Notat um eftirløn til heima-/heilsuhjálparar

Notat um eftirløn til tímaløntar heima-/heilsuhjálparar

Í sáttmálanum fyri heima-/heilsuhjálparar millum Fíggjarmálaráðið og Heilsuhjálparafelag Føroya 2013 – 2015 er soljóðandi áseting um eftirløn:

§ 11. Eftirløn

Fyri heima-/heilsuhjálparar, íð settir eru eftir sáttmála millum Heilsuhjálparafelag Føroya og Fíggjarmálaráðið, skal verða rindað eftirlønargjald av løn sambært setanarbrøki og fyri meirtímar (tó ikki viðbøtur o.l.), treytað av at viðkomandi hevur verið í starvi í minst 1 ár, og miðaltímatalið er 15 tímar ella meira.

Stk. 2. Eftirlønargjald

Fyri tímaløntar heima-/heilsuhjálparar, íð arbeiða minni enn 15 tímar um vikuna í miðal um árið, verður ikki goldið eftirlønargjald.

Arbeiðsgevarin rindar eftirlønargjald.

Upphæddin fer í eftirlønarskipan, sum partarnir gera serstaka semju um.

Fyri tey yvir 60 ár- ella sum vegna heilsu – ikki kunnu koma í eftirlønarskipanina, gera partarnir eina uppsparingarskipan ella líknandi.

Eftir hesi áseting um eftirløn, skal ein tímaløntur heima-/heilsuhjálpari arbeiða, í miðal 15 tímar um vikuna í eitt ár t.v.s. minst 780 tímar, áðrenn viðkomandi hevur rætt til eftirløn. Samstundis inniber henda skipan, at hvønn mánað, sum heima-/heilsuhjálpari fær løn útgoldna, má løntakarin, sambært lóg um eftirløn, gjalda 2 % (2% er galdandi fyri 2016, væntandi verður hetta broytt til 3% í 2017. 4% í 2018 osv. Upptil 15%) av egnari løn í eftirlønargrunn. Um so er, at løntakarin við ársendan hevur arbeitt 780 tímar ella meira, skal arbeiðsgevarin gjalda 15% í eftirløn av allari árslønini.

Tilsamans verður tískil goldið 17% í eftirløn í 2016.

Í nýggja sáttmálanum millum Kommunala Arbeiðsgevarafelagið og Heilsuhjálparafelag Føroya 2015 – 2017 er ásetingin um eftirløn broytt, sum víst niðanfyri:

§ 12 um eftirløn verður soljóðandi

Fyri heima-/heilsuhjálparar, íð settir eru eftir sáttmála millum Heilsuhjálparafelag Føroya og Kommunala Arbeiðsgevarafelagið, skal verða rindað eftirlønargjald 15% av løn sambært setanarbrøki og fyri meirtímar upp til fulla tíð (tó ikki fyri viðbøtur o.l.).

Arbeiðsgevarin rindar eftirlønargjaldið.

Stk. 2.

Fyri tímaløntar heima-/heilsuhjálparar, íð arbeiða færri enn 59 tímar um mánaðin, verður ikki goldið eftirlønargjald.

Stk. 3.

Heima-/heilsuhjálparar, sum eru føddir áðrenn 01.01.1954, avgera sjálvir, um eftirlønargjaldið skal flytast í eina eftirlønarskipan ella útgjaldast teimum, sum løn.

“Broytingin av eftirlønini hjá tímaløntum heima-/heilsuhjálparar hevur við sær, at tímaløntir heima-/heilsuhjálparar framyvir hava rætt til eftirløn, tá teir hava arbeiða minst 59 tímar í einum útgjaldsskeiði (útgjaldsskeiðið kann antin ganga frá 1. Til 1 í einum mánað ella frá 15. til 15 í einum mánað).

Hetta hevur við sær, at Heima-/heilsuhjálparar, íð arbeiða 59 tímar í einum útgjaldstíðarskeiði framyvir koma at fáa útgoldið eftirløn saman við vanligu mánaðarlønini, og ikki sum áður síðst í árinum, eftir at samlaða tímatali fyri ári er gjørt upp.

Tey útgjaldstíðarskeið, íð tímaløntur Heima-/heilsuhjálparar ikki arbeiðir minst 59 tímar, hevur viðkomandi ikki rætt til eftirløn frá arbeiðsgevara sínum, tó má Heima-/heilsuhjálpari, sambært lóg um eftirløn, sjálvur í 2016 gjalda 2% í eftirløn.

Tá eftirløn verður flutt til eftirlønarveitaran, tá skal tað framganga, hvørjar veitingar eru fyri tímaløntar Heima-/heilsuhjálparar – og hvørjar veitingar eru fyri fastløntar Heima-/heilsuhjálparar.

Nýggja skipanin um eftirløn kemur í gildi 1. januar 2017.

Fyrimunurin við nýggju skipanini er, at løn og eftirløn fella til gjaldingar um somu tíð. Vansin við nýggju skipanini er, at onkur einstakur Heima-/heilsuhjálpari møguliga kemur at missa rætt til nakað av eftirløn. Orsøkin til at onkur kann missa nakað av eftirløn, kemst av, at ein Heima-/heilsuhjálpari møguliga arbeiðir sera nógvar tímar nakrar mánaðir – og minni enn 59 tímar aðrar mánaðir, men at hesin við ársenda hevur eitt tímatal, sum kemur upp um 780 tímar. Eftir gomlu skipanini hevði hesin Heima-/heilsuhjálpari fingið eftirløn fyri alt ári, meðan viðkomandi, eftir nýggju skipanini, einans fær fulla eftirløn fyri tey útgjaldstíðarskeið, sum viðkomandi arbeiðir minst 59 tímar.

Hinvegin, so skulu Heima-/heilsuhjálparar sjálvir gjalda fyri egna eftirløn 2% (2016), fyri teir mánaðir, íð hesir arbeiða farri enn 59 tímar um mánaðin.

 

Tórshavn tann 14. oktober 2016

 

Heilsuhjálparafelag                                                 Føroya Kommunala Arbeiðsgevarafelagið

Dáma og deil:
Vís meira
Back to top button