Tíðindi

Lurtið eftir hesum starvsfólkum, tey hava eina rødd, sum tey hava brúkt, til at takka nei!

Órætturin ímóti hjálparfólkum sleptur

Herfyri varð eitt tilmæli samtykt av Eldranevndini, eftir áheitan frá umsitingini í Tórshavnar Kommunu, at hjálparfólkini ið starvast í Heimatænastuni, skuldu taka sær av reingerðini, umframt teirra vanliga starvi sum røktarstarvsfólk.

Hetta fór ikki ótalað framvið hjá Heilsuhjálparafelagnum. Málið bleiv sostatt beint aftur í nevnd til nýggja viðgerð og har bleiv einmælt samtykt í Eldranevndini, at limirnir í Heilsuhjálparafelagnum, ikki skulu taka sær av reingerðini. Eg vil fegin takka tykkum øllum av hjartað, fyri at tit lurtaðu og ikki tvingaðu nakað ígjøgnum, sum hvørki fakfelagið ella limirnir kundu góðtaka.

Tað skal ofta eitt øgiligt lobbyarbeiði til, at fáa broytt eina politiska avgerð, tá tað so eydnast, er kenslan fantastisk.

Vit stóðu saman, felag, álitisfólk og starvsfólk, um hetta álvarsmál.

Eg fari at takka Anniku Olsen, býráðslimi og lim í Eldranevndini,  fyri hennara ótroyttiliga stríð í hesum málinum. Uttan hennara hjálp, komu vit ikki á mál.  Takk til tykkum øll í Eldranevndini, sum tóku ta røttu avgerðina. Takk fyri at tit lurtaðu! Eg eri sera takksom.

Vinarliga

Mary Antonsdóttir, forkvinna

Heilsuhjálparafelag Føroya

Dáma og deil:
Vís meira

Líknandi

Back to top button