Feria, hvussu nógva feriu eiga vit?

Túr er her:
< Aftur

Frítíðin er 30 dagar fyri fulla starvstíð í tíðarskeiðnum 1. apríl til 31. mars
( innvinningarárið).

Starvsfólk, ið ikki hevur vunnið sær rætt til frítíð við løn ella frítíðarløn í 30 dagar hevur tó rætt til at taka frí uttan løn ella frítíðarløn í upp til 30 dagar í einum frítíðarári.

Frítíðin verður tikin í tíðarskeiðnum 2. mai til 1. mai.

Minst 24 dagar av frítíðini skulu gevast samanhangandi í tíðini 2. mai til 30. september (frítíðarskeiðið).

Frítíð út yvir teir 24 dagarnar kann verða givin uttan fyri frítíðarskeiðið, tó seinast 1. mai árið eftir.

Mánaðarløntir løntakarar hava rætt til frítíð við løn. Veitt verður harafturat 11/2% av vunnari løn í undanfarna innvinningarári.

Fer mánaðrløntur løntakari úr starvi, verður veitt honum frítíðarløn eftir § 10 fyri alla frítíðina, hann eigur á.

Praksis hjá okkum: Øll hava rætt til feriu við løn sambært setanarbrøki. Tað, ið ein arbeiðir meir enn setanarbrøkin fær ein 12% feriuløn fyri.

Tá vit fara í feriu, fáa vit løn eftir rulluplani/ arbeiðsplani. Hetta merkir, at um vit nýta meir enn tað, ið vit hava upparbeitt okkum í feriutímum, verður hetta trekt av avspákan ella 6. feriuvikuni.

Um vit ikki fylgja við sjálvar, so at vit greitt vita hvussu nógvar feriutímar vit nýta, og skriva okkum feriu t. d. 5. feriuvikuna, verður tikið av 6. feriuvikuni. Her má hvør einstakur fylgja við og skriva tann partin, ið verður nýttur útyvir tað, ið ein hevur innvunnið sum avspákan.

Dáma og deil:
Back to top button
Close