiði í tíðarskeiðinum kl. 23.00 – kl. 06.00, tó mánanátt frá kl. 00.00 – 06.00, verður latin ein viðbót svarandi til 35% av tímalønini í dagtænastuni.
Harumframt verður fyri arbeiði í tíðarskeiðinum sunnunátt kl. 23.00 til 06.00 goldin sunnudagsviðbót afturat náttarviðbótini, og fyri arbeiði í tíðarskeiðnum frá kl. 00.00 – 06.00 mánanátt verður leygardagsviðbót tíð goldin afturat náttarviðbótini.
- 5, stk. 3 verður soljóðandi: Fyri arbeiði leygardagar millum 06.00 til kl. 24.00 verður latin ein viðbót svarandi til 27,5% av tímalønini í dagtænastuni.
- Í § 2 verður lagt afturat: Tá ið avgerandi broytingar verða gjørdar í arbeiðsgongdini ella umsitingini á einum stovni, skal starvsfólkið hava boð um hetta í góðari tíð fyri at fáa høvi til at vera við í tilrættaleggingini. Krevja tílík tiltøk eftirútbúgving, skulu starvsfólkini hava høvi til at fáa neyðuga eftirútbúgving, so tey kunnu røkja hesi arbeiði.
- Í § 18 kemur soljóðandi afturat stk. 3: Um so er, at starvsfólk eftir leiðslunnar meting ikki røkir tænastuskyldur sínar, eigur starvsfólkið í fyrstu syftu at fáa eina “munnliga” ávaring (sum er skrivlig). Tá ið ávaring verður kunngjørd, skal álitisfólkið á staðnum vera hjástatt.
Eftir hesa munnligu ávaring hevur viðkomandi rætt til at fáa at vita orsøkina til ávaringina og fær frá tí tíðarskeiði eina freist, áðrenn ein skrivlig ávaring kann verða givin viðkomandi og send felagnum við nágreiniligari grundgeving.
Tá ið uppsøgn verður givin skal hon sendast viðkomandi skrivliga.
Reglan í hesum protokollati er ikki galdandi, um starvsfólk hevur framt grovt misbrot í tænastuni.
Áðrenn uppsøgn uttan umsókn verður givin, skal stovnurin senda felagnum fráboðan.
- Avtalan um vaktargjøld er galdandi til 1. oktober 2012
Á Argjum tann 23. oktober 2012
Heilsuhjálparafelag Føroya Fíggjarmálaráðið