Tíðindi

Frá aðalfundinum í Heilsuhjálparafelag Føroya

Leygardagin 1. apríl, var ársaðalfundur felagsins hildin á Hotel Føroyum.

Væl av fólki var møtt til aðalfundin.

Fundurin byrjaði við, at forkvinnan Mary Antonsdóttir greiddi frá um virki felagsins í farna árið.

Í sínari røðu vísti forkvinnan millum annað til stóru ráðstevnuna Í HOND OG OND, ið felagið skipaði fyri í oktober í fjør. Hendan ráðstevna er tann fyrsta av sínum slag her í Føroyum.

Forkvinnan vísti til, at limafundir hava verið runt um í landinum, og hevur felagið skipað fyri skeið í frontotemporal demensi.

Felagið hevur sent hoyringsskriv inn í samband við lógaruppskot, heildarætlanir osfr.

Felagið stríðist áhaldandi fyri arbeiðsumstøðunum hjá limunum og fylgja vit væl við, um samgongan heldur tað, ið er fest á blað í samgonguskjalinum.

Hon vísti eisini á, at undan løgtingsvalinum, vóru valynskir gjørd ið vórðu løgd út á allar okkara pallar, umframt at viðkomandi greinar vórðu skrivaðar.

Tað vit kunnu fegnast um er, at fleiri av okkara ynskjum vóru tikin við í samgonguskjalið.

Fyri at nevna nøkur av teimum viðurskiftum, ið vit hava víst á undan valinum, er 37 tímar arbeiðsvika, lønarlyft, lág- og miðallønt fáa skattalætta, trípartasamstarv, almenni arbeiðsmarknaðurin skal skipast soleiðis, at møguleikin at arbeiða fulla tíð kann tryggjast og mangt annað.

Á aðalfundinum vóru viðtøkubroytingar á skránni, og næmingar, ið eru undir útbúgving til heilsuhjálpara á Heilsuskúla Føroya, tekna seg sum lim meðan teir eru undir útbúgving.                                                                Um hesir limir taka tímaløntar vaktir, rinda teir vanligt limagjald av hesari inntøku.

Ingilín Strøm, landsstýriskvinna í umhvørvismálum var gestarøðari, og greiddi hon frá um ætlanirnar hjá sitandi samgongu innan arbeiðsmarknaðarmál.

Forkvinnan helt røðu fyri Marjun P. Jensen, ið hevur sitið í nevndini 15 ár og sum hevur valt at takka fyri seg. Somuleiðis takkaði forkvinnan Ragnhild Rasmussen, fyri tíðina í nevndini.

 

 

.

 

Dáma og deil:
Vís meira

Líknandi

Back to top button