Semja 01.01.2008 – 01.10.2010

Semja millum Heilsuhjálparafelag Føroya og Fíggjarmálaráðið

Sáttmálaskeið

Sáttmálin verður endurnýggjaður fyri tíðina frá 1. januar í 2008 til 1. oktober í 2010. Semjan byggir á ein karm, sum er umleið 9%.

Almennar lønarhækkingar

  1. jan. í 2008 hækkar lønin 3,00 %
    1. okt. í 2008 hækkar lønin 2,20 %
    1. okt. í 2009 hækkar lønin umleið      3,00 %

Broytingar í lønarstiganum

Tann 1. oktober í 2008 verður lønartalvan broytt og eitt nýtt lønarstig 9 kemur afturat.

  • Heimahjálpari gongur stigini: 2 til 6
  • Heilsuhjálpari gongur stigini: 5 til 9

Tann 1. oktober 2008 ganga heimahjálparar stigini 2 til 6 og heilsuhjálparar ganga stigini 5 til 9.

Tey sum tann 1. oktober 2008 hava verið meira enn 2 ár á stig 8 flyta yvir á stig 9. Annars verður starvsaldurin ásettur, sum um lønartalvurnar altíð hava verið í gildi.

Eftirlønargjald

Tann 1. januar í 2008 er eftirlønargjaldið 10% , 1. oktober 2008 verður eftirlønargjaldið 12% og tann 1. oktober 2009 verður eftirlønargjaldið 12%.

Viðbøtur

Hesar viðbøtir eru førleika- og funktiónsviðbøtur og eru knýttar at starvinum. Fyri at kunna fáa førleikaviðbót, skal eftirútbúgvingin verða frá góðkendum útbúgvingarstað. Sjálvt um starvsfólk hava tikið meira enn eina eftirútbúgving, so verður bert ein viðbót latin. Er starvið parttíðarstarv verður viðbótin samsvarandi setanarbrøkinum.

Eftirútbúgving 120 tímar: 750,-kr.
Eftirútbúgving 160 tímar: 1.000,-kr.
Eftirútbúgving 200 tímar: 1.250,-kr.

Praktikkvegleiðarar

Starvsfólk, sum hava lokið prógv sum praktikkvegleiðarar, fáa kr. 1250,- um mánaðin í viðbót ta tíðarskeiðið tey virka sum praktikkvegleiðarar.

Er sum undantak neyðugt at nýta praktikkvegleiðara, sum ikki hevur lokið prógv, er viðbótin kr. 750,- um mánaðin.

Broytingar í sáttmálatekstinum:

  • 2, stk. 1: verður triðja og fjórða reglubrot strikað
    § 2, stk. 3 og stk. 4: verður strikað
    § 2, stk. 7: seinasta reglubrot verður strikað og eitt nýtt ískoyti til stk. 7 verður innsett:
  • 2, stk. 7 Frídagar/døgn

Heima-/heilsuhjálpari hevur rætt til eitt frítíðarskeið um vikuna. Hesa tíðina kann tilkallivakt/samdøgursvakt ikki áleggjast starvsfólkinum.

Arbeiðsætlan eigur at verða løgd soleiðis, at niðanfyri standandi krøv í samband við frítíðarskeiðið verða fylgd:

  1. Frítíðarskeiðið skal vera minst 64 tímar út í eitt. Tó verður tað roknað sum givið frítíðarskeið, um frítíðarskeiðið bert er millum 55 og 64 tímar.
  2. Um frítíðarskeiðið ikki hevur áðurnevndu longd (a), skulu í staðin gevast tvey (2)frítíðarskeið.
    Hesi frítíðarskeið skulu vera minst 40 tímar út í eitt. Tó verða tey roknað sum givin frítíðarskeið, um skeiðið bert hevur verið 35 – 40 tímar.
    Verður frítíðarskeiðið tikið aftur við styttri fráboðan enn 4 vikur, verður samsýning givin sum úrtíð.
  • 2, stk. 9: verður strikað
  • 4, stk. 1: verður broytt soleiðis:

Starvsfólk fáa ókeypis tænastubúna. Har tað ikki er gjørligt, verður givið kr. 1.920,00 árliga. Er ókeypis vask á arbeiðsstaðnum, verður latin árlig viðbót kr. 840,00.

  • 4, stk. 2, 3 og 4: verður strikað
  • 8, stk 1: verður sett inn “Starvsfólk fáa 12% í feriuløn av øllum viðbótum”
  • 22: verður broytt soleiðis, at fyri tímalønt starvsfólk verður § 7, stk. 1 og 3 galdandi

Partarnir eru samdir um at dagføra sáttmálan samsvarandi semjuni í sáttmálaskeiðinum.

Á Argjum tann 16. apríl í 2008

 

Heilsuhjálparafelag                                Føroya Fíggjarmálaráðið

Dáma og deil:
Vís meira
Back to top button