Tíðindi

Fráboðan um at stilla upp til nevndarval og onnur val til aðalfundin 16. mars 2024

Fráboðan um at stilla upp til nevndarval og onnur val til aðalfundin 16. mars 2024!

Sambært viðtøkum felagsins § 13, stk. 7. verður boðað frá, at uppskot til nevndarlimir, skal verða skrivstovu felagsins í hendi, í seinasta lagi 15. februar 2024 kl. 16.00.

Veljast skulu tveir nevndarlimir og tveir tiltakslimir. Nevndarlimirnir verða valdir fyri tvey ár ísenn og tiltakslimirnir fyri eitt ár.

Uppstillað verður á tann hátt, at boðað verður skrivstovu felagsins skrivliga frá, um limur sjálvur ynskir at stilla upp. Um limir stilla annan lim upp enn seg sjálvan, skal hetta gerast saman við skrivligari váttan frá tí uppstillaða, og skulu hesi uppskot vera felagnum í hendi í seinasta lagi 15. februar 2024 kl.16.

Onnur uppskot

Vísandi til viðtøkur felagsins, § 13, stk. 6, skulu uppskot til viðgerðar á aðalfundinum vera nevndini skrivliga í hendi í seinasta lagi 15. februar 2024 kl. 16.00.

Nevndin

 

Dáma og deil:
Vís meira

Líknandi

Back to top button