Sáttmáli 01.06.2001 – 01.01.2004
Sáttmálaøki og samráðingarrættur.
Sáttmálin fevnir um heima-/heilsuhjálparar, har samráðingarpartarnir eru Fíggjarmálaráðið og Heilsuhjálparafelag Føroya.
§ 1. Setan.
Til tess at verða settur í starv sum heima-/heilsuhjálpari, skal viðkomandi vera fyltur 18 ár. Við setanina váttar heima-/heilsuhjálpari við undirskrift at halda arbeiðsreglurnar.
Tá ið heima-/heilsuhjálpari verður settur í starv, skal hon/hann hava setanarbræv, har m.a. skal verða ásett, nær starvsetanin er farin fram, starvsøki og arbeiðstíð sambært § 2
Setanarbrøvini verða løgd fyri felagið, áðrenn tey verða tikin í nýtslu, soleiðis at felagið fær høvi at kanna, um orðingin er í samsvari við sáttmálan.
Leys heima-/heilsuhjálparastørv skulu lýsast í føroyskum bløðum. Viðvíkjandi fyribilsstørvum vendir leiðslan sær til felagið.
1. Partur.
Mánaðarløntir heima-/heilsuhjálparar
§ 2. Løn og arbeiðstíð
Heima-/heilsuhjálparar, ið hava staðið góðkent prógv og arbeiða meira enn 15 tímar um vikuna í miðal, verða løntir sambært hjáløgdu lønartalvu. Lønin er treytað av fullari arbeiðstíð, sum er 40 tímar í miðal um vikuna.
Stk. 2. Heima-/heilsuhjálpari, ið er settur at arbeiða minni enn 40 tímar um vikuna, verður løntur eftir vikutímatali/40.
Stk.3. Heimahjálparar, sum eru í starvi og skulu uppskúlast til heilsuhjálparar, fáa 80% av fullara løn á 1. lønarstigi, tá teir fara til uppskúling.
Skipanin er galdandi fyri teir heimahjálparar, sum vóru í starvi fyri 1. januar 2001.
Heimahjálparar, sum koma í starv aftaná 1. januar 2001, koma ikki undir hesa skipan við uppskúling, men mugu taka sjálva útbúgvingina.
stk. 4. Heima-/heilsuhjálparar verða settir at arbeiða 15, 20, 25, 30, 35 ella 40 tímar um vikuna
Stk. 5. Arbeiðstíðin er 8 tímar um dagin. Tó eru møguleikar at gera avtalur um frávik, um arbeiðsgongdin á starvsstaðnum krevur tað. Partarnir eru samdir um at arbeiðið skal skipast uttan brot í arbeiðstíðini, har tað letur seg gera. Tíðin, ið neyðugt er at ferðast húsanna millum, verður at rokna sum arbeiðtíð.
Stk. 6. Mánaðarløntur heima-/heilsuhjálpari eigur løn fyri í minsta lagi tað fasta tímatalið, sum hann er settur eftir, uttan mun til, um arbeiðsgevarin ger nýtslu av heima-/heilsuhjálparanum ta ásettu tíðina. Fær fastløntur heima-/heilsuhjálpari ikki arbeitt tað tímatalið, sum ásett er í arbeiðsætlanini, av orsøkum, sum hann ikki hevur skuld í sjálvur, eigur hann kortini løn fyri tað ásetta tímatalið henda dagin.
Stk. 7. Arbeitt verður eftir arbeiðsætlan, sum verður løgd fyri tríggjar mánaðir í senn, har tilskilað er:
- Hvørjir dagar eru arbeiðsdagar, og hvørjir eru frídagar.
- Talið á arbeiðstímum fyri hvønn arbeiðsdagin sær.
- Veruliga tíðin, sum tað tekur hjá heima-/heilsuhjálparunum at koma úr einum heimi í annað (til gongu ella við bili) fyri hvørja ferðing sær. Har bólkarøkt er, verður hetta ikki tilskilað.
Henda arbeiðsætlan skal vera heima-/heilsuhjálparunum í hendi 14 dagar, áðrenn hon kemur í gildi.
Um heima-/heilsuhjálpari verður boðsendur til arbeiðis, fær viðkomandi løn fyri minst 1 tíma.
Stk. 8. Heima-/heilsuhjálpari skal arbeiða sambært talvu ella vikuætlan. Arbeiðsætlan verður gjørd av leiðaranum fyri tríggjar mánaðir í senn. Broyting í arbeiðsætlan kann gerast av leiðaranum eftir samráð við heima-/heilsuhjálpararnar. Tá 3-mánaða skeiðið er farið, verður uppgjørt, hvussu nógv heima-/heilsuhjálparin hevur arbeitt. Hevur fastløntur heima-/heilsuhjálpari arbeitt meira enn ásetta tímatalið, verður meirarbeiðið lønt við tímaløn, sum er 1/2080 av árslønini. Harafturat verður latin samsýning fyri ólagaliga arbeiðstíð.
Um heima-/heilsuhjálpari í 3-mánaða skeiðnum hevur arbeitt meira enn 40 tíma viku í miðal, verður goldin úrtíðarløn, sum er 50% eyka av vanligu lønini. Heima-/heilsuhjálpari avgerð sjálvur, um hann vil hava úrtíð útgoldna í løn ella avspákaða. Boðað eigur at verða frá avspáking, áðrenn arbeiðsætlan verður løgd. Avspáking verður løgd í samráð við leiðaran.
Stk. 9. Bólkaleiðarar verða settir sambært starvslýsing dagfest tann 23.05.2002
- Arbeiðstíðin hjá bólkaleiðaranum er 40 tímar um vikuna, ella sambært setanabrøki.
- Áðrenn ein bólkaleiðari verður settur í starv, verður gjørt av, um setanin er í einum smærri øki ella í einum størri øki.
- Fyri ábyrgd og vansar sum fylgja við starvinum, so sum at svara telefon eisini heima, fær bólkaleiðarin eina mánaðarliga ikki eftirlønargevandi viðbót, sum er 1000 kr. fyri smærru økini, 1750 kr. fyri stóru økini.
§ 3. Samsýning fyri ólagaliga arbeiðstíð.
Stk. 1. Fyri arbeiði í tíðarskeiðinum kl. 17.00 – 23.00 verður latin viðbót kr. 14,05 um tíman.
Stk. 2. Fyri arbeiði í tíðarskeiðinum kl. 23.00 – kl. 8.00, tó mánanátt frá kl. 00.00 – 08.00, verður latin viðbót kr. 19,30 um tíman.
Harumframt verður fyri arbeiði í tíðarskeiðinum sunnunátt kl. 23.00 til 06.00 goldin sunnudagsviðbót afturat náttarviðbótini, og fyri arbeiði í tíðarskeiðnum frá kl. 00.00 – 06.00 mánanátt verður leygardagsviðbót tíð goldin afturat náttarviðbótini.
Stk. 3. Fyri arbeiði leygardagar millum kl. 12.00 – 23.00 verður latin viðbót kr. 18,70 um tíman.
Stk. 4. Fyri arbeiði leygardagar áðrenn kl. 12.00 á vaktum, har meira enn helmingurin av arbeiðstímunum er aftan á kl. 12.00, verða latnar kr. 18,70 um tíman.
Stk. 5. Fyri arbeiði sunnu- og halgidagar og serstakar frídagar verður latin 20 minuttir eyka fyri hvønn arbeiðstíma. Heima-/heilsuhjálpari kann í samráð við leiðsluna avspáka arbeiði eftir stk. 5.
Stk. 6. Tá ið heima-/heilsuhjálpari er til hjálpar í neyðsynd, eitt nú við sjúkrabili ella tyrlu, fær hann sum eyka samsýning kr. 100,00. Fyri at gera lík í stand og leggja í kistu verður latið tað sama sum til heimasjúkrasystrar (kr. 140,-)
Stk. 7. Minsta ómaksløn fyri at verða boðsendur á nátt (millum kl. 23.00 og 08.00) er tveir tímar umframt eykagjaldið.
Stk. 8. Tað skulu ongantíð vera meira enn 4 tímar millum hvønn matsteðg. Tó kann, um heima- /heilsuhjálparin ynskir tað, gerðast serlig avtala millum álitisfólk og økisleiðslu.
Stk. 9. Partíðarsett, sum ynskja tað og sum í einum tríggja mánaða óbrotnum tíðarskeiði í miðal hava arbeitt meir enn 20% út yvir ásettu arbeiðstíðina, hava rætt til at leingja føstu arbeiðstíð sína við hesum prosenttali, og fáa tey átekning á setanarbræv sítt um, at arbeiðstíðin er longd.
Stk. 10. Heima-/heilsuhjálpari, sum fyribils røkir hægri starv í minst eina viku, eigur í hesum tíðarskeiði somu løn, sum viðkomandi hevði fingið, um viðkomandi var sett í hetta hægra starvið.
§ 4. Viðbøtur.
Fyri klæði verða goldnar kr. 1.582,00 árliga.
Stk. 2. Heima-/heilsuhjálparar, sum hava lokið prógv sum praktikkvegleiðarar, fáa kr. 400 um mánaðin í viðbót ta tíðarskeiðið tey virka sum praktikkvegleiðarar.
Treytin fyri at fáa hesa viðbót er tann, at praktikkvegleiðingin virkar samsvarandi reglum settar av Trivnaðarmálaráðnum.
§ 5. Tænastuferðir og koyring
Dag- og tímapeningur undir tænastuferð og endurgjald fyri nýtslu av egnum bili í tænastuørindum verður sum fyri tænastumenn landsins, tó soleiðis, at avtalað er:
- Samsýning verður goldin fyri koyring við egnum bili uttan mun til, um koyringin fer fram innan ella uttan fyri kommununa, har viðkomandi heima-/heilsuhjálpari býr.
- Tó verður ikki goldin samsýning fyri koyring frá bústaðnum hjá heima-/heilsuhjálparanum til fyrsta stað tær møta, tað veri seg bólkahøli ella heim hjá brúkara, og frá seinasta heimi, sum heima-/heilsuhjálparin skal vitja, og til húsar aftur uttan so, at talan er um heim, sum liggur uttan fyri núverandi arbeiðsøki hjá viðkomandi heima-/heilsuhjálpara.
- Um broytingar verða gjørdar í verandi arbeiðsøkjum hjá heima-/heilsuhjálparum, binda partanir seg til at taka uppaftur spurningin um koyring frá húsum og heimaftur.
- Tá steðgur er í arbeiðstíðini, verður eisini goldin samsýning fyri koyring til og frá búðstaðnum hjá heima-/heilsuhjálparanum.
- Henda avtala er eitt lið í arbeiðsætlanini.
§ 6. Frídagar.
Umframt sunnu- og halgidagar eru at rokna sum serstakir frídagar: Jólaaftan, páskaaftan, hvítusunnuaftan flaggdagur, nýggjársaftan og ólavsøkudagur. Grundlógardagur og ólavsøkuaftan aftan á kl. 12.00.
Stk. 2. Verður arbeitt nevndu frídagar, verður samsvarandi frítíð latin annan dag.
Stk. 3. Heima-/heilsuhjálparar hava rætt til ein frídag um vikuna. Frídagar skulu ikki leggjast á døgum, sum frammanundan eru fastir frídagar, við undantaki av døgum, sum sambært fastari turnusskipan eru fastir frídagar hjá viðkomandi heima-/heilsuhjálpara.
§ 7. Frítíð.
Fyri frítíð eru reglurnar í frítíðarlógini galdandi.
Parttíðarsett, sum arbeiða meira enn ásettu arbeiðstíðina fáa vanliga frítíðarløn fyri lønina, tey vinna fyri hetta meirarbeiði.
Um heima-/heilsuhjálpari er óarbeiðsførur, tá ið frítíðin byrjar, verður frítíðin flutt.
§ 8. Eftirløn
Eftirlønargjaldið verður umlagt frá 1. juni 1999 at rokna. Samstundis fer avtalan, um eftirløn til hjálparar frá 11. juni 1997, úr gildi, og ístaðin verður fylgjandi ásett:
Fyri heima-/heilsuhjálparar, ið settir eru eftir sáttmála millum Heilsuhjálparafelag Føroya og Fíggjarmálaráðið, skal verða rindað eftirlønargjald av løn sambært setanarbrøki og fyri meirtímar (tó ikki viðbøtur o.l.), treytað av at viðkomandi hevur verið í starvi í minst 1 ár, og meðaltímatalið er 15 tímar ella meira.
Stk. 2. Eftirlønargjald
1. juni 2001 verður eftirlønargjaldið 6,54% av grundlønini.
1. juni 2002 verður eftirlønargjaldið 7,54% av grundlønini.
1. juni 2003 verður eftirlønargjaldið 8,04% av grundlønini.
Fyri tímaløntar heima-/heilsuhjálparar, ið arbeiða minni enn 15 tímar um vikuna í miðal um árið, verður ikki goldið eftirlønargjald.
Arbeiðsgevarin rindar eftirlønargjaldið.
Upphæddin fer í eftirlønarskipan, sum partarnir gera serstaka semju um.
Fyri tey yvir 60 ár – ella sum vegna heilsu – ikki kunna koma í eftirlønarskipanina, gera partarnir eina uppsparingarskipan ella líknandi.
§ 9. Prístalsviðgerð.
Fyri prístalsviðgerð eru reglurnar í lógini um prístalsviðgerð galdandi.
§ 10. Barnsferð.
Heima-/heilsuhjálpari, ið er við barn, skal siga leiðsluni frá 3 mánaðir áðrenn, hon væntar at eiga. Ger hon ikki tað, hevur stovnurin rætt til at siga henni upp frá tí degi, hon gerst óarbeiðsfør.
Stk. 2. Heima-/heilsuhjálpara verður veitt løn fyri tíðina, frá tí hon gerst óarbeiðsfør, tó í mesta lagi 8 vikur undan føðing, og tilsamans 24 vikur. Aftrat hesum kann hon fáa frí uttan løn í 6 vikur. Heima-/heilsuhjálpari kann umframt eftir umsókn fáa frí uttan løn í 5 mánaðir uttan miss í lønaraldri. Í hesum sambandi kann mannligur heima-/heilsuhjálpari eisini eftir umsókn fáa frí uttan løn í 1 mánað uttan miss í lønaraldri.
Stk. 3. Umframt tær í stk. 2 nevndu sømdir kann heima-/heilsuhjálpari fáa 6 mánaða sjúkrafrí í slíkum førum, har hon við læknaváttan prógvar, at tað fyri fostur og/ella fyri hana sjálva stendst heilsuvandi av at vera í starvinum. Undir slíkum umstøðum verður veitt heima-/heilsuhjálparanum full løn.
Stk. 4. Um heima-/heilsuhjálpari ættleiðir barn, kann hon fáa upp til 24 vikur frí við løn. Í hesum sambandi kann mannligur heima-/heilsuhjálpari eisini eftir umsókn fáa frí uttan løn í 1 mánað uttan miss í lønaraldri.
§ 11. Sjúka.
Tá talan er um sjúku hjá heima-/heilsuhjálpara verður víst til ásetingarnar í § 5 í Starvsmannalógini.
Viðmerking: Fyri tey ið hava øðrvísi faktiskt tímatal enn setanarbrøkurin, verður løn undir sjúku ongantíð minni enn miðaltímatalið fyri 6 teir seinastu mánaðirnar.
Stk. 2. Heima-/heilsuhjálparar hava rætt til frí við løn, tá barn/børn teirra eru sjúk, tó hægst 2 dagar hvørja ferð og í mesta lagi tilsamans 10 dagar árliga. Hava tey meira enn 2 børn undir 10 ár, kunnu tey fáa frí upp til 20 dagar.
§ 12. Eftirsitiløn.
Um heima-/heilsuhjálpari doyr, meðan hann er í starvi, eigur eftirsitandi hjúnafelagi ella børn undir 18 ár, sum hann hevur skyldu at uppihalda, rætt til eftirsitiløn í mun til uppsagnartíðina, minst tríggjar mánaðir, tó hægst 6 mánaðir.
Stk. 2. Eftirsitiløn er tann løn, viðkomandi hevði. Lønin í mánaðinum, tá starvsfólkið doyði, verður ikki roknað upp í eftirsitilønina.
§ 13. Farloyvi.
Heima-/heilsuhjálpara kann verða givið farloyvi uttan løn, har tað ikki stríðir ímóti áhugamálum stovnsins. Farloyvi kann verða givið í upp til 2 ár hvørja ferð, tó í mesta lagi 4 ár, og hevur stovnurin skyldu til at hava starv til viðkomandi, tá farloyvið er av. Tó skal heima-/heilsuhjálpari, ið hevur starvast longur enn 5 ár, so langt, tað ber til, altíð hava rætt til í minsta lagi 1 ára farloyvi.
§ 14. Uppsøgn.
Mánaðarløntur heima-/heilsuhjálpari kann siga starv sítt upp við 1 mánað freist til tann 1. í einum mánaði. Leiðslan kann siga upp mánaðarløntan heima-/heilsuhjálpara við 1 mánað freist til tann 1. í einum mánaði teir fyrstu 6 mánaðirnar, viðkomandi er í starvi. Freistin verður longd til 3 mánaðir frá einum 1. í mánaðinum at rokna, um viðkomandi uttan slit hevur verið mánaðarløntur heima-/heilsuhjálpari í meira enn 6 mánaðir. Uppsagnarfreistin verður longd við einum mánaði fyri hvørji 3 ár, mánaðarløntur heima-/heilsuhjálpari hevur verið í starvi, tó hægst 6 mánaðir. Um mánaðarløntur heima-/heilsuhjálpari hevur framt álvarsligt brot á skyldur sínar, kann leiðslan siga honum upp beinanvegin.
Stk. 2. Er talan um at siga heima-/heilsuhjálpara úr starvi, skal setanarmyndugleikin geva avvarðandi hjálpara og Heilsuhjálparafelag Føroya skrivliga fráboðan um hetta, við neyvari grundgeving fyri ætlaðu uppsøgnini.
Stk. 3. Um so er, at Heilsuhjálparafelag Føroya metir ætlaðu uppsøgnina at vera ógrundaða, kann felagið innan eina viku krevja fund við setanarmyndugleikan.
§ 15. Lønarútgjalding
Mánaðarløn verður goldin afturút. Lønin verður goldin umleið 25. í mánaðinum.
2. Partur.
Tímaløntir heima-/heilsuhjálparar.
§ 16. Løn og arbeiðstíð
Heimahjálpari við útbúgving, ið arbeiðir minni enn 15 tímar um vikuna í miðal, fær tímaløn, ið er 1/2080 av galdandi ársløn sambært hjáløgdu lønartalvu. Lønaraldur verður latin í lutfalli til arbeiddu tíðina.
Fyri heimahjálpara uttan útbúgving er tímalønin á fyrsta lønarstigi sambært galdandi lønartalvu. Fyri kvøldtímar (17-23) verður lønin eins og hjá fastløntum á fyrsta lønarstigi.
Stk. 2. Um tímaløntur heima-/heilsuhjálpari í 3-mánaða skeiðnum hevur arbeitt meira enn 40 tíma viku í miðal, verður goldin úrtíðarløn, sum er 50% eyka av vanligu lønini.
§ 17. Barnsferð og sjúka.
Fyri barnsferð og sjúku eru reglurnar í lógini um barsilsskipan og dagpeningalógini galdandi.
§ 18. Uppsøgn.
Heima-/heilsuhjálpari, sum settur er at arbeiða sum tímaløntur, hevur tríggja daga freist at siga seg úr starvi. Arbeiðsgevari kann uppsiga heima-/heilsuhjálpara við niðanfyri standandi freistum:
1., 2. og 3. mánaðin er uppsagnartíðin 7 dagar.
4., 5. og 6. mánaðin er uppsagnartíðin 14 dagar.
7., 8. og 9. mánaðin er uppsagnartíðin 21 dagar.
10., 11. og 12. mánaðin er uppsagnartíðin 28 dagar.
Eftir 1 ár í starvi er uppsagnartíðin 30 dagar.
Heima-/heilsuhjálpari, sum hevur framt brot sambært § 14, kann tó sigast úr starvi beinanvegin.
§ 19. Viðbøtur.
Fyri klæði verða goldin 76 oyru afturat tímalønini.
§ 20. Aðrar setanartreytir
Fyri tímaløntar heima-/heilsuhjálparar galda annars reglurnar í:
- § 1,
- § 2, stk. 5, 3 punktum ( tíðin, ið neyðug er at ferðast húsanna millum, verður at roknað sum arbeiðstíð)
- § 2 stk. 3, 6 og 7
- § 3, stk. 1-7,
- § 5,
- § 6,
- § 7 og
- § 9.
3. Partur.
Gildisreglur v.m.
§ 21. Samstarvsnevnd og gerðarrættur.
Trætur um tulking av hesum sáttmála verða fyrst at viðgera í samstarvsnevnd, sum hevur hesar limir: Stovnsleiðslan, deildarumboð fyri Trivnaðarmálaráðið, deildarumboð fyri Fíggarmálaráðið, og tríggjar limir, sum Heilsuhjálparafelag Føroya tilnevna. Samstarvsnevndin kann eisini taka onnur mál sáttmálanum viðvíkjandi til viðgerðar.
Stk. 2. Fæst ikki loysn til vega í samstarvsnevndini, kann hvør parturin leggja mál um tulking av hesum sáttmála fyri gerðarrætt, har hvør parturin velur tveir limir, sum í felag velja ástøðumannin. Er ikki semja, verður hann tilnevndur av Føroya Rætti.
Stk. 3. Partarnir velja sínar gerðarrættarlimir í seinasta lagi 30 dagar eftir, at hin parturin skrivliga hevur boðað frá, at hann ynskir málið fyri gerðarrætt.
§ 22. Skyldur o.a.
Leiðslan hevur skyldu til at upplýsa Heilsuhjálparafelag Føroya um broytingar í arbeiðsviðurskiftum og útbúgvingarviðurskiftum og gera hesar aftaná samráðingar við felagið.
§ 23. Gildiskoma og uppsøgn
Hesin sáttmáli er galdandi frá 1. juni 2001, og báðir partar kunnu siga hann upp við 3 mánaða freist, tó í fyrsta lagi til tann 1. januar 2004.
Tórshavn, tann 27. juni 2001
Fíggarmálaráðið Heilsuhjálparafelag Føroya
Avtala um tiltøk at styrkja førleikamenning, eldrapolitikk, familjupolitikk og javnstøðu
1. Inngangur
Tað er týdningarmikið, at starvsfólkið hevur møguleika fyri persónligari menning, og neyðugt er samstundis at taka atlit at sambandið millum arbeiðslív og onnur lívsviðurskifti. Partarnir eru tí samdir um, at styrkja teir møguleikar, ið stovnarnir hava, tá ið teir evna sín starvsfólkapolitikk á hesum økjum:
- Førleikamenning
- Tiltøk, sum kunnu stuðla undir eldrapolitikk á landsins stovnum
- Tiltøk, sum kunnu stuðla undir familjupolitikk á landsins stovnum
- Javnstøða
Harafturat eiga rættindi hjá starvsfólkum at verða vird, verður virksemi hjá landinum lagt til onnur at reka.
2. Førleikamenning
Leiðslur og starvsfólk eru týdningarmesta tilfeingið hjá landsins stovnum. Tað er tað arbeiði, sum tey í landsins tænastu inna, sum ger av, um úrslitini verða góð. Framhaldandi at menna starvsfólkini er tí umráðandi fyritreyt fyri, at landsins stovnar mennast.
Partarnir eru tí samdir um, at:
- miðvís og dagførd eftir- og víðariútbúgving av starvsfólkinum er ein fyritreyt fyri virkisfýsnum almennum stovnum við høgum tænastustigi.
- hvør stovnur sær skal virka fyri, at starvsfólkinum stendur í boði at kunna menna sín førleika bæði gjøgnum sítt dagliga yrki og við eftir- og víðariútbúgving. Til tess at røkka hesum endamáli, eigur hvør stovnur at seta sær miðvís menningarmál.
- endamálið við hesi avtalu er at geva starvsfólkinum umstøður at menna seg sjálvt og síðani møguleikar, at átaka sær virknari leiklut at mynda virki stovnsins. Harumframt ber til hjá leiðsluni at menna almenna tænastuførleikan.
- starvsfólk og leiðsla hava í felag ábyrgdina av førleikamenningini. Uppgávan hjá stovninum er at bera so í bandi, at starvsfólkini altíð eru skikkað til uppgávuna.
- Sáttmálapartarnir seta ein arbeiðsbólk, sum í sáttmálaskeiðnum skal tilevna eina vegleiðing um eina skipaða útbúgvingarætlan til starvsfólk á landsins stovnum.
3. Tiltøk, sum kunnu stuðla undir eldrapolitikk á landsins stovnum
Fyri at varðveita eldri starvsfólk og fakligu vitan teirra á arbeiðsmarknaðinum, eru partarnir samdir um, at sum liður í eldrapolitikkinum á einstaka stovninum eigur at bera til at gera skipanir til starvsfólk, sum eru 60 ár og eldri – um so er, at tey sjálvi vilja tað, og umstøðurnar á arbeiðsplássinum annars eru til tess – at leggja síni eldru ár á arbeiðsmarknaðinum soleiðis til rættis, at tey fáa eina liðiliga tillagingarskipan, áðrenn tey fara úr starvi.
Tá ið stovnar evna sín eldrapolitikk, kunnu teir sum part í hesum gera sjálvbodnar skipanir, í hesum karmi:
Niðursett tíð
Hesar treytir skulu verða loknar, so at starvsfólk skal kunna koma undir skipanina:
- vera fylt 60 ár
- hava starvast hjá landinum seinastu 10 árini
- arbeiðstíðin skal vera minst 20 tímar um vikuna, eftir tað, at hon er niðursett
Starvsfólk kann fara uppí ¼ niður í starvstíð við lutfalsliga at fara niður í løn.
Stovnurin kann í hesum tíðarskeiðinum gjalda eftirlønargjaldið, sum um starvstíðin var ikki sett niður.
Lægri starv
Stovnur kann eftir umsókn játta starvsfólki, ið hevur fylt 55 ár, at fara í annað lægri starv, um so er, at starvsfólkið seinastu 10 árini hevur starvast fulla tíð hjá landinum í einum starvi við leiðsluábyrgd ella í øðrum serliga krevjandi starvi.
Lønin verður tá samsvarandi lægra starvinum, men starvsfólkið fær framvegis heilt ella lutvíst eftirlønargjaldið í hægra starvinum, fyri eitt tíðarskeið, sum í mesta lagi má vera 7 ár.
Stovnurin kann veita eitt ikki eftirlønargevandi ískoyti, sum í mesta lagi kann vera munurin millum lønina í lægra flokkinum og lønina í hægra flokkinum. Ískoytið kann í mesta lagi verða veitt í 3 ár.
4. Tiltøk, sum kunnu stuðla undir familjupolitikk á landsins stovnum
Tá ið lagt verður til rættis, eiga bæði starvsfólk og leiðsla at vísa lagaligheit og smidleika, fyri at betri samanhangur kann verða millum familjulív og arbeiðslív.
Í teimum førum, tá ið børn verða innløgd á sjúkrahús, og lækni sigur tað vera neyðugt, at annað av foreldrunum verður innlagt við, kann starvsfólkið, loyva arbeiðsumstøðurnar tí, brúka dagarar, ið starvsfólkið eigur til frí við løn, tá ið barn/børn teirra eru sjúk, samanhangandi longur enn 2 dagar.
5. Javnstøða
Lønarskipanin eigur at verða so mikið greið, at hon gevur betri trygd fyri, at javnstøða er millum kynini, tá ið lønin verður ásett.
6. Umleggja alment virksemi
Um so er, at virksemi hjá landinum verður yvirtikið av øðrum at reka, eiga tær avtalur, rættindi og skyldur, landið hevur mótvegis starvsfólkunum, tá ið umskipanin fer fram, óskerdar at verða førdar yvir á tann, sum yvirtekur virksemið.
Tórshavn, hin 8. apríl 2001
Starvsmannafelagið Fíggjarmálastýrið
Álitismannaskipan fyri heimahjálparar/almanna- og heilsuhjálparar.
Í bygdum, har 5 ella fleiri hjálparar búgva og/ella starvast, og har samlaða arbeiðstíðin hjá hesum hjálparaum er oman fyri 75 tímar um vikuna, hava hjálpararnir rætt til at velja sær álitisfólk, ið verða vald fyri tvey ár í senn.
Fyri at kunna verða valdur sum álitisfólk, skal viðkomandi hava arbeitt sum hjálpari í minsta lagi 1 ár.
Heilsuhjálparafelag Føroya skal góðkenna val av álitisfólki og tiltaksfólki.
Stk. 2. Álitisfólkini skulu eisini hava tiltaksfólk, ið verða vald á sama hátt sum álitisfólkið. Hesi skulu, tá álitisfólk hevur forfall, virka undir somu treytum og hava somu sømdir sum álitisfólkið.
§ 2
Álitisfólkið er umboðs- og tingingarfólk hjá hjálparum mótvegis leiðsluni og skal gera sítt til at arbeiði fer siðiliga fram.
Leiðslan og álitisfólkið eiga í felag at fremja eitt gott samarbeiði.
§ 3
Álitisfólkið skal bera fram klagur og tilmæli frá arbeiðsfeløgum til leiðsluna.
Stk. 2. Álitisfólkið hevur eisini átalurætt viðvíkjandi ótrygd á arbeiðsplássinum. Sí annars løgtingslóg nr. 58 frá 24. mai 1974.
§ 4
Um álitisfólk, tá samráðing er farin fram, ikki er komið til eina loysn við leiðsluna viðvíkjandi trupulleikum í arbeiðinum, sum hjálparar ikki hava kunnað góðtikið, skal málið beina vegin leggjast fyri Heilsuhjálparafelagið.
Stk. 2. Hjálparar kunna ikki leggja arbeiðið niður, fyrr enn nærri boð eru komin frá fakfelagi teirra.
§ 5
Skyldur hjá álitisfólki skulu fremjast soleiðis, at tað sum minst tarnar arbeiðinum. Tá álitisfólk noyðast at fara úr arbeiði fyri at gera skyldur sínar, skal tað vera eftir avtalu við eftirlitsfólkið. Ber ikki til at fáa avtalu við hesi, so skal avtala gerast við leiðsluna.
Í hesum føri, eins og tá leiðsla ella eftirlitsfólk boðsendir álitisfólk um mál, ið hava við heima/almanna- og heilsuhjálp ella arbeiðsviðurskifti teirra at gera, skal álitisfólkið fáa ta vanligu lønina fyri ta tíð, tað er úr arbeiði.
Stk. 2. Álitisfólk fær tænastufrí við løn til at fara á skeið, ið fakfelag teirra ella leiðslan skipar fyri, so álitisfólkið fær møguleika at útbúgva seg í samráðingarkynstri, samstarvs- og talukynstri v.m.
§ 6
Álitisfólk kunnu bert verða søgd upp, eftir at arbeiðsgevarin frammanundan hevur lagt málið fram við grundgeving sínari fyri fakfelagið hjá álitisfólkinum.
Stk. 2. Álitisfólk skal, áðrenn uppsøgnin verður gjørd, hava høvi til á fundi, har arbeiðsgevari (leiðsla) eru umboðað, at føra sjónarmið síni fram.
Stk. 3. Uppsagnartíðin hjá álitisfólki er 6 mánaðir. Álitisfólk kunnu bert verða søgd upp við haldgóðari grundgeving.
§ 7
Metir álitisfólkið ella fakfelag tess, at treytirnar fyri uppsøgnini ikki eru loknar, verður málið at leggja fyri gerðarrætt samsvarandi § 20, stk. 2 í sáttmálanum.
Stk. 2. Kemur gerðarrætturin til ta niðurstøðu, at haldgóðar grundir ikki eru fyri uppsøgnini, og arbeiðsgevarin (leiðslan) ikki tekur uppsøgnina aftur, kann gerðarrætturin áleggja arbeiðsgevarinum at rinda álitisfólkinum endurgjald, sum svarar til løn í 6 mánaðir.
§ 8
Broytingar í hesi álitismannaskipan kunnu bert gerast í sambandi við sáttmálasamráðingar.
§ 9
Um so er, at ivamál taka seg upp viðvíkjandi hesi skipan skal samráðing fara fram millum samstarvsnevndina, ið er millum feløgini, leiðsluna og arbeiðsgevara.
Stk. 2. Fæst ikki semja, verður málið at leggja fyri gerðarrætt sambært § 20, stk. 2 í sáttmálanum.
§ 10
Nevndarlimir hava rætt til ein dag um mánaðin við løn til nevndararbeiði.
Tann, sum verður vald/ur til forkvinnu/formann í felagnum hevur altíð rætt til at fáa farloyvi uttan løn, og hevur stovnurin skyldu at hava starv til viðkomandi, tá formanstíðin er úti.
Tórshavn, tann 14. september 1995
Føroya Landsstýri
Edmund Joensen
Súsanna Danielsen