Tíðindi

Heilsuhjálparafelag Føroya hevur gjørt eina 3 ára semju við Kommunala Arbeiðsgevarafelagið

Heilsuhjálparafelag Føroya hevur gjørt eina 3 ára semju við Kommunala Arbeiðsgevarafelagið, við støði í lønarkarminum hjá tí privata, sum byggir á ein karm fyri 2025 á 3,87%, 2026 á 3,95% og í 2027 á 4%.
Vit høvdu eitt krav um ólagaliga arbeiðstíð, har ein tími um kvøldi telur 1 tíma og 8 min. Frá kl 17 til 23.
Ein tími um náttina, frá kl 23 til 6 á morgni, telur ein tíma og 16 min. Tað vil siga, tú arbeiðir minni fyri somu løn. Hetta kravið kostaði nakað.
Hetta var neyðugt fyri at gera arbeiðið og lønina meira lokkandi.
Lønin hækkar 3,87% 1. Januar í 2026
1. oktober 2026 hækkar lønin aftur við 1000kr. Tvs allir limir fáa somu upphædd.
1. oktober 2027 hækkar lønin við 3%.
Hetta hevur verið ein drúgvur kampur, har avtalan hjá Fíggjarmálaráðið við tey 12 á almenna arbeiðsmarknaðinum hevur darvað okkum við at gera semju. So hetta hevur sanniliga verið eitt stríð um nøkur prinsippir eisini, sum vit hava brotið.
Tað hevur allatíðina verið víst til fastlæsta karmin. Men nú hevur tað loksins eydnast okkum at sprongja bæði karmin við beint yvir einum % og áramálið á semjuni. Ei heldur hava vit avgivið ella skert verkfalsrættin. Tað er ein sigur í sær sjálvum.
Vit hava differentierað í skalagongdini frá 1. okt. 2027, tvs lyft endalønirnar hjá heimahjálparum og heilsuhjálparum eitt sindur.
Eitt dømi:
Endalønin hjá heilsuhjálparum var áðrenn semjuna í dag á 32.000kr.
1. oktober 2027 hækkar grundlønin til 35.265,55kr.
Endalønin hjá heimahjálparum var áðrenn semjuna í dag á 29.330kr.
1. oktober 2027 hækkar grundlønin til 32.409,02kr.

Semjan kann lesast her:
Undirskrivaða semjan 16-10-2026 millum HHFF og KAF

 

Dáma og deil:
Vís meira

Líknandi

Back to top button