Avtala um fráboðanarfreist og –form undan arbeiðssteðgi

Avtala um fráboðanarform og fráboðanarfreist undan arbeiðssteðgi
millum
Kommunala Arbeiðsgevarafelagið og Heilsuhjálparafelag Føroya

Partarnir í sáttmálanum millum Kommunala Arbeiðsgevarafelagið og Heilsuhjálparafelag Føroya viðurkenna rættin hjá hvørjum øðrum at lýsa og seta í verk arbeiðssteðg eftir ásetingunum niðanfyri.

Stk. 2. Fráboðan um arbeiðssteðg, eisini samhugaarbeiðssteðg, skal vera skrivlig og latin mótpartinum minst 48 tímar undan arbeiðssteðginum.

Stk. 3. Fráboðanin skal greitt siga frá, hvønn arbeiðssteðg, talan er um, og hvussu víðfevndur arbeiðssteðgurin er.

Stk. 4. Arbeiðssteðgur kann ikki verða fráboðaður, meðan sáttmálin er í gildi. Er sáttmálin farin úr gildi, kann arbeiðssteðgur ikki verða fráboðaður, fyrr enn samráðingar um nýggjan sáttmála eru endaðar. Er semingsstovnurin komin uppí, ella er semingsstovnurin boðsendur, eru samráðingarnar at meta sum endaðar, tá ið semingsstovnurin er givin við semingsroyndini, og hevur boðað frá tí.

Stk. 5. Hendan avtalan kann verða søgd upp saman við sáttmálunum partanna millum, við somu freist og fráboðan. Avtalan kann tó bara verða ógildað við nýggjari avtalu.

Stk. 7. Hendan avtalan fær gildi frá 1. januar í 2017.

 

Tórshavn tann 14. oktober 2016

 

Heilsuhjálparafelag Føroya                  Kommunala Arbeiðsgevarafelagið

Dáma og deil:
Vís meira
Back to top button
Close