Sáttmáli 01.01.2006 ‐ 01.01.2008
Innihald
Sáttmáli 01.01.2006 ‐ 01.01.2008………………………………………………………………………………………………. 1
Sáttmáli millum Heilsuhjálparafelag Føroya og Fíggjarmálaráðið 2006……………………………………………. 3
Sáttmálaøki og samráðingarrættur…………………………………………………………………………………………. 3
- 2. Løn og arbeiðstíð………………………………………………………………………………………………………….. 3
- 3. Samsýning fyri ólagaliga arbeiðstíð……………………………………………………………………………………. 5
- 4. Viðbøtur……………………………………………………………………………………………………………………… 6
- 5. Undirvísing………………………………………………………………………………………………………………….. 6
- 6. Tænastuferðir og koyring………………………………………………………………………………………………… 7
- 7. Frídagar………………………………………………………………………………………………………………………. 7
- 8. Frítíð………………………………………………………………………………………………………………………….. 7
- 9. Eftirløn……………………………………………………………………………………………………………………….. 7
- 10. Tilkallivakt…………………………………………………………………………………………………………………. 8
- 11. Prístalsviðgerð……………………………………………………………………………………………………………. 9
- 12. Barnsferð…………………………………………………………………………………………………………………… 9
- 13. Sjúka………………………………………………………………………………………………………………………… 9
- 14. Eftirsitiløn………………………………………………………………………………………………………………….. 9
- 15. Farloyvi……………………………………………………………………………………………………………………… 9
- 16. Uppsøgn……………………………………………………………………………………………………………………. 9
- 17. Lønarútgjalding…………………………………………………………………………………………………………. 10
- 18. Løn og arbeiðstíð……………………………………………………………………………………………………….. 10
- 19. Barnsferð og sjúka……………………………………………………………………………………………………… 10
- 20. Uppsøgn………………………………………………………………………………………………………………….. 10
- 21. Viðbøtur………………………………………………………………………………………………………………….. 10
- 22. Aðrar setanartreytir……………………………………………………………………………………………………. 11
- 23. Samstarvsnevnd og gerðarrættur………………………………………………………………………………….. 11
- 24. Skyldur o.a……………………………………………………………………………………………………………….. 11
- 25. Gildiskoma og uppsøgn……………………………………………………………………………………………….. 12
Lønartalva – Heima‐/heilsuhjálparar 1. januar 2006………………………………………………………………….. 13
Lønartalva – Heima‐/heilsuhjálparar 1. apríl 2006…………………………………………………………………….. 14
Avtala um serstaka fríviku…………………………………………………………………………………………………… 15
Avtala um tiltøk at styrkja førleikamenning, eldrapolitikk, familjupolitikk og javnstøðu…………………….. 16
Avtala um strategiska og skipaða førleikamenning á stovnum landsins…………………………………………. 18
Álitismannaskipan fyri heimahjálparar/almanna‐ og heilsuhjálparar…………………………………………….. 19
- 2 ……………………………………………………………………………………………………………………………………………. 20
- 3 ……………………………………………………………………………………………………………………………………………. 20
- 4 ……………………………………………………………………………………………………………………………………………. 20
- 5 ……………………………………………………………………………………………………………………………………………. 20
- 6 ……………………………………………………………………………………………………………………………………………. 20
- 7 ……………………………………………………………………………………………………………………………………………. 20
- 8 ……………………………………………………………………………………………………………………………………………. 21
- 9 ……………………………………………………………………………………………………………………………………………. 21
- 10 ………………………………………………………………………………………………………………………………………….. 21
Skiftisskipan…………………………………………………………………………………………………………………….. 22
Protokollat………………………………………………………………………………………………………………………. 23
Sáttmáli millum
Heilsuhjálparafelag Føroya og
Fíggjarmálaráðið 2006
Sáttmálaøki og samráðingarrættur.
Sáttmálin fevnir um heima‐/heilsuhjálparar, har samráðingarpartarnir eru Fíggjarmálaráðið og Heilsuhjálparafelag Føroya.
§ 1. Setan.
Til tess at verða settur í starv sum heima‐/heilsuhjálpari, skal viðkomandi vera fyltur 18 ár. Við setanina váttar heima‐/heilsuhjálpari við undirskrift at halda arbeiðsreglurnar.
Tá ið heima‐/heilsuhjálpari verður settur í starv, skal hon/hann hava setanarbræv, har m.a. skal verða ásett, nær starvsetanin er farin fram, starvsøki og arbeiðstíð sambært § 2.
Setanarbrøvini verða løgd fyri felagið, áðrenn tey verða tikin í nýtslu, soleiðis at felagið fær høvi at kanna, um orðingin er í samsvari við sáttmálan.
Leys heima‐/heilsuhjálparastørv skulu lýsast í føroyskum bløðum. Viðvíkjandi fyribilsstørvum vendir leiðslan sær til felagið.
Stk. 2. Verður nýtt starv skipað, sum higartil ikki er flokkað, verður flokkingin ásett í samráð við felagið.
1. Partur. Mánaðarløntir heima‐/heilsuhjálparar
§ 2. Løn og arbeiðstíð
Heima‐/heilsuhjálparar, ið hava staðið góðkent prógv og arbeiða meira enn 15 tímar um vikuna í miðal, verða løntir sambært hjáløgdu lønartalvu. Lønin er treytað av fullari arbeiðstíð, sum er 40 tímar í miðal um vikuna.
Heimahjálparar eru løntir á lønarstigi 1 – 6
Heilsuhjálparar eru løntir á lønarstigi 4 – 7. Frá 1. juni í 2004 verður tað broytt til lønarstig 5 – 8.
Teir heilsuhjálparar, sum í dag eru í starvi, verða hækkaðir eitt lønarstig og varveita starvsaldursbroytingina.
Heimahjálparar, ið hava lokið uppskúling til almanna‐ og heilsuhjálpara, flyta eitt stig upp, tá ið tær koma aftur í starv.
Heimahjálparar, sum nema sær hesa útbúgving og arbeiða í Heimarøktini, missa ikki starvsaldur sum heimahjálparar.
Framflutningur til næsta lønarstig fer fram aftaná 2 ára fullan starvsaldur á sama lønarstigi.
Er heimahjálpari settur at arbeiða minst 15 tímar um vikuna í miðal um árið, verður fullur starvsaldur roknaður.
Heilsuhjálpari, sum arbeiðir 15 tímar um vikuna í miðal um árið, verður mánaðarløntur aftan á eitt ára setan.
Stk.2. Heima‐/heilsuhjálpari, ið er settur at arbeiða minni enn 40 tímar um vikuna, verður løntur eftir vikutímatali/40.
Stk.3. Heimahjálparar, sum eru í starvi og skulu uppskúlast til heilsuhjálparar, fáa 80% av fullara løn á 1. lønarstigi, tá teir fara til uppskúling.
Skipanin er galdandi fyri teir heimahjálparar, sum vóru í starvi fyri 1. januar 2001.
Heimahjálparar, sum koma í starv aftaná 1. januar 2001, koma ikki undir hesa skipan við uppskúling, men mugu taka sjálva útbúgvingina.
stk. 4. Heima‐/heilsuhjálparar verða settir at arbeiða 15, 20, 25, 30, 35 ella 40 tímar um vikuna
Stk. 5. Arbeiðstíðin er 8 tímar um dagin. Tó eru møguleikar at gera avtalur um frávik, um arbeiðsgongdin á starvsstaðnum krevur tað. Partarnir eru samdir um at arbeiðið skal skipast uttan brot í arbeiðstíðini, har tað letur seg gera. Tíðin, ið neyðugt er at ferðast húsanna millum, verður at rokna sum arbeiðtíð.
Er mattíðin fastløgd, verður hon ikki roknað við í arbeiðstíðina. Er ikki møguleiki at fastleggja mattíðina, verður hon roknað sum arbeiðstíð, og skal haldast, tá ið arbeiðsgongdin loyvir tí. Henda fríløtan kann vera upp til ½ tíma, og skal starvsfólkið vera til taks, um brúk er fyri tí.
Verður arbeitt 2 tímar ella meiri út um vanliga arbeiðstíð, hevur starvsfólkið rætt til ½ tíma matarsteðg uttan lønarmiss.
Stk. 6. Mánaðarløntur heima‐/heilsuhjálpari eigur løn fyri í minsta lagi tað fasta tímatalið, sum hann er settur eftir, uttan mun til, um arbeiðsgevarin ger nýtslu av heima‐/heilsuhjálparanum ta ásettu tíðina. Fær fastløntur heima‐/heilsuhjálpari ikki arbeitt tað tímatalið, sum ásett er í arbeiðsætlanini, av orsøkum, sum hann ikki hevur skuld í sjálvur, eigur hann kortini løn fyri tað ásetta tímatalið henda dagin.
Stk. 7. Arbeitt verður eftir arbeiðsætlan, sum verður løgd fyri 4 vikur í senn, har tilskilað er:
- Hvørjir dagar eru arbeiðsdagar, og hvørjir eru frídagar.
- Talið á arbeiðstímum fyri hvønn arbeiðsdagin sær.
- Veruliga tíðin, sum tað tekur hjá heima‐/heilsuhjálparunum at koma úr einum heimi í annað (til gongu ella við bili) fyri hvørja ferðing sær. Har bólkarøkt er, verður hetta ikki tilskilað.
Broytingar mugu ikki fara fram tær seinastu 4 vikurnar, ið arbeiðstíðin er tilrættisløgd.
Um broytingar fara fram, skal tað bara vera undir serligum umstøðum, so sum sjúku og í samráð við starvsfólkið.
Frígonga, orsakað av uppsparing av serligum veitingum t.d. úrtíðararbeiði, sunnu‐ og halgidagsarbeiði og annað, skal kunngerast í arbeiðstíðini í seinasta lagi 72 tímar, áðrenn frígingið verður.
Um tilrættisløgd frígonga verður tikin aftur, skal hetta kunngerast í seinasta lagi 72 tímar, áðrenn farið verður undir arbeiðið, sum liggur beint áðrenn, farið verður undir frídagar. Um ikki er fráboðað rættstundis, skal tíðin samsýnast sum úrtíð/mist frítíð.
Um heima‐/heilsuhjálpari verður boðsendur til arbeiðis, fær viðkomandi løn fyri minst 3 tímar. Hetta er galdandi fyri dagar, sum ikki eru fastlagdir sum 0‐dagar.
Verður heima‐/heilsuhjálpari boðsendur til arbeiðis á døgum, ið eru fastlagdir sum frídagar (0 dagar), fær viðkomandi løn sum fyri serstakar frídagar. Hetta merkir, at samsvarandi frítíð verður latin annan dag umframt úrtíðarløn.
Stk. 8. Tá 4 vikurs skeiðið samb. stk. 7 er farið, verður uppgjørt, hvussu nógv heima‐/heilsuhjálparin hevur arbeitt. Hevur fastløntur heima‐/heilsuhjálpari arbeitt meira enn ásetta tímatalið, verður meirarbeiðið lønt við tímaløn, sum er 1/2080 av árslønini. Harafturat verður latin samsýning fyri ólagaliga arbeiðstíð.
Um heima‐/heilsuhjálpari í 3 samanhangandi mánaðir hevur arbeitt meira enn 40 tíma viku í miðal, verður goldin úrtíðarløn, sum er 50% eyka av vanligu lønini. Heima‐/heilsuhjálpari avgerð sjálvur, um hann vil hava úrtíð útgoldna í løn ella avspákaða. Boðað eigur at verða frá avspáking, áðrenn arbeiðsætlan verður løgd. Avspáking verður løgd í samráð við leiðaran.
Stk. 9. Bólkaleiðarar verða settir sambært starvslýsing dagfest tann 23.05.2002
- Arbeiðstíðin hjá bólkaleiðaranum er 40 tímar um vikuna, ella sambært setanabrøki.
- Áðrenn ein bólkaleiðari verður settur í starv, verður gjørt av, um setanin er í einum smærri øki ella í einum størri øki.
- Fyri ábyrgd og vansar sum fylgja við starvinum, so sum at svara telefon eisini heima, fær bólkaleiðarin eina mánaðarliga ikki eftirlønargevandi viðbót, sum er 1000 kr. fyri smærru økini, 1750 kr. fyri stóru økini.
§ 3. Samsýning fyri ólagaliga arbeiðstíð.
Stk. 1. Fyri arbeiði í tíðarskeiðinum kl. 17.00 ‐ 23.00 verður latin viðbót sambært avtalu um vaktargjøld o.a.
Stk. 2. Fyri arbeiði í tíðarskeiðinum kl. 23.00 ‐ kl. 06.00, tó mánanátt frá kl. 00.00 ‐ 06.00, verður latin viðbót sambært avtalu um vaktargjøld o.a.
Harumframt verður fyri arbeiði í tíðarskeiðinum sunnunátt kl. 23.00 til 06.00 goldin sunnudagsviðbót afturat náttarviðbótini, og fyri arbeiði í tíðarskeiðnum frá kl. 00.00 ‐ 06.00 mánanátt verður leygardagsviðbót tíð goldin afturat náttarviðbótini.
Stk. 3. Fyri arbeiði leygardagar millum kl. 06.00 ‐ 24.00 verður latin viðbót sambært avtalu um vaktargjøld o.a.
Stk. 4. Fyri arbeiði sunnu‐ og halgidagar og serstakar frídagar verður latin 30 minuttir eyka fyri hvønn arbeiðstíma. Heima‐/heilsuhjálpari kann í samráð við leiðsluna avspáka hesar tímar.
Stk. 5. Tá ið heima‐/heilsuhjálpari er til hjálpar í neyðsynd, eitt nú við sjúkrabili ella tyrlu, fær hann sum eyka samsýning kr. 100,00. Fyri at gera lík í stand og leggja í kistu verður latið tað sama sum til heima‐ sjúkrasystrar (kr. 140,‐)
Stk. 6. Minsta ómaksløn fyri at verða boðsendur á nátt (millum kl. 23.00 og 06.00) er tríggjar tímar umframt eykagjaldið.
Stk. 7. Partíðarsett, sum ynskja tað og sum í einum tríggja mánaða óbrotnum tíðarskeiði í miðal hava arbeitt meir enn 20% út yvir ásettu arbeiðstíðina, hava rætt til at leingja føstu arbeiðstíð sína við hesum prosenttali, og fáa tey átekning á setanarbræv sítt um, at arbeiðstíðin er longd.
Stk. 8. Heima‐/heilsuhjálpari, sum fyribils røkir hægri starv í minst eina viku, eigur í hesum tíðarskeiði somu løn, sum viðkomandi hevði fingið, um viðkomandi var sett í hetta hægra starvið.
Stk. 9. Fyri hvørjar fullar 40 tímar sum kvøld‐ ella náttararbeiði eigur starvsfólk frí í 3 tímar.
Kvøld‐ ella náttararbeiði er arbeiði, sum er byrjað kl. 14 ella seinni, og sum endar seinni enn kl. 17. Hesar reglur galda fyri allar yrka‐, sunnu‐ og halgidagar, men ikki fyri yvirtíð, tilkalli‐ og samdøgursvaktir.
Henda regla umfatar ikki tímalønt, av tí at tey fáa fulla samsýning í tímaløn fyri kvøld‐ og náttararbeiði.
§ 4. Viðbøtur.
Fyri klæði verða goldnar kr. 1800,00 árliga.
Stk. 2. Heima‐/heilsuhjálparar, sum hava lokið prógv sum praktikkvegleiðarar, fáa kr. 600 um mánaðin í viðbót ta tíðarskeiðið tey virka sum praktikkvegleiðarar.
Treytin fyri at fáa hesa viðbót er tann, at praktikkvegleiðingin virkar samsvarandi reglum settar av Almanna‐ og heilsumálaráðnum.
Stk. 3. Verður heima‐/heilsuhjálpari settur sum samskipari á sambýli, t.e. at samskipa praktiska arbeiðið á sambýlinum, verður veitt viðbót sum er 700 kr. um mánaðin.
Stk. 4. Frá 1. apríl í 2006 verður hendan viðbót veitt fyri eftirútbúgving: Demenssamskiparar “160 tímar” fáa kr. 750 um mánaðin.
Treytin fyri at hendan viðbót verður latin er, at viðkomandi av leiðsluni er settur at starvast við hesi sergrein.
§ 5. Undirvísing
Heilsuhjálparar hava rætt til serliga løn fyri undirvísing og fyrireiking til undirvísing eftir hesum reglum:
- Liggur fyrireiking og frálæra í arbeiðstíðini, fæst einki
- Liggur frálæra í vanligari arbeiðstíð, og fyrireiking uttan fyri arbeiðstíð, verður endurgoldin hálv tímaløn fyri ta tíð, frálæran
- Liggur frálæra eftir arbeiðstíð, verður endurgoldið fyri teir tímar, frálæran varir. Goldin verður tímaløn sambært avtalu um vaktargjøld a..
§ 6. Tænastuferðir og koyring
Dag‐ og tímapeningur undir tænastuferð og endurgjald fyri nýtslu av egnum bili í tænastuørindum verður sum fyri tænastumenn landsins, tó soleiðis, at avtalað er:
- Samsýning verður goldin fyri koyring við egnum bili uttan mun til, um koyringin fer fram innan ella uttan fyri kommununa, har viðkomandi heima‐/heilsuhjálpari býr.
- Tó verður ikki goldin samsýning fyri koyring frá bústaðnum hjá heima‐/heilsuhjálparanum til fyrsta stað tær møta, tað veri seg bólkahøli ella heim hjá brúkara, og frá seinasta heimi, sum heima‐
/heilsuhjálparin skal vitja, og til húsar aftur uttan so, at talan er um heim, sum liggur uttan fyri núverandi arbeiðsøki hjá viðkomandi heima‐/heilsuhjálpara.
- Um broytingar verða gjørdar í verandi arbeiðsøkjum hjá heima‐/heilsuhjálparum, binda partanir seg til at taka uppaftur spurningin um koyring frá húsum og
- Tá steðgur er í arbeiðstíðini, verður eisini goldin samsýning fyri koyring til og frá búðstaðnum hjá heima‐/heilsuhjálparanum.
- Henda avtala er eitt lið í arbeiðsætlanini.
§ 7. Frídagar.
Umframt sunnudagar eru at rokna sum fastir frídagar:
Nýggjársaftan, nýggjársdagur, skírisdagur, langifríggjadagur, páskaaftan, 2. páskadagur, flaggdagur, dýribiðidagur, Kristi himmalferðadagur, hvítusunnuaftan, 2. hvítusunnudagur, ólavsøkudagur, jólaaftan, 1. jóladagur, 2. jóladagur.
Sum hálvir frídagar eru at rokna:
Grundlógardagur aftaná kl. 12, ólavsøkuaftan aftaná kl. 12.
Stk. 2. Verður arbeitt nevndu frídagar, verður samsvarandi frítíð latin annan dag.
Stk. 3. Starvsfólk hava harumframt rætt til serstakar frídagar eftir avtaluni um serstaka fríviku.
§ 8. Frítíð.
Fyri frítíð eru reglurnar í frítíðarlógini galdandi.
Parttíðarsett, sum arbeiða meira enn ásettu arbeiðstíðina fáa vanliga frítíðarløn fyri lønina, tey vinna fyri hetta meirarbeiði.
Um heima‐/heilsuhjálpari er óarbeiðsførur, tá ið frítíðin byrjar, verður frítíðin flutt.
§ 9. Eftirløn
Fyri heima‐/heilsuhjálparar, ið settir eru eftir sáttmála millum Heilsuhjálparafelag Føroya og Fíggjarmálaráðið, skal verða rindað eftirlønargjald av løn sambært setanarbrøki og fyri meirtímar (tó ikki viðbøtur o.l.), treytað av at viðkomandi hevur verið í starvi í minst 1 ár, og meðaltímatalið er 15 tímar ella meira.
Stk. 2. Eftirlønargjald
- apríl 2006 verður eftirlønargjaldið 10 % av grundlønini.
Fyri tímaløntar heima‐/heilsuhjálparar, ið arbeiða minni enn 15 tímar um vikuna í miðal um árið, verður ikki goldið eftirlønargjald.
Arbeiðsgevarin rindar eftirlønargjaldið.
Upphæddin fer í eftirlønarskipan, sum partarnir gera serstaka semju um.
Fyri tey yvir 60 ár ‐ ella sum vegna heilsu ‐ ikki kunna koma í eftirlønarskipanina, gera partarnir eina uppsparingarskipan ella líknandi.
§ 10. Tilkallivakt
Heima/heilsuhjálparum kann verða álagt hesar tilkallivaktir:
Vakt 1. Tilkallivakt frá heimi. Vakt 2. Tilkallivakt frá vaktstovu.
Heima/heilsuhjálpari hevur skyldu at møta beinanvegin, tá ið tilkallað verður. Tilkallivakt skal ikki verða skipað sum framhald av einari bundnari vakt.
Undir tilkallivakt hevur heima/heilsuhjálpari rætt til flutning/hýruvogn eftir skjalprógvi til og frá arbeiðsstaðnum við tilkalling.
Verður egið akfar nýtt, verður viðbót latin, ið svarar til ½ hýruvognsgjald. Galdandi fyri alla vaktina.
Stk. 2. Ein tilkallivakt er partur av tí vanligu vikuarbeiðstíðini samb. grein 2. stk. 4, við hesum virðum fyri hvønn tíma:
Vakt 1: 1/3 tíma (heima) Vakt 2: 3/4 tíma (vakstova)
Verður tilkallivaktin ikki roknað við í tí vanligu vikuarbeiðstíðina, verður hon roknað sum yvirtíðararbeiði. Verður eykatilkallivakt álagt, skal hon umroknast til vanligar tímar og samsýnast sum yvirtíð.
Stk. 3. Fyri ta tíð, roknað frá boðsending, tá ið virkið arbeiði verður gjørt undir tilkallivakt, verður samsýnt við yvirtíðarløn svarandi til tíma fyri tíma, harafturat eru viðbøturnar í grein 3. stk. 1‐6 eisini galdandi.
Hvørt uppkall telur minst 1 tíma arbeiði. Boðsending verður lønt fyri hvønn byrjaðan tíma við virknum arbeiði. Fyri fleiri boðsendingar í sama tíma, verður tó bert samsýnt fyri ein tíma.
Stk. 4. Heima/heilsuhjálpari, sum hevur tilkallivakt 1, fær undir tilkallivaktini fartelefon frá arbeiðsgevara ella fasta telefongjaldið goldið + 300 kr. um árið fyri samtalur.
§ 11. Prístalsviðgerð.
Fyri prístalsviðgerð eru reglurnar í lógini um prístalsviðgerð galdandi.
§ 12. Barnsferð.
Heima‐/heilsuhjálpari, ið er við barn, skal siga leiðsluni frá 3 mánaðir áðrenn, hon væntar at eiga. Ger hon ikki tað, hevur stovnurin rætt til at siga henni upp frá tí degi, hon gerst óarbeiðsfør.
Stk. 2. Heima‐/heilsuhjálpara verður veitt løn fyri tíðina, frá tí hon gerst óarbeiðsfør, tó í mesta lagi 8 vikur undan føðing, og tilsamans 24 vikur. Aftrat hesum kann hon fáa frí uttan løn í 6 vikur. Heima‐/heilsuhjálpari kann umframt eftir umsókn fáa frí uttan løn í 5 mánaðir uttan miss í lønaraldri. Í hesum sambandi kann mannligur heima‐/heilsuhjálpari eisini eftir umsókn fáa frí uttan løn í 1 mánað uttan miss í lønaraldri.
Stk. 3. Umframt tær í stk. 2 nevndu sømdir kann heima‐/heilsuhjálpari fáa 6 mánaða sjúkrafrí í slíkum førum, har hon við læknaváttan prógvar, at tað fyri fostur og/ella fyri hana sjálva stendst heilsuvandi av at vera í starvinum. Undir slíkum umstøðum verður veitt heima‐/heilsuhjálparanum full løn.
Stk. 4. Um heima‐/heilsuhjálpari ættleiðir barn, kann hon fáa upp til 24 vikur frí við løn. Í hesum sambandi kann mannligur heima‐/heilsuhjálpari eisini eftir umsókn fáa frí uttan løn í 1 mánað uttan miss í lønaraldri.
§ 13. Sjúka.
Tá talan er um sjúku hjá heima‐/heilsuhjálpara verður víst til ásetingarnar í § 5 í Starvsmannalógini.
Viðmerking: Fyri tey ið hava øðrvísi faktiskt tímatal enn setanarbrøkurin, verður løn undir sjúku ongantíð minni enn miðaltímatalið fyri 6 teir seinastu mánaðirnar.
Stk. 2. Heima‐/heilsuhjálparar hava rætt til frí við løn, tá barn/børn teirra eru sjúk, tó hægst 2 dagar hvørja ferð og í mesta lagi tilsamans 10 dagar árliga. Hava tey meira enn 2 børn undir 10 ár, kunnu tey fáa frí upp til 20 dagar.
§ 14. Eftirsitiløn.
Um heima‐/heilsuhjálpari doyr, meðan hann er í starvi, eigur eftirsitandi hjúnafelagi ella børn undir 18 ár, sum hann hevur skyldu at uppihalda, rætt til eftirsitiløn í mun til uppsagnartíðina, minst tríggjar mánaðir, tó hægst 6 mánaðir.
Stk. 2. Eftirsitiløn er tann løn, viðkomandi hevði. Lønin í mánaðinum, tá starvsfólkið doyði, verður ikki roknað upp í eftirsitilønina.
§ 15. Farloyvi.
Heima‐/heilsuhjálpara kann verða givið farloyvi uttan løn, har tað ikki stríðir ímóti áhugamálum stovnsins. Farloyvi kann verða givið í upp til 2 ár hvørja ferð, tó í mesta lagi 4 ár, og hevur stovnurin skyldu til at hava starv til viðkomandi, tá farloyvið er av. Tó skal heima‐/heilsuhjálpari, ið hevur starvast longur enn 5 ár, so langt, tað ber til, altíð hava rætt til í minsta lagi 1 ára farloyvi.
§ 16. Uppsøgn.
Mánaðarløntur heima‐/heilsuhjálpari kann siga starv sítt upp við 1 mánað freist til tann 1. í einum mánaði. Leiðslan kann siga upp mánaðarløntan heima‐/heilsuhjálpara við 1 mánað freist til tann 1. í einum mánaði
teir fyrstu 6 mánaðirnar, viðkomandi er í starvi. Freistin verður longd til 3 mánaðir frá einum 1. í mánaðinum at rokna, um viðkomandi uttan slit hevur verið mánaðarløntur heima‐/heilsuhjálpari í meira enn 6 mánaðir. Uppsagnarfreistin verður longd við einum mánaði fyri hvørji 3 ár, mánaðarløntur heima‐
/heilsuhjálpari hevur verið í starvi, tó hægst 6 mánaðir. Um mánaðarløntur heima‐/heilsuhjálpari hevur framt álvarsligt brot á skyldur sínar, kann leiðslan siga honum upp beinanvegin.
Stk. 2. Er talan um at siga heima‐/heilsuhjálpara úr starvi, skal setanarmyndugleikin geva avvarðandi hjálpara og Heilsuhjálparafelag Føroya skrivliga fráboðan um hetta, við neyvari grundgeving fyri ætlaðu uppsøgnini.
Stk. 3. Um so er, at Heilsuhjálparafelag Føroya metir ætlaðu uppsøgnina at vera ógrundaða, kann felagið innan eina viku krevja fund við setanarmyndugleikan.
§ 17. Lønarútgjalding
Mánaðarløn verður goldin afturút. Lønin verður goldin umleið 25. í mánaðinum.
2. Partur.
Tímaløntir heima‐/heilsuhjálparar.
§ 18. Løn og arbeiðstíð
Heimahjálpari við útbúgving, ið arbeiðir minni enn 15 tímar um vikuna í miðal, fær tímaløn, ið er 1/2080 av galdandi ársløn sambært hjáløgdu lønartalvu. Lønaraldur verður latin í lutfalli til arbeiddu tíðina.
Eftir at heimahjálpari, sum hevur ikki útbúgving, hevur verið í starvi uttan slit í eitt ár, verður lønaraldur roknaður. Lønaraldur verður roknaður, um hann kann prógva minst 59 tíma arbeiði um mánaðin.
Stk. 2. Um tímaløntur heima‐/heilsuhjálpari í 3 samanhangandi mánaðir hevur arbeitt meira enn 40 tíma viku í miðal, verður goldin úrtíðarløn, sum er 50% eyka av vanligu lønini.
§ 19. Barnsferð og sjúka.
Fyri barnsferð og sjúku eru reglurnar í lógini um barsilsskipan og dagpeningalógini galdandi.
§ 20. Uppsøgn.
Heima‐/heilsuhjálpari, sum settur er at arbeiða sum tímaløntur, hevur tríggja daga freist at siga seg úr starvi. Arbeiðsgevari kann uppsiga heima‐/heilsuhjálpara við niðanfyri standandi freistum:
1., 2. og 3. mánaðin er uppsagnartíðin 7 dagar.
4., 5. og 6. mánaðin er uppsagnartíðin 14 dagar.
7., 8. og 9. mánaðin er uppsagnartíðin 21 dagar.
10., 11. og 12. mánaðin er uppsagnartíðin 28 dagar. Eftir 1 ár í starvi er uppsagnartíðin 30 dagar.
Heima‐/heilsuhjálpari, sum hevur framt brot sambært § 14, kann tó sigast úr starvi beinanvegin.
§ 21. Viðbøtur.
Viðbót fyri klæði er sum ásett í lønartalvuni.
§ 22. Aðrar setanartreytir
Fyri tímaløntar heima‐/heilsuhjálparar galda annars reglurnar í:
- 1,
- 2, stk. 5, 3 punktum ( tíðin, ið neyðug er at ferðast húsanna millum, verður at roknað sum arbeiðstíð)
- 2 stk. 3, 6 og 7
- 3, stk. 1‐7,
- 6,
- 7,
- 8
- 9, treytað av, at viðkomandi hevur verið í starvi í minst 1 ár, og miðaltímatalið um vikuna er 15 tímar ella meira og
- 11.
3. Partur.
Gildisreglur v.m.
§ 23. Samstarvsnevnd og gerðarrættur.
Trætur um tulking av hesum sáttmála verða fyrst at viðgera í samstarvsnevnd, sum hevur hesar limir: Stovnsleiðslan, deildarumboð fyri Almanna‐ og heilsumálaráðið, deildarumboð fyri Fíggarmálaráðið, og tríggjar limir, sum Heilsuhjálparafelag Føroya tilnevna. Samstarvsnevndin kann eisini taka onnur mál sáttmálanum viðvíkjandi til viðgerðar.
Stk. 2. Fæst ikki loysn til vega í samstarvsnevndini, kann hvør parturin leggja mál um tulking av hesum sáttmála fyri gerðarrætt, har hvør parturin velur tveir limir, sum í felag velja ástøðumannin. Er ikki semja, verður hann tilnevndur av Føroya Rætti.
Stk. 3. Partarnir velja sínar gerðarrættarlimir í seinasta lagi 30 dagar eftir, at hin parturin skrivliga hevur boðað frá, at hann ynskir málið fyri gerðarrætt.
§ 24. Skyldur o.a.
Leiðslan hevur skyldu til at upplýsa Heilsuhjálparafelag Føroya um broytingar í arbeiðsviðurskiftum og útbúgvingarviðurskiftum og gera hesar aftaná samráðingar við felagið.
- 25. Gildiskoma og uppsøgn
Hesin sáttmáli er galdandi frá 1. januar í 2006 og kunnu partarnir siga hann upp við 3 mánaða freist, tó í fyrsta lagi til tann 1. januar í 2008.
Tann / ‐ 2006 Tann / ‐ 2006
Heilsuhjálparafelag Føroya Fíggarmálaráðið
Lønartalva – Heima‐/heilsuhjálparar 1. januar 2006
Heilsuhjálparafelag Føroya | |||||||
1,028 | |||||||
Fastløntur heima-/heilsuhjálpari | 1. januar 2006 | ||||||
Stig | Mánaðarløn | Tímaløn | Tímaløn | úrtíðarløn | Sunnudagar/ | Fyri | Eftirløn |
halgidagar/ | klæði | 9,0% | |||||
erstakir | |||||||
frídagar | |||||||
1 | 17.742,92 | 102,36 | 153,54 | 110,66 | 51,18 | 150,00 | 1.596,86 |
2 | 17.967,16 | 103,66 | 155,49 | 112,06 | 51,83 | 150,00 | 1.617,04 |
3 | 18.204,33 | 105,02 | 157,54 | 113,54 | 52,51 | 150,00 | 1.638,29 |
4 | 18.447,67 | 106,43 | 159,64 | 115,06 | 53,21 | 150,00 | 1.660,,29 |
5 | 18.697,65 | 107,87 | 161,81 | 116,62 | 53,94 | 150,00 | 1.682,79 |
6 | 18.954,41 | 109,35 | 164,03 | 118,22 | 54,68 | 150,00 | 1.705,90 |
7 | 19.206,46 | 110,81 | 166,21 | 119,79 | 55,40 | 150,00 | 1.728,58 |
8 | 19.458,32 | 112,26 | 168,39 | 121,36 | 56,13 | 150,00 | 1.751,25 |
Tímaløntur heima-/heilsuhjálpari | |||||
Stig | Tímaløn | úrtíðarløn | kvøld-/ og | Sunnudagar/ | Fyri |
náttløn | halgidagar/ | klæði | |||
erstakir | |||||
frídagar | |||||
1 | 102,36 | 153,54 | 110,66 | 51,18 | 0,87 |
2 | 103,66 | 155,49 | 112,06 | 51,83 | 0,87 |
3 | 105,02 | 157,54 | 113,54 | 52,51 | 0,87 |
4 | 106,43 | 159,64 | 115,06 | 53,21 | 0,87 |
5 | 107,87 | 161,81 | 116,62 | 53,94 | 0,87 |
6 | 109,35 | 164,03 | 118,22 | 54,68 | 0,87 |
7 | 110,81 | 166,21 | 119,79 | 55,40 | 0,87 |
8 | 112,26 | 168,39 | 121,36 | 56,13 | 0,87 |
Samsýning fyri ólagaliga arbeiðstíð
Sí avtalu um vaktargjøld, gjøld fyri ólagaliga arbeiðstíð o.a.
- Heimahjálparar eru løntir á lønarstigi 1‐6
- Heilsuhjálparar eru løntir á lønarstigi 5‐8.
- Heimahjálparar, ið hava lokið uppskúlig til almanna‐ og heilsuhjálpara, flyta 1 stig upp tá tey koma aftur í
Heimahjálparar, sum nema sær hesa útbúgving og arbeiða í Heimarøktini, missa ikki starvsaldur sum heimahjálparar.
Framflutningur til næsta lønarstig fer fram aftan á 2 ára fullan starvsaldur á sama lønarstigi. Er heimahjálpari settur at arbeiða minst 15 tímar um vikuna í miðal um árið, verður fullur starvsaldur roknaður.
Lønartalva – Heima‐/heilsuhjálparar 1. apríl 2006
Heilsuhjálparafelag Føroya | |||||||
1,028 | |||||||
Fastløntur heima-/heilsuhjálpari | 1. januar 2006 | ||||||
Stig | Mánaðarløn | Tímaløn | úrtíðarløn | kvøld-/ og | Sunnudagar/ | Fyri | Eftirløn |
náttløn | halgidagar/ | klæði | 10,0% | ||||
erstakir | |||||||
frídagar | |||||||
1 | 17.742,92 | 102,36 | 153,54 | 110,66 | 51,18 | 150,00 | 1.774,29 |
2 | 17.967,16 | 103,66 | 155,49 | 112,06 | 51,83 | 150,00 | 1.796,72 |
3 | 18.204,33 | 105,02 | 157,54 | 113,54 | 52,51 | 150,00 | 1.820,43 |
4 | 18.447,67 | 106,43 | 159,64 | 115,06 | 53,21 | 150,00 | 1.844,77 |
5 | 18.697,65 | 107,87 | 161,81 | 116,62 | 53,94 | 150,00 | 1.869,76 |
6 | 18.954,41 | 109,35 | 164,03 | 118,22 | 54,68 | 150,00 | 1.895,44 |
7 | 19.206,46 | 110,81 | 166,21 | 119,79 | 55,40 | 150,00 | 1.920,65 |
8 | 19.458,32 | 112,26 | 168,39 | 121,36 | 56,13 | 150,00 | 1.945,83 |
Tímaløntur heima-/heilsuhjálpari | |||||
Stig | Tímaløn | úrtíðarløn | kvøld-/ og | Sunnudagar/ | Fyri |
náttløn | halgidagar/ | klæði | |||
erstakir | |||||
frídagar | |||||
1 | 102,36 | 153,54 | 110,66 | 51,18 | 0,87 |
2 | 103,66 | 155,49 | 112,06 | 51,83 | 0,87 |
3 | 105,02 | 157,54 | 113,54 | 52,51 | 0,87 |
4 | 106,43 | 159,64 | 115,06 | 53,21 | 0,87 |
5 | 107,87 | 161,81 | 116,62 | 53,94 | 0,87 |
6 | 109,35 | 164,03 | 118,22 | 54,68 | 0,87 |
7 | 110,81 | 166,21 | 119,79 | 55,40 | 0,87 |
8 | 112,26 | 168,39 | 121,36 | 56,13 | 0,87 |
Samsýning fyri ólagaliga arbeiðstíð
Sí avtalu um vaktargjøld, gjøld fyri ólagaliga arbeiðstíð o.a.
- Heimahjálparar eru løntir á lønarstigi 1‐6
- Heilsuhjálparar eru løntir á lønarstigi 5‐8
- Heimahjálparar, ið hava lokið uppskúlig til almanna‐ og heilsuhjálpara, flyta 1 stig upp tá tey koma aftur í
Heimahjálparar, sum nema sær hesa útbúgving og arbeiða í Heimarøktini, missa ikki starvsaldur sum heimahjálparar.
Framflutningur til næsta lønarstig fer fram aftan á 2 ára fullan starvsaldur á sama lønarstigi. Er heimahjálpari settur at arbeiða minst 15 tímar um vikuna í miðal um árið, verður fullur starvsaldur roknaður.
Avtala um serstaka fríviku
Øki
- 1. Avtalan er galdandi fyri mánaðarlønt starvsfólk.
Stk. 2. Avtalan er eisini galdandi fyri tímalønt, sum eru í starvi í meiri enn 3 mánaðir.
Hvussu frívikan verður innvunnin og hildin
- 2. Aftur at frítíðini eftir frítíðarlógini, vinnur starvsfólk eina serstaka fríviku um árið. Vunnir verða 0,42 serstakar frídagar við løn fyri hvønn mánað í starvi (5 daga vika). Serstøku frídagarnir verða vunnir samsvarandi setanarbrøkinum.
Stk. 2. Serstaka frívikan verður innvunnin og hildin í frítíðarárinum, á sama hátt sum frítíð eftir frítíðarlógini.
- 3. Setanarmyndugleikin og tann setti avtala, nær í frítíðarárinum serstaka frívikan verður hildin. Hon verður løgd í samráð við starvsfólkið, tá ið arbeiðsgongdin loyvir tí. Starvsfólkið skal boða frá so tíðliga sum til ber, nær ætlanin er at halda frívikuna.
Stk. 2 Frídagarnir kunnu verða hildnir hvør sær, eisini sum hálvir dagar.
- 4. Setanarmyndugleikin og starvsfólkið kunnu í staðin avtala, áðrenn frítíðarárið byrjar, at serstaka frívikan ella partur av henni verður ikki hildin, men útgoldin, tá ið frítíðarárið er av, jb. § 7. Er semja um tað, kann slík avtala eisini verða gjørd í frítíðarárinum.
- 5. Setanarmyndugleikin og starvsfólkið kunnu eisini avtala, at serstaka frívikan ella partur av henni, sum er ikki hildin, tá ið frítíðarárið er av, verður flutt at halda í seinri frítíðarári.
Stk. 2. Avtalan skal vera skrivlig og avtalað skal eisini verða, nær fluttu dagarnir skulu verða hildnir.
Stk. 3. Verður avtala ikki gjørd sambært stk. 1, verða serstøku frídagarnir útgoldnir, tá ið frítíðarárið er av, jb. § 7.
- 6. Fer starvsfólk úr starvi, og hevur ikki hildið serligu frívikuna ella part av henni, verður hon útgoldin, jb.
- 7.
- 7. Útgjaldið fyri serstakan frídag er ½% av vunnari løn í undanfarna innvinningarári.
Í útrokningini verður ikki tald við løn, sum er útgoldin í frítíðini, veitt frítíðarløn ella útgoldið frítíðarískoyti.
Gildiskoma og skiftisreglur
- 8. Avtalan hevur gildi frá 1. apríl 2006.
- 9. Fer starvsfólk úr starvi í innvinningarárinum 2006/2007, soleiðis at tey ikki eru í starvið tann 1. apríl 2007, hava tey ikki rætt til serstøku frídagarnar.
Stk. 2. Starvsfólk, sum er í starvi alt innvinningarárið 2006/2007, tvs. frá 1. apríl 2006 til 31. mars 2007, hevur rætt til 5 serstakar frídagar í frítíðarárinum, sum byrjar 2. mai 2007. Hevur starvsfólkið verið í starvi minni enn alt innvinningarárið, verða serligu frídagarnir lækkaðir samsvarandi.
Avtala um tiltøk at styrkja førleikamenning, eldrapolitikk, familjupolitikk og javnstøðu
1. Inngangur
Tað er týdningarmikið, at starvsfólkið hevur møguleika fyri persónligari menning, og neyðugt er samstundis at taka atlit at sambandið millum arbeiðslív og onnur lívsviðurskifti. Partarnir eru tí samdir um, at styrkja teir møguleikar, ið stovnarnir hava, tá ið teir evna sín starvsfólkapolitikk á hesum økjum:
- Førleikamenning
- Tiltøk, sum kunnu stuðla undir eldrapolitikk á landsins stovnum
- Tiltøk, sum kunnu stuðla undir familjupolitikk á landsins stovnum
- Javnstøða
Harafturat eiga rættindi hjá starvsfólkum at verða vird, verður virksemi hjá landinum lagt til onnur at reka.
2. Førleikamenning
Leiðslur og starvsfólk eru týdningarmesta tilfeingið hjá landsins stovnum. Tað er tað arbeiði, sum tey í landsins tænastu inna, sum ger av, um úrslitini verða góð. Framhaldandi at menna starvsfólkini er tí umráðandi fyritreyt fyri, at landsins stovnar mennast.
Partarnir eru tí samdir um, at:
- miðvís og dagførd eftir‐ og víðariútbúgving av starvsfólkinum er ein fyritreyt fyri virkisfýsnum almennum stovnum við høgum tænastustigi.
- hvør stovnur sær skal virka fyri, at starvsfólkinum stendur í boði at kunna menna sín førleika bæði gjøgnum sítt dagliga yrki og við eftir‐ og víðariútbúgving. Til tess at røkka hesum endamáli, eigur hvør stovnur at seta sær miðvís menningarmál.
- endamálið við hesi avtalu er at geva starvsfólkinum umstøður at menna seg sjálvt og síðani møguleikar, at átaka sær virknari leiklut at mynda virki stovnsins. Harumframt ber til hjá leiðsluni at menna almenna tænastuførleikan.
- starvsfólk og leiðsla hava í felag ábyrgdina av førleikamenningini. Uppgávan hjá stovninum er at bera so í bandi, at starvsfólkini altíð eru skikkað til uppgávuna.
- Sáttmálapartarnir seta ein arbeiðsbólk, sum í sáttmálaskeiðnum skal tilevna eina vegleiðing um eina skipaða útbúgvingarætlan til starvsfólk á landsins
3. Tiltøk, sum kunnu stuðla undir eldrapolitikk á landsins stovnum
Fyri at varðveita eldri starvsfólk og fakligu vitan teirra á arbeiðsmarknaðinum, eru partarnir samdir um, at sum liður í eldrapolitikkinum á einstaka stovninum eigur at bera til at gera skipanir til starvsfólk, sum eru 60 ár og eldri – um so er, at tey sjálvi vilja tað, og umstøðurnar á arbeiðsplássinum annars eru til tess – at leggja síni eldru ár á arbeiðsmarknaðinum soleiðis til rættis, at tey fáa eina liðiliga tillagingarskipan, áðrenn tey fara úr starvi.
Tá ið stovnar evna sín eldrapolitikk, kunnu teir sum part í hesum gera sjálvbodnar skipanir, í hesum karmi:
Niðursett tíð
Hesar treytir skulu verða loknar, so at starvsfólk skal kunna koma undir skipanina:
- vera fylt 60 ár
- hava starvast hjá landinum seinastu 10 árini
- arbeiðstíðin skal vera minst 20 tímar um vikuna, eftir tað, at hon er niðursett Starvsfólk kann fara uppí ¼ niður í starvstíð við lutfalsliga at fara niður í løn.
Stovnurin kann í hesum tíðarskeiðinum gjalda eftirlønargjaldið, sum um starvstíðin var ikki sett niður.
Lægri starv
Stovnur kann eftir umsókn játta starvsfólki, ið hevur fylt 55 ár, at fara í annað lægri starv, um so er, at starvsfólkið seinastu 10 árini hevur starvast fulla tíð hjá landinum í einum starvi við leiðsluábyrgd ella í øðrum serliga krevjandi starvi.
Lønin verður tá samsvarandi lægra starvinum, men starvsfólkið fær framvegis heilt ella lutvíst eftirlønargjaldið í hægra starvinum, fyri eitt tíðarskeið, sum í mesta lagi má vera 7 ár.
Stovnurin kann veita eitt ikki eftirlønargevandi ískoyti, sum í mesta lagi kann vera munurin millum lønina í lægra flokkinum og lønina í hægra flokkinum. Ískoytið kann í mesta lagi verða veitt í 3 ár.
4. Tiltøk, sum kunnu stuðla undir familjupolitikk á landsins stovnum
Tá ið lagt verður til rættis, eiga bæði starvsfólk og leiðsla at vísa lagaligheit og smidleika, fyri at betri samanhangur kann verða millum familjulív og arbeiðslív.
Í teimum førum, tá ið børn verða innløgd á sjúkrahús, og lækni sigur tað vera neyðugt, at annað av foreldrunum verður innlagt við, kann starvsfólkið, loyva arbeiðsumstøðurnar tí, brúka dagarar, ið starvsfólkið eigur til frí við løn, tá ið barn/børn teirra eru sjúk, samanhangandi longur enn 2 dagar.
5. Javnstøða
Lønarskipanin eigur at verða so mikið greið, at hon gevur betri trygd fyri, at javnstøða er millum kynini, tá ið lønin verður ásett.
6. Umleggja alment virksemi
Um so er, at virksemi hjá landinum verður yvirtikið av øðrum at reka, eiga tær avtalur, rættindi og skyldur, landið hevur mótvegis starvsfólkunum, tá ið umskipanin fer fram, óskerdar at verða førdar yvir á tann, sum yvirtekur virksemið.
Avtala um strategiska og skipaða førleikamenning á stovnum landsins
§ 1. Inngangur
Skulu uppgávurnar hjá stovnum landsins verða røktar á munadyggan hátt við neyðugari dygd og framhaldandi menning, er sera týðandi, at førleikarnir hjá starvsfólkunum verða áhaldandi røktir og mentir.
Stk. 2. Partarnir halda tað vera avgerandi, at starvsfólk hjá landinum fáa møguleika at menna sín førleika, bæði í dagliga arbeiðnum og við eftirútbúgving og víðari útbúging. Fyri at fremja førleikamenningina eiga leiðslur og starvsfólk í felag at hava sum mál at stovna felags læruumhvørvi og at leggja til rættis eina smidliga tilgongd fyri førleikamenningini. Partarnir eru samdir um, at strategisk mál fyri menningini skulu verða gjørd fyri øll starvsfólk.
§ 2. Øki
Avtalan er galdandi fyri starvsfólk, sum eru fevnd av sáttmála millum Fíggjarmálaráðið og felag, ið hevur undirskrivað hesa avtalu.
§ 3. Endamál
Endamálið við avtaluni er at binda leiðslu og starvsfólk til at leggja stóran dent á førleikamenningina, og báðir partar hava ábyrgd av at tryggja, at førleikamenningin styrkist. Hetta skal nøkta tørvin á fakligari menning hjá einstaka stovninum og einstaka starvsfólkinum.
§ 4. Menningarmál
Fyri hvørt einstakt starvsfólk á øllum stovnum hjá landinum verður gjørd ein skipað førleikamenningarætlan, ið skal taka atlit at málunum hjá tí einstaka stovninum.
Stk. 2. Árliga er samrøða millum leiðsluna og starvsfólkið, har ítøkilig menningarmál fyri einstaka starvsfólkið verða fest á blað í semju við starvsfólkið. Í starvsfólkasamrøðuni verður eisini viðgjørt um og hvussu, starvsfólkið hevur nátt málunum, ið sett vórðu í síðstu starvsfólkasamrøðu.
Stk 3. Útbúgving og annað menningarvirksemi fer vanliga fram í arbeiðstíðini. Arbeiðsgevarin rindar, jb. stk. 2, útreiðslur av útbúgving.
Stk. 4. Leiðsla og starvsfólk hava felags ábyrgd av, at menningarmálini verða rokkin. Leiðslan tryggjar karmar og treytir fyri førleikamenning, og starvsfólkið arbeiðir fram móti avtalaðu menningarmálunum.
§ 5. Almennur førleiki
Dagførdur grundleggjandi skúlakunnleiki kann verða treytin fyri at røkja og menna fakliga førleikan. Bæði einstaki stovnurin og einstaka starvsfólkið hava ábyrgd av at virka fyri, at almennur førleiki er partur av førleikamenningini.
§ 6. Leiklutur hjá leiðslu, starvsfólki og samstarvsnevnd
Leiðsla og starvsfólk skulu í felag, grundað á strategisku málini hjá stovninum og tørvinum á strategiskari førleikamenning
áseta grundreglur og leiðreglur fyri førleikamenningartiltøkunum á stovninum samráðast um grundreglurnar fyri og tørvin á eftirútbúgving fyri allar starvsfólkabólkar áseta leiðreglur fyri, hvussu starvsfólkasamrøður skulu verða skipaðar
Stk. 2. Leiðsla og starvsfólk eftirmeta í felag eina ferð árliga førleikamenningartiltøkini á stovninum.
Stk. 3. Uppgávurnar í stk. 1 og 2 røkir samstarvsnevndin, um stovnurin hevur eina slíka. Biður annar parturin um tað, verður ein menningarnevnd vald undir samstarvsnevndini.
§ 7. Fylgibólkur
Ein fylgibólkur verður settur við umboðum fyri Fíggjarmálaráðið og tey feløg, sum hava undirskrivað hesa avtalu.
§ 8. At seta í gildi og siga upp
Henda avtala verður sett í gildi tann 1. oktober 2003. Avtalan kann skrivliga verða søgd upp við 3 mánaða ávaring til ein 1. í mánaðinum, tó í fyrsta lagi tann 1. oktober 2005.
Álitismannaskipan fyri heimahjálparar/almanna‐ og heilsuhjálparar.
Á einum arbeiðsplássi, har 5 ella fleiri starvsfólk arbeiða, hava hesi starvsfólk rætt til at velja sær álitisfólk , ið verða vald fyri tvey ár í senn.
Fyri at kunna verða valdur sum álitisfólk, skal viðkomandi hava arbeitt sum hjálpari í minsta lagi 1 ár.
Heilsuhjálparafelag Føroya skal góðkenna val av álitisfólki og tiltaksfólki, og hevur valið ikki gildi, fyri enn felagið hevur góðkent tað og boðað leiðsluni á avvarðandi stovni/øki frá.
Stk. 2. Álitisfólkini skulu eisini hava tiltaksfólk, ið verða vald á sama hátt sum álitisfólkið. Hesi skulu, tá álitisfólk hevur forfall, virka undir somu treytum og hava somu sømdir sum álitisfólkið.
- 2
Álitisfólkið er umboðs‐ og tingingarfólk hjá hjálparum mótvegis leiðsluni og skal gera sítt til at arbeiði fer siðiliga fram.
Leiðslan og álitisfólkið eiga í felag at fremja eitt gott samarbeiði.
- 3
Álitisfólkið skal bera fram klagur og tilmæli frá arbeiðsfeløgum til leiðsluna.
Stk. 2. Álitisfólkið hevur eisini átalurætt viðvíkjandi ótrygd á arbeiðsplássinum. Sí annars løgtingslóg nr. 58 frá 24. mai 1974.
- 4
Um álitisfólk, tá samráðing er farin fram, ikki er komið til eina loysn við leiðsluna viðvíkjandi trupulleikum í arbeiðinum, sum hjálparar ikki hava kunnað góðtikið, skal málið beina vegin leggjast fyri Heilsuhjálparafelagið.
Stk. 2. Hjálparar kunna ikki leggja arbeiðið niður, fyrr enn nærri boð eru komin frá fakfelagi teirra.
- 5
Skyldur hjá álitisfólki skulu fremjast soleiðis, at tað sum minst tarnar arbeiðinum. Tá álitisfólk noyðast at fara úr arbeiði fyri at gera skyldur sínar, skal tað vera eftir avtalu við eftirlitsfólkið. Ber ikki til at fáa avtalu við hesi, so skal avtala gerast við leiðsluna.
Í hesum føri, eins og tá leiðsla ella eftirlitsfólk boðsendir álitisfólk um mál, ið hava við heima/almanna‐ og heilsuhjálp ella arbeiðsviðurskifti teirra at gera, skal álitisfólkið fáa ta vanligu lønina fyri ta tíð, tað er úr arbeiði.
Stk. 2. Álitisfólk fær tænastufrí við løn til at fara á skeið, ið fakfelag teirra ella leiðslan skipar fyri, so álitisfólkið fær møguleika at útbúgva seg í samráðingarkynstri, samstarvs‐ og talukynstri v.m.
- 6
Álitisfólk kunnu bert verða søgd upp, eftir at arbeiðsgevarin frammanundan hevur lagt málið fram við grundgeving sínari fyri fakfelagið hjá álitisfólkinum.
Stk. 2. Álitisfólk skal, áðrenn uppsøgnin verður gjørd, hava høvi til á fundi, har arbeiðsgevari (leiðsla) eru umboðað, at føra sjónarmið síni fram.
Stk. 3. Uppsagnartíðin hjá álitisfólki er 6 mánaðir. Álitisfólk kunnu bert verða søgd upp við haldgóðari grundgeving.
- 7
Metir álitisfólkið ella fakfelag tess, at treytirnar fyri uppsøgnini ikki eru loknar, verður málið at leggja fyri gerðarrætt samsvarandi § 20, stk. 2 í sáttmálanum.
Stk. 2. Kemur gerðarrætturin til ta niðurstøðu, at haldgóðar grundir ikki eru fyri uppsøgnini, og arbeiðsgevarin (leiðslan) ikki tekur uppsøgnina aftur, kann gerðarrætturin áleggja arbeiðsgevarinum at rinda álitisfólkinum endurgjald, sum svarar til løn í 6 mánaðir.
- 8
Broytingar í hesi álitismannaskipan kunnu bert gerast í sambandi við sáttmálasamráðingar.
- 9
Um so er, at ivamál taka seg upp viðvíkjandi hesi skipan skal samráðing fara fram millum samstarvsnevndina, ið er millum feløgini, leiðsluna og arbeiðsgevara.
Stk. 2. Fæst ikki semja, verður málið at leggja fyri gerðarrætt sambært § 20, stk. 2 í sáttmálanum.
- 10
Nevndarlimir hava rætt til ein dag um mánaðin við løn til nevndararbeiði.
Tann, sum verður vald/ur til forkvinnu/formann í felagnum hevur altíð rætt til at fáa farloyvi uttan løn, og hevur stovnurin skyldu at hava starv til viðkomandi, tá formanstíðin er úti.
Argir, tann 17. mars 2006
Heilsuhjálparafelag Føroya Fíggjarmálaráðið
Skiftisskipan.
Heimahjálapri, ið settur er í starv áðrenn 1. oktober 1990, og sum ikki lýkur treytirnar fyri at gerðast mánaðarløntur, verður løntur sambært higartil galdandi tímalønarskipan, meðan heimahjálpari, settur í
starv eftir 1. oktober 1990, ið ikki lýkur treytirnar fyri at gerðast mánaðarløntur verður løntur eftir reglunum sambært 2. part í sáttmálanum.
Tórshavn 11. september 1990
Føroya Landsstýri Føroya Arbeiðarafelag Heimahjálparafela Føroya
Protokollat
Tað er partanna millum semja um, at § 2, stk. 1 í sáttmálanum er at skilja soleiðis:
Heimahjálpari ‐ settur í starv pr. 1. okt. 1990, ið hevur arbeitt sum heimahjálpari í miðal 15 tímar um vikuna seinastu 2 árini, verður mánaðarløntur.
Tað sama er galdandi fyri heimahjálpara, ið hevur luttikið á skeiði, og sum í miðal arbeiðir 15 tímar um vikuna ‐ uttan mun til, hvussu leingi hann hevur arbeitt sum heimahjálpari.
Uttan fyri fastlønarskipanina verður sostatt ‐ heimahjálpari ‐, ið hevur arbeitt minni enn 2 ár sum heimahjálpari ‐ uttan mun til, hvussu nógvar tímar hann hevur arbeitt í miðal um vikuna ‐og sum ikki hevur luttikið á skeiði.
Heimahjálpara, sum í løtuni, orsakað írestandi skeiðluttøku, ikki lýkur krøvini fyri at gerast mánaðarløntur, stendur í boði at luttaka á skeiði inna 1. apríl 1992.
Tímaløntir heimahjálparar, settir aftaná 1. apríl 1992 og sum arbeiða í minst lagi 15 tímar um vikuna, verða fastløntir aftaná 1 ára setan, um so er, at setanarmyndugleikin hevur ábyrgdina av, at teir ikki eru slopnir á skeið.
Heimahjálpari, sum er 60 ár ella eldri og ikki hevur áræði til at fara undir útbúgvingarskeið, skal framhaldandi vera undir fastlønarskipanini. Annars skal einki aldursmark vera fyri at kunna fara á útbúgvingarskeið.
Tórshavn, tann 11. september 1990
Føroya Landsstýri Jógvan Sundstein Súsanna Danielsen