Viðurskifti at hugsa um
Meginparturin av limunum hjá HHFF eru kvinnur. Lívsgongdin hjá kvinnum sær í miðal soleiðis út:
Umleið 80% av øllum kvinnum fáa eitt langt lív – tær náa pensjónsaldur. Fyri hesar er tað sera umráðandi, at ein pensjónsloysn hevur eina góða uppsparing. 20% av kvinnunum fáa eina heldur daprari lívsgongd. 10% av kvinnunum vera fyri teirri vanlagnu, at tær doyggja áðrenn pensjónsaldur. Fyri tey avvarðandi er sera umráðandi, at lívstrygging er tengd at pensjónsloysnini, soleiðis at deyðin hjá liminum fær so avmarkaðar fíggjarligar fylgjur um gjørligt. Sum umrøtt aðrastaðni, verður uppsparingin hjá limi tó eisini arvað av næsta avvarðandi.
Miðallivialdurin hjá kvinnum er longri enn tann hjá monnum. Av somu orsøk er sannlíkindi hjá kvinnum at gerast óarbeiðsførar ella avlamnar størri. Í myndini sæst, at tey seinastu 10%-ini av kvinnunum gerast avlamnar í styttri ella longri tíð onkuntíð á lívsleiðini – tær gerst óarbeiðsførar. Hetta óarbeiðsføri ger, at lønarinntøkan kann hvørva í eitt tíðarskeið. Fyri hendan bólk er umráðandi, at pensjónsloysnin hevur trygging, ið lættir um fíggjarliga, um hendan vanlukka skuldi hent.
Vit síggja, at tað ikki er nøktandi bert at hava eina uppsparing, tá tosað verður um eina pensjónsloysn. Ei heldur er tað nøktandi, bert at hava tryggingar, tí so verður lítið at liva av hjá øllum teimum, sum gerast pensjónistar. Samstundis má ikki rindast ov nógv fyri tryggingar, tí eitt ov høgt tryggingargjald hevur eisini neilig árin á uppsparinginar. Tað eru sostatt fleiri atlit at taka, tá ein pensjónsloysn skal byggjast upp.