Avtala um eitt gott og mennandi arbeiðsumhvørvi

Eitt gott og mennandi arbeiðsumhvørvi

Kommunala Arbeiðsgevarafelagið og Heilsuhjálparafelag Føroya (hereftir partarnir) staðfesta, at eitt gott arbeiðsumhvørvi og eitt álitisríkt samstarv er avgerandi fyri, at starvsfólk og leiðsla trívast. Hetta er tí eisini avgerandi fyri góðskuna tá arbeiðsuppgávur verða loystar, og fyri produktivitetin á arbeiðsplássinum. Partarnir vilja í samstarvi seta fokus á, at stimbra eitt gott arbeiðsumhvørvi – harundir eisini sálarliga arbeiðsumhvørvið.

Felags eyðkenni fyri arbeiðspláss við góðum arbeiðsumhvørvi er, at fylgjandi eyðkenni ganga aftur: Álit, sínámillum virðing og viðurkenning.

Fyritreytin fyri hesum er eitt gott samstarv og leypandi samskifti millum leiðslu og starvsfólk, her ímillum álitisfólk og trygdarumboð. Eisini er fyritreytin ein góð felags uppfatan av, hvør kósin er, hvørjar kjarnu arbeiðsuppgávurnar eru, innan hvørjar karmar hesar skulu loysast, og fatan av hvørjar væntanirnar eru til, hvussu arbeiðsuppgávurnar skulu loysast.

Fyri at tryggja eitt gott og mennandi arbeiðsumhvørvi, er týðandi, at øll á arbeiðsplássinum taka ábyrgd. Leiðslan, álitisfólk og starvsfólk mugu tí taka felags ábyrgd – bæði fyri, at tað gongur væl, og tá møguligir trupulleikar eru og skulu loysast.

Er arbeiðsumhvørvið ikki nóg gott – eitt nú sálarliga – kann hetta elva til størri sjúkrafráveru, mistrivna, at fólk fara úr starvi, og at arbeiðsuppgávur ikki verða loystar so væl sum møguligt.

Fyri at fyribyrgja hesum, hevur tað stóran týdning leypandi at halda eyga við arbeiðsumhvørvinum, og at taka fatur í og loysa trupulleikar, um tekin er um, at trupulleikar eru við arbeiðsumhvørvinum. Fyri at kunna arbeiða málrættað við at tryggja eitt gott og mennandi arbeiðsumhvørvi krevst vitan um tey viðurskifti, sum ítøkiliga kunnu hava jaligan ella neiligan týdning fyri arbeiðsumhvørvið.

Partarnir eru samdir um, at stuðla átøkum, ið fremja eitt gott og mennandi arbeiðsumhvørvi. Partarnir ásanna, at munur er á ymiskum arbeiðsplássum, arbeiðsuppgávum og starvsfólkum. Átøk mugu tí taka útgangsstøði í eini felags fatan av, at tey átøk, ið gera størstan mun eru tey, ið taka útgangsstøði í umstøðunum á ítøkiligu arbeiðsplássunum.

Kommunala Arbeiðsgevarafelagið fer at kunna leiðslur og starvsfólk á landsins arbeiðsplássum um stóra týdningin av, at leiðsla og starvsfólk í felag tryggja eitt gott arbeiðsumhvørvi. Eisini fer Kommunala Arbeiðsgevarafelagið í sáttmálatíðarskeiðnum at gera vegleiðing um, hvussu leiðslur og starvsfólk skulu fyrihalda seg, um starvsfólk eru strongd. Hartil fer Kommunala Arbeiðsgevarafelagið í næstum at seta í verk vegleiðing um sjúkrafráveru. Vegleiðingarnar verða gjørdar í samráð við fakfeløgini.

Heilsuhjálparafelagið fer í sáttmálatíðarskeiðnum at bjóða álitisfólkunum skeið í, hvussu tey best kunnu viðvirka til, at fremja eitt gott og mennandi arbeiðsumhvørvi saman við starvsfólkum og leiðslu.

Dáma og deil:
Vís meira
Back to top button