Pensjónssamansparingin
Pensjónssamansparingin verður útgoldin, tá limurin hevur rokkið pensjónsaldur p.t. 67 ár.
Pensjónin, sum stavar frá inngjøldum fram til 1/1-12, verður skattað við útgjald. Inngjøld til pensjón eftir henda dag verða útgoldin skattafrítt.
Pensjónssamansparing, sum er inngoldin eftir 1/1-14, verður útgoldin eftir ásetingunum í Eftirlønarlógini.
Pensjónin verður rentað við marknaðarrentu og er sett í “varið váðastøði”. Ynskir limurin annað váðastøði enn “varið váðastøði”, skal hetta skrivliga fráboðast Betri pensjón.
Í sambandi við íløgupartin verður víst til heimasíðuna www.betri.fo.