Semja 01.01.2004 – 01.01.2006

Heilsuhjálparafelag Føroya (Heimahjálparafelag Føroya) 2003

Galdandi frá 1. januar 2004

  1. Sáttmálaskeið

Sáttmálin verður endurnýggjaður fyri tíðina frá 1. januar í 2004 til 1. januar í 2006.

Semjan byggir á ein karm, sum er umleið 9%.

  1. Løn

Lønin hækkar soleiðis:

  1. januar í 2004 hækkar lønin 3,63%
  2. januar í 2005 hækkar lønin 2,8%
  3. Broyta lønarstiga

Frá 1. juni í 2004 verða heilsuhjálparar flokkaðir á stigunum 5 til 8.

Teir heilsuhjálparar, sum í dag eru í starvi, verða hækkaðir eitt lønarstig og varveita starvsaldursbroytingina.

  1. Eftirløn
  2. januar í 2005 verður eftirlønargjaldið 9,0%.
  3. Viðbøturnar fyri ólagaliga arbeiðstíð

Verður onnur avtala ikki gjørd, hækka hesi gjøld %-karmin, sum verður galdandi, tá ið nýggir sáttmálar eru gjørdir við feløgini, sum eru umfatað av semjuni.

Í tí sambandi verður eisini roynt at fáa felags tulking av, hvussu skeivir halgidagar skulu verða umsitnir.

  1. Klædnaviðbót og praktikkvegleiðaraviðbót

Frá 1. juni í 2004 verða hesar broytingar gjørdar:

Klædnaviðbótin verður 1800 kr. um árið
Praktikkvegleiðaraviðbótin verður 600 kr. um mánaðin.

  1. Samskiparaviðbót

Verður heima-/heilsuhjálpari settur sum samskipari á sambýli, t.e. at samskipa praktiska arbeiðið á sambýlinum, verður veitt viðbót sum er 700 kr. um mánaðin.

  1. Førleikamenning

Partarnir hava avtalað at fara undir strategiska og skipaða førleikamenning.

  1. Arbeiðstíð o.a.

Frá 1. juni í 2004 verða hesar broytingar gjørdar:
Í § 2, stk. 5 verður skoytt uppí:

Er mattíðin fastløgd, verður hon ikki roknað við í arbeiðstíðina.

Er ikki møguleiki at fastleggja mattíðina, verður hon roknað sum arbeiðstíð, og skal haldast, tá ið arbeiðsgongdin loyvir tí.

Henda fríløtan kann vera upp til ½ tíma, og skal starvsfólkið vera til taks, um brúk er fyri tí.

Verður arbeitt 2 tímar ella meiri út um vanliga arbeiðstíð, hevur starvsfólkið rætt til ½ tíma matarsteðg uttan lønarmiss.

  • 2, stk. 7 verður orðað soleiðis:

Arbeitt verður eftir arbeiðsætlan, sum verður løgd fyri 4 vikur í senn, har tilskilað er:

  1. Hvørjir dagar eru arbeiðsdagar, og hvørjir eru frídagar.
    2. Talið á arbeiðstímum fyri hvønn arbeiðsdagin sær.
    3. Veruliga tíðin, sum tað tekur hjá heima-/heilsuhjálparunum at koma úr einum heimi í annað (til gongu ella við bili) fyri hvørja ferðing sær. Har bólkarøkt er, verður hetta ikki tilskilað.

Broytingar mugu ikki fara fram tær seinastu 4 vikurnar, ið arbeiðstíðin er tilrættisløgd.

Um broytingar fara fram, skal tað bert vera undir serligum umstøðum, so sum sjúku og í samráð við starvsfólkið.

Frígonga, orsakað av uppsparing av serligum veitingum t.d. úrtíðararbeiði, sunnu- og halgidagsarbeiði og annað, skal kunngerast í arbeiðstíðini í seinasta lagi 72 tímar, áðrenn frígingið verður.

Um tilrættisløgd frígonga verður tikin aftur, skal hetta kunngerast í seinasta lagi 72 tímar, áðrenn farið verður undir arbeiðið, sum liggur beint áðrenn, farið verður undir frídagar. Um ikki er fráboðað rættstundis, skal tíðin samsýnast sum úrtíð/mist frítíð.

Verður heima-/heilsuhjálpari boðsendur til arbeiðis á døgum, ið sambært arbeiðsætlan eru frídagar, eigur viðkomandi starvsfólk løn sum fyri úrtíð, tó í minsta lagi løn fyri 3 tímar. Fyri arbeiði meira enn 3 tímar, verður goldin úrtíð fyri hvønn byrjaðan tíma. Á fundi millum Heilsuhjálparafelag Føroya og Fíggjarmálaráðið tann 14. juli 2004 var semja um, at hetta brotið verður strikað.

Ístaðin verður sett:

Um heima-/heilsuhjálpari verður boðsendur til arbeiðis, fær viðkomandi løn fyri minst 3 tímar.

Hetta er galdandi fyri dagar, sum ikki eru fastlagdir sum 0-dagar.

Verður heima-/heilsuhjálpari boðsendur til arbeiðis á døgum, ið eru fastlagdir sum frídagar (0 dagar), fær viðkomandi løn sum fyri serstakar frídagar. Hetta merkir, at samsvarandi frítíð verður latin annan dag umframt úrtíðarløn.

  • 3, stk. 2 og stk. 7

Kl. 23.00 – 8.00 verður broytt til kl. 23.00 – 6.00.

  • 3, stk. 5 verður broytt soleiðis:

Fyri arbeiði sunnu- og halgidagar og serstakar frídagar verða latnir 30 minuttir eyka fyri hvønn arbeiðstíma. Heima-/heilsuhjálpari kann í samráð við leiðsluna avspáka arbeiði eftir stk. 5.

  • 3, stk. 8.

Stykkið verður strikað.

Sum nýtt stykki í § 3 verður sett:

Fyri hvørjar fullar 40 tímar sum kvøld- ella náttararbeiði eigur starvsfólk frí í 3 tímar.

Kvøld- ella náttararbeiði er arbeiði, sum er byrjað kl. 14 ella seinni, og sum endar seinni enn kl. 17. Hesar reglur galda fyri allar yrka-, sunnu- og halgidagar, men ikki fyri yvirtíð, tilkalli- og samdøgursvaktir.

Henda regla umfatar ikki tímalønt, av tí at tey fáa fulla samsýning í tímaløn fyri kvøld- og náttararbeiði.

  1. Aðrar broytingar í sáttmálatekstinum
    Í § 2, stk. 1 verður sett afturat:

Heima-/heilsuhjálparar, ið hava staðið góðkent prógv og arbeiða meira enn 15 tímar um vikuna í miðal, verða løntir sambært hjáløgdu lønartalvu. Lønin er treytað av fullari arbeiðstíð, sum er 40 tímar í miðal um vikuna.

Heimahjálparar eru løntir á lønarstigi 1 – 6
Heilsuhjálparar eru løntir á lønarstigi 5 – 8

Heimahjálparar, ið hava lokið uppskúling til almanna- og heilsuhjálpara, flyta eitt stig upp, tá ið tær koma aftur í starv.

Heimahjálparar, sum nema sær hesa útbúgving og arbeiða í Heimarøktini, missa ikki starvsaldur sum heimahjálparar.

Framflutningur til næsta lønarstig fer fram aftaná 2 ára fullan starvsaldur á sama lønarstigi. Er heimahjálpari settur at arbeiða minst 15 tímar um vikuna í miðal um árið, verður fullur starvsaldur roknaður.

Heilsuhjálpari, sum arbeiðir 15 tímar um vikuna í miðal um árið, verður mánaðarløntur aftan á eitt ára setan.

  • 6, stk. 1 verður broytt soleiðis:

Umframt sunnudagar eru at rokna sum fastir frídagar:

Nýggjársaftan, nýggjársdagur, skírisdagur, langifríggjadagur, páskaaftan, 2. páskadagur, flaggdagur, dýribiðidagur, Kristi himmalferðadagur, hvítusunnuaftan, 2. hvítusunnudagur, ólavsøkudagur, jólaaftan, 1. jóladagur, 2. jóladagur.

Sum hálvir frídagar eru at rokna: Grundlógardagur aftaná kl. 12, ólavsøkuaftan aftaná kl. 12.

Sum nýggj § verður sett:
Undirvísing

Heilsuhjálparar hava rætt til serliga løn fyri undirvísing og fyrireiking til undirvísing hesum reglum:

  • Liggur fyrireiking og frálæra í arbeiðstíðini, fæst einki endurgjald.
  • Liggur frálæra í vanligari arbeiðstíð, og fyrireiking uttan fyri arbeiðstíð, verður endurgoldin hálv tímaløn fyri ta tíð, frálæran varir.
  • Liggur frálæra eftir arbeiðstíð, verður endurgoldið fyri teir tímar, frálæran varir.

Goldin verður tímaløn 215,28 kr.

  • 16, stk. 1 verður sett afturat:

Eftir at heimahjálpari, sum hevur ikki útbúgving, hevur verið í starvi uttan slit í eitt ár, verður lønaraldur roknaður. Lønaraldur verður roknaður, um hann kann prógva minst 59 tíma arbeiði um mánaðin.

Í § 20 verður sett afturat:

  • 8, treytað av, at viðkomandi hevur verið í starvi í minst 1 ár, og miðaltímatalið um vikuna er 15 tímar ella meira.
  1. Uppsiga sáttmálan

Hesin sáttmáli er galdandi frá 1. januar í 2004 og kunnu partarnir siga hann upp við 3 mánaða freist, tó í fyrsta lagi til tann 1. januar í 2006.

 

  1. mai í 2004

Heilsuhjálparafelag                      Føroya Fíggjarmálaráðið

Dáma og deil:
Vís meira
Back to top button