Sáttmáli 01.03.1999 ‐ 01.03.2001

Innihald

Sáttmáli 01.03.1999 ‐ 01.03.2001……………………………………………………………………………………………… 1

Sáttmálaøki og samráðingarrættur…………………………………………………………………………………………. 3

  1. ………………………………………………………………………………………………………………………….. 3

Mánaðarløntir heimahjálparar………………………………………………………………………………………………. 3

  1. Gildisreglur v.m. § 20. Samstarvsnevnd og gerðarrættur………………………………………………… 9

Protokollat………………………………………………………………………………………………………………………… 9

Skiftisskipan…………………………………………………………………………………………………………………….. 10

 

Føroya Arbeiðarafelag…………………………………………………………………………………………………………… 11

Álitismannaskipan fyri heimahjálparar………………………………………………………………………………………. 11

  • 2 ……………………………………………………………………………………………………………………………………………. 11
  • 3 ……………………………………………………………………………………………………………………………………………. 11
  • 4 ……………………………………………………………………………………………………………………………………………. 11
  • 5 ……………………………………………………………………………………………………………………………………………. 11
  • 6 ……………………………………………………………………………………………………………………………………………. 12
  • 7 ……………………………………………………………………………………………………………………………………………. 12
  • 8 ……………………………………………………………………………………………………………………………………………. 12
  • 9 ……………………………………………………………………………………………………………………………………………. 12
  • 10 ………………………………………………………………………………………………………………………………………….. 12

Protokollat………………………………………………………………………………………………………………………. 13

Protokollat um vikuliga frídagin hjá heimahjálparum eftir § 5, 3 stk……………………………………………… 14

Protokollat………………………………………………………………………………………………………………………. 15

Sáttmálaøki og samráðingarrættur.

Sáttmálin fevnir um heimahjálparar og almanna‐ og heilsuhjálparar, har samráðingarpartarnir eru Fíggjarmálastýrið og Heimahjálparafelag Føroya.

§ 1. Setan.

Til tess at verða settur í starv sum heimahjálpari/almanna‐ og heilsuhjálpari, skal viðkomandi vera fyltur 18 ár. Við setanina váttar heimahjálpari/almanna‐ og heilsuhjálpari við undirskrift at halda arbeiðsreglurnar.

Tá ið heimahjálpari/almanna‐ og heilsuhjálpari verður settur í starv, skal hon/hann hava setanarbræv, har

m.a. skal verða ásett, nær starvsetanin er farin fram, starvsøki og arbeiðstíð sambært § 2 Setanarbrøvini verða løgd fyri felagið, áðrenn tey verða tikin í nýtslu, soleiðis at felagið fær høvi at kanna, um orðingin er í samsvari við sáttmálan.

Leys heimahjálpara‐/almanna‐ og heilsuhjálparastørv skulu lýsast í føroyskum bløðum. Viðvíkjandi fyribilsstørvum vendir leiðslan sær til felagið.

1.  Partur.

Mánaðarløntir heimahjálparar.

§ 2. Løn og arbeiðstíð

Heimahjálparar, ið hava staðið góðkent prógv og arbeiða meira enn 15 tímar um vikuna í miðal, verða løntir sambært hjáløgdu lønartalvu. Lønin er treytað av fullari arbeiðstíð, sum er 40 tímar í miðal um vikuna.

Stk. 2. Heimahjálpari, ið er settur at arbeiða minni enn 40 tímar um vikuna, verður løntur eftir vikutímatali/40.

Stk.3. Heimahjálpari fær 80% av fullara løn á 1. lønarstigi, tá hann fer á heimahjálparaskeið.

Stk. 4. Heimahjálparar/almanna‐ og heilsuhjálparar verða settir at arbeiða 15, 20, 25, 30, 35 ella 40 tímar um vikuna

Stk. 5. Arbeiðstíðin er 8 tímar um dagin. Tó eru møguleikar at gera avtalur um frávik, um arbeiðsgongdin á starvsstaðnum krevur tað. Partarnir eru samdir um at arbeiðið skal skipast uttan brot í arbeiðstíðini, har tað letur seg gera. Tíðin, ið neyðugt er at ferðast húsanna millum, verður at rokna sum arbeiðtíð.

Stk. 6. Mánaðarløntur heimahjálpari/almanna‐ og heilsuhjálpari eigur løn fyri í minsta lagi tað fasta tímatalið, sum hann er settur eftir, uttan mun til, um arbeiðsgevarin ger nýtslu av heimahjálparanum/almanna‐ og heilsuhjálparanum ta ásettu tíðina. Fær fastløntur heimahjálpari/almanna‐ og heilsuhjálpari ikki arbeitt tað tímatalið, sum ásett er í arbeiðsætlanini, av orsøkum, sum hann ikki hevur skuld í sjálvur, eigur hann kortini løn fyri tað ásetta tímatalið henda dagin.

Stk. 7. Arbeitt verður eftir arbeiðsætlan, sum verður løgd fyri tríggjar mánaðir í senn, har tilskilað er:

  1. Hvørjir dagar eru arbeiðsdagar, og hvørjir eru frídagar.
  2. Talið á arbeiðstímum fyri hvønn arbeiðsdagin sær.
  3. Veruliga tíðin, sum tað tekur hjá heimahjálparunum/almanna‐ og heilsuhjálparunum at koma úr einum heimi í annað (til gongu ella við bili) fyri hvørja ferðing sær. Har bólkarøkt er, verður hetta ikki tilskilað.

Henda arbeiðsætlan skal heimahjálparunum í hendi 14 dagar, áðrenn hon kemur í gildi.

Um heimahjálpari/almanna‐ og heilsuhjálpari verður boðsendur til arbeiðis, fær viðkomandi løn fyri minst 1 tíma.

Stk. 8. Heimahjálpari/almanna‐ og heilsuhjálpari skal arbeiða sambært talvu ella vikuætlan. Arbeiðsætlan verður gjørd av leiðaranum fyri tríggjar mánaðir í senn. Broyting í arbeiðsætlan kann gerast av leiðaranum eftir samráð við heimahjálpararnar/almanna‐ og heilsuhjálpararnar. Tá 3‐mánaða skeiðið er farið, verður uppgjørt, hvussu nógv heimahjálparin/almanna‐ og heilsuhjálparin hevur arbeitt. Hevur fastløntur heimahjálpari/almanna‐ og heilsuhjálpari arbeitt meira enn ásetta tímatalið, verður meirarbeiðið lønt við tímaløn, sum er 1/2080 av árslønini. Harafturat verður latin samsýning fyri ólagaliga arbeiðstíð. Um heimahjálpari/almanna‐ og heilsuhjálpari í 3‐mánaða skeiðnum hevur arbeitt meira enn 40 tíma viku í miðal, verður goldin úrtíðarløn, sum er 50% eyka av vanligu lønini. Heimahjálpari/almanna‐ og heilsuhjálpari avgerð sjálvur, um hann vil hava úrtíð útgoldna í løn ella avspákaða. Boðað eigur at verða frá avspáking, áðrenn arbeiðsætlan verður løgd. Avspáking verður løgd í samráð við leiðaran.

§ 3. Samsýning fyri ólagaliga arbeiðstíð.

Stk. 1. Fyri arbeiði í tíðarskeiðinum kl. 17.00 ‐ 23.00 verður latin viðbót kr. 14,05 um tíman.

Stk. 2. Fyri arbeiði í tíðarskeiðinum kl. 23.00 ‐ kl. 8.00, tó mánanátt frá kl. 00.00 ‐ 08.00, verður latinviðbót kr. 19,30 um tíman.

Harumframt verður fyri arbeiði í tíðarskeiðinum sunnunátt kl. 23.00 til 06.00 goldin sunnudagsviðbót afturat náttarviðbótini, og fyri arbeiði í tíðarskeiðnum frá kl. 00.00 ‐ 06.00 mánanátt verður leygardagsviðbót tíð goldin afturat náttarviðbótini.

Stk. 3. Fyri arbeiði leygardagar millum kl. 12.00 ‐ 23.00 verður latin viðbót kr. 18,70 um tíman.

Stk. 4. Fyri arbeiði leygardagar áðrenn kl. 12.00 á vaktum, har meira enn helmingurin av arbeiðstímunum er aftan á kl. 12.00, verða latnar kr. 18,70 um tíman.

Stk. 5. Fyri arbeiði sunnu‐ og halgidagar og serstakar frídagar verður latin 20 minuttir eyka fyri hvønn arbeiðstíma. Heima/almanna‐ og heilsuhjálpari kann í samráð við leiðsluna avspáka arbeiði eftir stk. 5.

Stk. 6. Tá ið heima/almanna‐ og heilsuhjálpari er til hjálpar í neyðsynd, eitt nú við sjúkrabili ella tyrlu, fær hann sum eyka samsýning kr. 100,00. Fyri at gera lík í stand og leggja í kistu verður latið tað sama sum til heimasjúkrasystrar (kr. 140,‐)

Stk. 7. Minsta ómaksløn fyri at verða boðsendur á nátt (millum kl. 23.00 og 08.00) er tveir tímar umframt eykagjaldið.

Stk. 8. Tað skulu ongantíð vera meira enn 4 tímar millum hvønn matsteðg. Tó kann, um heima/almanna‐ og heilsuhjálparin ynskir tað, gerðast serlig avtala millum álitisfólk og økisleiðslu.

Stk. 9. Partíðarsett, sum ynskja tað og sum í einum tríggja mánaða óbrotnum tíðarskeiði í miðal hava arbeitt meir enn 20% út yvir ásettu arbeiðstíðina, hava rætt til at leingja føstu arbeiðstíð sína við hesum prosenttali, og fáa tey átekning á setanarbræv sítt um, at arbeiðstíðin er longd.

Stk. 10. Heima/almanna‐ og heilsuhjálpari, sum fyribils røkir hægri starv í minst eina viku, eigur í hesum tíðarskeiði somu løn, sum viðkomandi hevði fingið, um viðkomandi var sett í hetta hægra starvið.

§ 4. Viðbøtur.

Fyri klæði verða goldnar kr. 1.582,00 árliga.

Stk. 2. Dag‐ og tímapeningur undir tænastuferð og endurgjald fyri nýtslu av egnum bili í tænastuørindum verður sum fyri tænastumenn landsins , tó soleiðis, at avtalað er:

  1. Samsýning verður goldin fyri koyring við egnum bili uttan mun til, um koyringin fer fram innan ella uttan fyri kommununa, har viðkomandi heima/almanna‐ og heilsuhjálpari býr.
  2. Tó verður ikki goldin samsýning fyri koyring frá bústaðnum hjá heima/almanna‐ og heilsuhjálparanum til fyrsta stað tær møta, tað veri seg bólkahøli ella heim hjá brúkara, og frá seinasta heimi, sum heima/almanna‐ og heilsuhjálparin skal vitja, og til húsar aftur uttan so, at talan er um heim, sum liggur uttan fyri núverandi arbeiðsøki hjá viðkomandi heima/almanna og heilsuhjálpara.
  3. Um broytingar verða gjørdar í verandi arbeiðsøkjum hjá heima/almanna‐ og heilsuhjálparum, binda partanir seg til at taka uppaftur spurningin um koyring frá húsum og
  4. Tá steðgur er í arbeiðstíðini, verður eisini goldin samsýning fyri koyring til og frá búðstaðnum hjá heima/almanna‐ og heilsuhjálparanum.
  5. Henda avtala er eitt lið í arbeiðsætlanini.

§ 5. Frídagar.

Umframt sunnu‐ og halgidagar eru at rokna sum serstakir frídagar: Jólaaftan, páskaaftan, hvítusunnuaftan flaggdagur, nýggjársaftan og ólavsøkudagur. Grundlógardagur og ólavsøkuaftan aftan á kl. 12.00.

Stk. 2. Verður arbeitt nevndu frídagar, verður samsvarandi frítíð latin annan dag.

Stk. 3. Heima/almanna‐ og heilsuhjálparar hava rætt til ein frídag um vikuna. Frídagar skulu ikki leggjast á døgum, sum frammanundan eru fastir frídagar, við undantaki av døgum, sum sambært fastari turnusskipan eru fastir frídagar hjá viðkomandi heima/almanna‐ og heilsuhjálpara.

§ 6. Frítíð.

Fyri frítíð eru reglurnar í frítíðarlógini galdandi.

Parttíðarsett, sum arbeiða meira enn ásettu arbeiðstíðina fáa vanliga frítíðarløn fyri lønina, tey vinna fyri hetta meirarbeiði.

Um heima/almanna‐ og heilsuhjálpari er óarbeiðsførur, tá ið frítíðin byrjar, verður frítíðin flutt.

§ 7 Eftirløn

Eftirlønargjaldið verður umlagt frá 1. juni 1999 at rokna. Samstundis fer avtalan, um eftirløn til heima/almanna‐ og heilsuhjálparar frá 11. juni 1997, úr gildi, og ístaðin verður fylgjandi ásett: Fyri heima/almanna‐ og heilsuhjálparar, ið settir eru eftir sáttmála millum Heimahjálparafelag Føroya og Fíggjarmálastýrið, skal verða rindað eftirlønargjald av løn sambært setanarbrøki og fyri meirtímar (tó ikki viðbøtur o.l.), treytað av at viðkomandi hevur verið í starvi í minst 1 ár, og meðaltímatalið er 15 tímar ella meira.

Stk. 2. Eftirlønargjaldi

  1. juni 1999 hækkar eftirlønargjaldið 2,24% av grundlønini.
  2. juni 1999 verður eftirlønargjaldið sostatt 4,89%

Frá 1. januar 2000 verður tann parturin, sum í dag verður goldin í Verkamannagrunnin hjá FA (0,65%) goldin afturat í eftirløn. Sostatt verður eftirlønargjaldið 1. januar 2000 samnlagt 5,54% Fyri tímaløntar heima/almanna‐ og heilsuhjálparar, ið arbeiða minni enn 15 tímar um vikuna í miðal um árið, verður ikki goldið eftirlønargjald.

Arbeiðsgevarin rindar eftirlønargjaldið.

Upphæddin fer í eftirlønarskipan, sum partarnir gera serstaka semju um.

Fyri tey yvir 60 ár ‐ ella sum vegna heilsu ‐ ikki kunna koma í eftirlønarskipanina, gera partarnir eina uppsparingarskipan ella líknandi.

§ 8. Prístalsviðgerð.

Fyri prístalsviðgerð eru reglurnar í lógini um prístalsviðgerð galdandi.

§ 9. Barnsferð.

Heima/almanna‐ og heilsuhjálpari, ið er við barn, skal siga leiðsluni frá 3 mánaðir áðrenn, hon væntar at eiga. Ger hon ikki tað, hevur stovnurin rætt til at siga henni upp frá tí degi, hon gerst óarbeiðsfør.

Stk. 2. Heima/almanna‐ og heilsuhjálpara verður veitt løn fyri tíðina, frá tí hon gerst óarbeiðsfør, tó í mesta lagi 8 vikur undan føðing, og tilsamans 24 vikur. Aftrat hesum kann hon fáa frí uttan løn í 6 vikur.

Heima/almanna‐ og heilsuhjálpari kann umframt eftir umsókn fáa frí uttan løn í 5 mánaðir uttan miss í lønaraldri. Í hesum sambandi kann mannligur heima/almanna‐ og heilsuhjálpari eisini eftir umsókn fáa frí uttan løn í 1 mánað uttan miss í lønaraldri.

Stk. 3. Umframt tær í stk. 2 nevndu sømdir kann heima/almanna‐ og heilsuhjálpari fáa 6 mánaða sjúkrafrí í slíkum førum, har hon við læknaváttan prógvar, at tað fyri fostur og/ella fyri hana sjálva stendst heilsuvandi av at vera í starvinum. Undir slíkum umstøðum verður veitt heima/almanna‐ og heilsuhjálparanum full løn.

Stk. 4. Um heima/almanna‐ og heilsuhjálpari ættleiðir barn, kann hon fáa upp til 24 vikur frí við løn. Í hesum sambandi kann mannligur heima/almanna‐ og heilsuhjálpari eisini eftir umsókn fáa frí uttan løn í 1 mánað uttan miss í lønaraldri.

§ 10. Sjúka.

Tá talan er um sjúku hjá heima/almanna‐ og heilsuhjálpara verður víst til ásetingarnar í § 5 í Starvsmannalógini.

Viðmerking: Fyri tey ið hava ørvísi faktiskt tímatal enn setanarbrøkurin, verður løn undir sjúku ongantíð minni enn miðaltímatalið fyri 6 teir seinastu mánaðirnar.

Stk. 3. Heima/almanna‐ og heilsuhjálparar hava rætt til frí við løn, tá barn/børn teirra eru sjúk, tó hægst 2 dagar hvørja ferð og í mesta lagi tilsamans 10 dagar árliga. Hava tey meira enn 2 børn undir 10 ár, kunnu tey fáa frí upp til 20 dagar.

§ 11. Eftirsitiløn.

Um heima/almanna‐ og heilsuhjálpari doyr, meðan hann er í starvi, eigur eftirsitandi hjúnafelagi ella børn undir 18 ár, sum hann hevur skyldu at uppihalda, rætt til eftirsitiløn í mun til uppsagnartíðina, minst tríggjar mánaðir, tó hægst 6 mánaðir.

Stk. 2. Eftirsitiløn er tann løn, viðkomandi hevði. Lønin í mánaðinum, tá starvsfólkið doyði, verður ikki roknað upp í eftirsitilønina.

§ 12. Farloyvi.

Heima/almanna‐ og heilsuhjálpara kann verða givið farloyvi uttan løn, har tað ikki stríðir ímóti áhugamálum stovnsins. Farloyvi kann verða givið í upp til 2 ár hvørja ferð, tó í mesta lagi 4 ár, og hevur stovnurin skyldu til at hava starv til viðkomandi, tá farloyvið er av. Tó skal heima/almanna‐ og heilsuhjálpari, ið hevur starvast longur enn 5 ár, so langt, tað ber til, altíð hava rætt til í minsta lagi 1 ára farloyvi.

§ 13. Uppsøgn.

Mánaðarløntur heima/almanna‐ og heilsuhjálpari kann siga starv sítt upp við 1 mánað freist til tann 1. í einum mánaði. Leiðslan kann siga upp mánaðarløntan heima/almanna‐ og heilsuhjálpara við 1 mánað freist til tann 1. í einum mánaði teir fyrstu 6 mánaðirnar, viðkomandi er í starvi. Freistin verður longd til 3 mánaðir frá einum 1. í mánaðinum at rokna, um viðkomandi uttan slit hevur verið mánaðarløntur heima/almanna‐ og heilsuhjálpari í meira enn 6 mánaðir. Uppsagnarfreistin verður longd við einum mánaði fyri hvørji 3 ár, mánaðarløntur heima/almanna‐ og heilsuhjálpari hevur verið í starvi, tó hægst 6 mánaðir. Um mánaðarløntur heima/almanna‐ og heilsuhjálpari hevur framt álvarsligt brot á skyldur sínar, kann leiðslan siga honum upp beinanvegin.

Stk. 2. Er talan um at siga heima/almanna‐ og heilsuhjálpara úr starvi, skal setanarmyndugleikin geva avvarðandi heima/almanna‐ og heilsuhjálpara og Heimahjálparafelag Føroya skrivliga fráboðan um hetta, við neyvari grundgeving fyri ætlaðu uppsøgnini.

Stk. 3. Um so er, at Heimahjálparafelag Føroya metir ætlaðu uppsøgnina at vera ógrundaða, kann felagið innan eina viku krevja fund við setanarmyndugleikan.

§ 14. Lønarútgjaldin

Mánaðarløn verður goldin afturút. Lønin verður goldin umleið 25. í mánaðinum.

2.Partur.

Tímaløntir heima/almanna‐ og heilsuhjálparar.

§ 15. Løn og arbeiðstíð

Heimahjálpari við útbúgving, ið arbeiðir minni enn 15 tímar um vikuna í miðal, fær tímaløn, ið er 1/2080 av galdandi ársløn sambært hjáløgdu lønartalvu. Lønaraldur verður latin í lutfalli til arbeiddu tíðina.

Fyri heimahjálpara uttan útbúgving er tímalønin á fyrsta lønarstigi sambært galdandi lønartalvu. Fyri kvøldtímar (17‐23) er lønin 89,98 kr.

Stk. 2. Um tímaløntur heimahjálpari/almanna‐ og heilsuhjálpari í 3‐mánaða skeiðnum hevur arbeitt meira enn 40 tíma viku í miðal, verður goldin úrtíðarløn, sum er 50% eyka av vanligu lønini.

§ 16. Barnsferð og sjúka.

Fyri barnsferð og sjúku eru reglurnar í dagpeningalógini galdandi.

§ 17. Uppsøgn.

Heima/almanna‐ og heilsuhjálpari, sum settur er at arbeiða sum tímaløntur, hevur tríggja daga freist at siga seg úr starvi. Arbeiðsgevari kann uppsiga heima/almanna‐ og heilsuhjálpara við niðanfyri standandi freistum:

1., 2. og 3. mánaðin er uppsagnartíðin 7 dagar.

4., 5. og 6. mánaðin er uppsagnartíðin 14 dagar.

7., 8. og 9. mánaðin er uppsagnartíðin 21 dagar.

10., 11. og 12. mánaðin er uppsagnartíðin 28 dagar. Eftir 1 ár í starvi er uppsagnartíðin 30 dagar.

Heima/almanna‐ og heilsuhjálpari, sum hevur framt brot sambært § 13, kann tó sigast úr starvi beinanvegin.

§ 18. Viðbøtur.

Fyri klæði verða goldin 76 oyru afturat tímalønini.

§ 19. Aðrar setanartreytir

Fyri tímaløntar heima/almanna‐ og heilsuhjálparar galda annars reglurnar í § 1, § 2, stk. 5, 3 punktum ( tíðin, ið neyðug er at ferðast húsanna millum, verður at roknað sum arbeiðstíð) og stk. 6 og 7, § 3, stk. 1‐7, § 4, stk. 3, § 5, § 6 og § 8.

Gildisreglur v.m.

  • 20. Samstarvsnevnd og gerðarrættur.

Trætur um tulking av hesum sáttmála verða fyrst at viðgera í samstarvsnevnd, sum hevur hesar limir: Stovnsleiðslan, deildarumboð fyri Almanna‐ og Heilsumálastýrið, deildarumboð fyri Fíggarmálastýrið, og tríggjar limir, sum Heimahjálparafelag Føroya tilnevna. Samstarvsnevndin kann eisini taka onnur mál sáttmálanum viðvíkjandi til viðgerðar.

Stk. 2. Fæst ikki loysn til vega í samstarvsnevndini, kann hvør parturin leggja mál um tulking av hesum sáttmála fyri gerðarætt, har hvør parturin velur tveir limir, sum í felag velja ástøðumannin. Er ikki semja, verður hann tilnevndur av Føroya Rætti.

Stk. 3. Partarnir velja sínar gerðarættarlimir í seinasta lagi 30 dagar eftir, at hin parturin skrivliga hevur boðað frá, at hann ynskir málið fyri gerðarætt.

§ 21. Skyldur o.a.

Leiðslan hevur skyldu til at upplýsa Heimahjálparafelag Føroya um broytingar í arbeiðsviðurskiftum og útbúgvingarviðurskiftum og gera hesar aftaná samráðingar við felagið.

§ 22. Gildiskoma og uppsøgn

Hesin sáttmáli er galdandi frá 1. juni 1999, og báðir partar kunnu siga hann upp við 3 mánaða freist, tó í fyrsta lagi til tann 1. juni 2001.

Protokollat

Partarnir vilja í sáttmálaskeiðnum hyggja nærri at, um tað ber til at gera sáttmála, har miðað verður eftir:

  • betri skipaðum og greiðari viðurskiftum
  • einfaldari og liðiligari sáttmála

Harumframt skulu allar ótíðarhóskandi orðingar rættast til

 

Tórshavn, tann 21 mai 1999

Fíggarmálastýrið                            Heimahjálparafelag Føroya

 

Lønartalva ‐ Heima/Almanna‐ og heilsuhjálparar 1. juni 1999 Lønartalva ‐ Heima/Almanna‐ og heilsuhjálparar 1. juni 2000 Stk. 1. Grundlønin hækkar soleiðis (1.1.1999‐stig)

  1. juni 1999 2%
  2. juni 2000 2,5%

Stk. 2. Almanna‐ og Heilsuhjálparar verða løntir eftir lønartalvuni stig 4‐6.

Stk. 3. Heimahjálparar, sum nema sær hesa útbúgving og arbeiða í Heimarøktini, missa ikki starvsaldur sum heimahjálparar.

Framflutningur til næsta lønarstig fer fram aftan á 2 ára fullan starvsaldur á sama lønarstigi. Er heimahjálpari settur at arbeiða minst 15 tímar um vikuna í miðal um árið, verður fullur starvsaldur roknaður.

Skiftisskipan.

Heimahjálapri, ið settur er í starv áðrenn 1. oktober 1990, og sum ikki lýkur treytirnar fyri at gerðast mánaðarløntur, verður løntur sambært higartil galdandi tímalønarskipan, meðan heimahjálpari, settur í starv eftir 1. oktober 1990, ið ikki lýkur treytirnar fyri at gerðast mánaðarløntur verður løntur eftir reglunum sambært 2. part í sáttmálanum.

Tórshavn 11. september 1990

Føroya Landsstýri                              Heimahjálparafela Føroya

Føroya Arbeiðarafelag

Álitismannaskipan fyri heimahjálparar.

Í bygdum, har 5 ella fleiri heima/almanna‐ og heilsuhjálparar búgva og/ella starvast, og har samlaða arbeiðstíðin hjá hesum heima/almanna‐ og heilsuhjálparaum er oman fyri 75 tímar um vikuna, hava heima/almanna‐ og heilsuhjálpararnir rætt til at velja sær álitisfólk, ið verða vald fyri tvey ár í senn.

Fyri at kunna verða valdur sum álitisfólk, skal viðkomandi hava arbeitt sum heima/almanna‐ og heilsuhjálpari í minsta lagi 1 ár.

Heimahjálparafelag Føroya skal góðkenna val av álitisfólki og tiltaksfólki.

Stk. 2. Álitisfólkini skulu eisini hava tiltaksfólk, ið verða vald á sama hátt sum álitisfólkið. Hesi skulu, tá álitisfólk hevur forfall, virka undir somu treytum og hava somu sømdir sum álitisfólkið.

  • 2

Álitisfólkið er umboðs‐ og tingingarfólk hjá heima/almanna‐ og heilsuhjálparum mótvegis leiðsluni og skal gera sítt til at arbeiði fer siðiliga fram.

Leiðslan og álitisfólkið eiga í felag at fremja eitt gott samarbeiði.

  • 3

Álitisfólkið skal bera fram klagur og tilmæli frá arbeiðsfeløgum til leiðsluna.

Stk. 2. Álitisfólkið hevur eisini átalurætt viðvíkjandi ótrygd á arbeiðsplássinum. Sí annars løgtingslóg nr. 58 frá 24. mai 1974.

  • 4

Um álitisfólk, tá samráðing er farin fram, ikki er komið til eina loysn við leiðsluna viðvíkjandi trupulleikum í arbeiðinum, sum heima/almanna‐ og heilsuhjálparar ikki hava kunnað góðtikið, skal málið beina vegin leggjast fyri Heimahjálparafelagið.

Stk. 2. Heima/almanna‐ og heilsuhjálparar kunna ikki leggja arbeiðið niður, fyrr enn nærri boð eru komin frá fakfelagi teirra.

  • 5

Skyldur hjá álitisfólki skulu fremjast soleiðis, at tað sum minst tarnar arbeiðinum. Tá álitisfólk noyðast at fara úr arbeiði fyri at gera skyldur sínar, skal tað vera eftir avtalu við eftirlitsfólkið. Ber ikki til at fáa avtalu við hesi, so skal avtala gerast við leiðsluna.

Í hesum føri, eins og tá leiðsla ella eftirlitsfólk boðsendir álitisfólk um mál, ið hava við heima/almanna‐ og heilsuhjálp ella arbeiðsviðurskifti teirra at gera, skal álitisfólkið fáa ta vanligu lønina fyri ta tíð, tað er úr arbeiði.

Stk. 2. Álitisfólk fær tænastufrí við løn til at fara á skeið, ið fakfelag teirra ella leiðslan skipar fyri, so álitisfólkið fær møguleika at útbúgva seg í samráðingarkynstri, samstarvs‐ og talukynstri v.m.

  • 6

Álitisfólk kunnu bert verða søgd upp, eftir at arbeiðsgevarin frammanundan hevur lagt málið fram við grundgeving sínari fyri fakfelagið hjá álitisfólkinum.

Stk. 2. Álitisfólk skal, áðrenn uppsøgnin verður gjørd, hava høvi til á fundi, har arbeiðsgevari (leiðsla) eru umboðað, at føra sjónarmið síni fram.

Stk. 3. Uppsagnartíðin hjá álitisfólki er 6 mánaðir. Álitisfólk kunnu bert verða søgd upp við haldgóðari grundgeving.

  • 7

Metir álitisfólkið ella fakfelag tess, at treytirnar fyri uppsøgnini ikki eru loknar, verður málið at leggja fyri gerðarrætt samsvarandi § 20, stk. 2 í sáttmálanum.

Stk. 2. Kemur gerðarrætturin til ta niðurstøðu, at haldgóðar grundir ikki eru fyri uppsøgnini, og arbeiðsgevarin (leiðslan) ikki tekur uppsøgnina aftur, kann greðarrætturin áleggja arbeiðsgevarinum at rinda álitisfólkinum endurgjald, sum svarar til løn í 6 mánaðir.

  • 8

Broytingar í hesi álitismannaskipan kunnu bert gerast í sambandi við sáttmálasamráðingar.

  • 9

Um so er, at ivamál taka seg upp viðvíkjandi hesi skipan skal samráðing fara fram millum samstarvsnevndina, ið er millum feløgini, leiðsluna og arbeiðsgevara.

Stk. 2. Fæst ikki semja, verður málið at leggja fyri gerðarrætt sambært § 20, stk. 2 í sáttmálanum.

  • 10

Nevndarlimir hava rætt til ein dag um mánaðin við løn til nevndararbeiði. Tórshavn, tann 14. september 1995

Føroya Landsstýri Edmund Joensen Súsanna Danielsen

Heimahjálparafelag Føroya                                                 Føroya Arbeiðarafelag Sunneva Tyril, Jórum E. Joensen,                                       Ingeborg Vinther

Ása Djurhuus, Hildigar Djurhuus Sunrid H. Thorstinsson

 

Protokollat

Tað er partanna millum semja um, at § 2, stk. 1 í sáttmálanum er at skilja soleiðis:

Heimahjálpari ‐ settur í starv pr. 1. okt. 1990, ið hevur arbeitt sum heimahjálpari í miðal 15 tímar um vikuna seinastu 2 árini, verður mánaðarløntur.

Tað sama er galdandi fyri heimahjálpara, ið hevur luttikið á skeiði, og sum í miðal arbeiðir 15 tímar um vikuna ‐ uttan mun til, hvussu leingi hann hevur arbeitt sum heimahjálpari.

Uttan fyri fastlønarskipanina verður sostatt ‐ heimahjálpari ‐, ið hevur arbeitt minni enn 2 ár sum heimahjálpari ‐ uttan mun til, hvussu nógvar tímar hann hevur arbeitt í miðal um vikuna ‐og sum ikki hevur luttikið á skeiði.

Heimahjálpara, sum í løtuni, orsakað írestandi skeiðluttøku, ikki lýkur krøvini fyri at gerast mánaðarløntur, stendur í boði at luttaka á skeiði inna 1. apríl 1992.

Tímaløntir heimahjálparar, settir aftaná 1. apríl 1992 og sum arbeiða í minst lagi 15 tímar um vikuna, verða fastløntir aftaná 1 ára setan, um so er, at setanarmyndugleikin hevur ábyrgdina av, at teir ikki eru slopnir á skeið.

Heimahjálpari, sum er 60 ár ella eldri og ikki hevur áræði til at fara undir útbúgvingarskeið, skal framhaldandi vera undir fastlønarskipanini. Annars skal einki aldursmark vera fyri at kunna fara á útbúgvingarskeið.

 

Tórshavn, tann 11. september 1990

Føroya Landsstýri
Jógvan Sundstein    Súsanna Danielsen

 

Heimahjálparafelag Føroya                                    Føroya Arbeiðarafelag

 

Sunneva Tyril, Elsa Nielsen,                                  Símun Abrahamsen

 

Kirsten Danielsen

 

Protokollat um vikuliga frídagin hjá heimahjálparum eftir § 5, 3 stk.

Eftir sáttmálanum hava heimahjálparar rætt til ein frídag um vikuna. Felagið hevur gjørt vart við, at tá heimahjálpari um vikuskifti og skal hava ein annan frídag, verður ofta ov langt millum frídagarnar. Sum dømi um hetta er nevnt, at heimahjálpari hevur frí mánadag í eini viku og fær so ikki frí aftur fyrr enn leygardag í næstu vikuni, t.v.s. , at hon arbeiðir 11 dagar uttan frídag. Partanir eru samdir um, at hetta er eitt ov langt tíðarskeið at arbeiða uttan frítíð, og eigur frítíðin bert at verða løgd soleiðis, um heimahjálpari í einstøkum føri sjálvur ynskir tað. Eisini eru partanir samdir um, at miðað verður ímóti, at tað ikki vera meira enn 7 til 9 dagar millum frídagarnar. Hinvegin er einki til hindurs fyri, at tað kunna vera færri enn 7 dagar millum frídagarnar.

Tórshavn, tann 14. juni 1991.

 

Føroya Landsstýri Atli P. Dam Súsanna Danielsen

 

 

Heimahjálparafelag Føroya                                      Føroya Arbeiðarafelag Kristin Ryan                                                                              Ingeborg Vinther

Martha Olsen Elsuba Petersen

Protokollat

Partarnir eru samdir um, at berast skal so í bandi, at limir Heimahjálparafelagsins skulu hava rætt til at fáa útbúgving og eftirútbúgving sum “social‐ og sundhedshjælper”, tá henda útbúgvning sum ætlað verður sett á stovn í Føroyum.

Í hesum sambandi verður spurningurin um løn/stuðul tikin upp partanna millum.

Tórshavn, tann 14. juni 1997

Føroya Landsstýri                                                                          Heimahjálparafelag Føroya/ Føroya Arbeiðarafelag

Dáma og deil:
Vís meira
Back to top button
Close