Semja 01.01.2006 – 01.01.2008

HEILSUHJÁLPARAFELAG FØROYA OG FÍGGJARMÁLARÁÐIÐ 2006

  1. Sáttmálaskeið

Sáttmálin verður endurnýggjaður fyri tíðina frá 1. januar í 2006 til 1. januar í 2008.

Semjan byggir á ein karm, sum er um leið 2,6%.

  1. Eftirløn
  2. apríl í 2006 verður eftirlønargjaldið 10,0%.
  3. Avtala um serstaka fríviku
    Ein upphædd, svarandi til 2% av karminum, verður nýtt til serligar frídagar
    . Nú kunnu starvsfólk vinna sær eina fríviku eyka. Innvinningin fer fram sum tá ið fólk vinna sær frítíð eftir frítíðarlógini. Avtalan er liðilig, soleiðis at fólk, sum ikki vilja hava frídagarnar, í staðin kunnu fáa teir útgoldnar. Virðið á einum frídegi er tá ½ % av einari ársløn.
  4. Viðbøturnar fyri ólagaliga arbeiðstíð

Verður onnur avtala ikki gjørd, hækka hesi gjøld %-karmin, sum verður galdandi, tá ið nýggir sáttmálar eru gjørdir við feløgini, sum eru umfatað av semjuni.

  1. Broytingar í sáttmálanum.

Nýtt stk. 2 til § 1

Verður nýtt starv skipað, sum ikki higartil er flokkað, verður flokkingin ásett í samráð við felagið

Nýtt stk. 4 til § 4:

Frá 1. apríl í 2006 verður hendan viðbót veitt fyri eftirútbúgving:

Demenssamskiparar “160 tímar” fáa kr. 750 um mánaðin.

Treytin fyri at henda viðbót verður latin er, at viðkomandi av leiðsluni er settur at starvast við hesi sergrein.

  1. Broytingar í álitisfólkaskipanini.

Broyting í § 1, stk. 1 fyrsta reglubrot:

Á einum arbeiðsplássi, har 5 ella fleiri starvsfólk arbeiða, hava hesi starvsfólk rætt til at velja sær álitisfólk, ið verða vald fyri tvey ár í senn.

Broyting í § 1, stk. 1 triðja reglubrot:

Heilsuhjálparafelag Føroya skal góðkenna val av álitsfólki og tiltaksfólki, og hevur valið ikki gildi, fyri enn felagið hevur góðkent tað og boðað leiðsluni á avvarðandi stovni/øki frá.

  1. Uppsiga sáttmálan

Hesin sáttmáli er galdandi frá 1. januar í 2006 og kunnu partarnir siga hann upp við 3 mánaða freist, tó í fyrsta lagi til tann 1. januar í 2008.

 

  1. mars í 2006

Heilsuhjálparafelag                        Føroya Fíggjarmálaráðið

Dáma og deil:
Vís meira
Back to top button
Close