Tíðindi

Avbjóðandi samráðingar á skrá

Mikudagin 2. oktober var Heilsuhjálparafelagið á fund við formannin í Kommunala Arbeiðsgevarafelagnum, Per Martin Gregersen, har samskift varð um ymsar avbjóðingar í samband við komandi sáttmálasamráðingar, nú sáttmálin millum partarnar gekk út 1. oktober.

Ein avbjóðing er feilurin í lønarlyftinum, ið framvegis spøkir. Samstundis vóru vit ikki eitt av teimum fakfeløgunum ið vóru til samráðingar í 2022, tá lønarkarmurin var søguliga høgur. Hetta skulu okkara limir sjálvsagt kompenserast fyri.

Vit ásanna, at samráðingarnar kunnu gerast truplar hesaferð, men eru samstundis bjartskygd, at vit kunnu koma á mál. Hetta umrøddu vit eisini á fundinum við formannin í Kommunala Arbeiðsgevarafelagnum.

Heilsuhjálarafelag Føroya

 

 

Dáma og deil:
Vís meira

Líknandi

Back to top button