Sjúka

Sjúka
Sjúka

Tá talan er um sjúku hjá heima-/heilsuhjálpara verður víst til ásetingarnar í § 5í Starvsmannalógini.

Viðmerking: Fyri tey ið hava øðrvísi faktiskt tímatal enn setanarbrøkurin, verður løn undir sjúku ongantíð minni enn miðaltímatalið fyri 6 teir seinastu mánaðirnar.

Heima-/heilsuhjálparar hava rætt til frí við løn, tá barn/børn teirra eru sjúk, tó hægst 2 dagar hvørja ferð og í mesta lagi tilsamans 10 dagar árliga. Hava tey meira enn 2 børn undir 10 ár, kunnu tey fáa frí upp til 20 dagar.

Back to top button