Semja 01.06.1999 – 01.06.2001

Semja millum Heimahjálparafelag Føroya og Fíggjarmálastýrið 1. juni 1999

  1. Grundløn.

Grundlønin hækkar soleiðis (1.1.99-stig):

  1. juni 1999 2 %
    1. juni 2000 2,5%
  2. § 14, stk. 1 seinna helvt verður orðað soleiðis:

Fyri heimahjálpara uttan útbúgving er tímalønin á fyrsta lønarstigi sambært galdandi lønartalvu. Fyri kvøldtímar (17-23) er lønin 89,98 kr.

Heimahjálpari, sum fyribils røkir hægri starv í minst eina viku, eigur í hesum tíðarskeiði somu løn, sum viðkomandi hevði fingið, um viðkomandi var sett í hetta hægra starvið.

Almanna- og heilsuhjálparar

Almanna- og heilsuhjálparar verða løntir eftir lønartalvuni stig 4-6.

Starvsaldur

Framflutningur til næsta lønarstig fer fram aftan á 2 ára fullan starvsaldur á sama lønarstigi. Er heimahjálpari settur at arbeiða minst 15 tímar um vikuna í miðal um árið, verður fullur starvsaldur roknaður.

  1. Eftirløn.

Nýggj § í sáttmálanum

Eftirlønargjaldið verður umlagt frá 1. juni 1999 at rokna. Samstundis fer avtalan, um eftirløn til heima-/almanna- og heilsuhjálparar frá 11. juni 1997, úr gildi, og ístaðin verður fylgjandi ásett:

Fyri heimahjálparar/almanna- og heilsuhjálparar, ið settir eru eftir sáttmála millum Føroya Heimahjálparafelag og Fíggjarmálastýrið, skal verða rindað eftirlønargjald av løn sambært setanarbrøki og fyri meirtímar (tó ikki viðbøtur o.l), treytað av at viðkomandi hevur verið í starvi í minst 1 ár, og meðaltímatalið er 15 tímar ella meira.

  1. Eftirlønargjaldið
  2. juni 1999 hækkar eftirlønargjaldið 2,24 % av grundlønini.
    1. juni 1999 verður eftirlønargjaldið sostatt 4,89 %.

Frá 1. januar 2000 verður tann parturin, sum í dag verður goldin í Verkamannagrunnin hjá FA (0,65 %) goldin afturat í eftirløn. Sostatt verður eftirlønargjaldið 1. januar 2000 samanlagt 5,54 %. Fyri tímaløntar heima-/almanna- og heilsuhjálparar, ið arbeiða minni enn 15 tímar um vikuna í miðal um árið, verður ikki goldið eftirlønargjald. Arbeiðsgevarin rindar eftirlønargjaldið.

Upphæddin fer í eftirlønarskipan, sum partarnir gera serstaka semju um.

Fyri tey yvir 60 ár – ella sum vegna heilsu – ikki kunnu koma í eftirlønarskipanina, gera partarnir eina uppsparingarskipan ella líknandi.

  1. Innleiðingin til sáttmálan verður broytt til:

stk. 1. Sáttmálaøki og samráðingarrættur.
stk. 2. Sáttmálin fevnir um heimahjálparar og almanna- og heilsuhjálparar, har samráðingarpartarnir eru Fíggjarmálastýrið og Heimahjálparafelag Føroya.

  1. § 5, stk. 1 Verður broytt frá 1. januar 2000

Umframt sunnu- og halgidagar eru at rokna sum serstakir frídagar: Jólaaftan, páskaaftan, hvítusunnuaftan, flaggdagur, nýggjársaftan og ólavssøkudagur.

Grundlógardagur og ólavssøkuaftan aftaná kl. 12.00.

  1. § 9. Sjúka

Tá talan er um sjúku hjá heimahjálpara/almanna- og heilsuhjálpara verður víst til ásetingarnar í § 5 í Starvsmannalógini.

Viðmerking:

Fyri tey ið hava øðrvísi faktiskt tímatal enn setanarbrøkurin, verður løn undir sjúku ongantíð minni enn miðaltímatalið fyri 6 teir seinastu mánaðirnar.

Stk. 3. Heimahjálparar/almanna- og heilsuhjálparar hava rætt til frí við løn, tá barn/børn teirra eru sjúk, tó hægst 2 dagar hvørja ferð og í mesta lagi tilsamans 10 dagar árliga.

Hava tey meira enn 2 børn undir 10 ár, kunu tey fáa frí upp til 20 dagar.

  1. Endurgjald fyri klæðir

Telefonendurgjaldið verður strikað frá 1. juni 1999. Ístaðin verður endurgjaldið fyri klæðir hækkað tilsvarandi og er frá 1. juni 1999 kr. 1582. Hetta er galdandi bæði fyri fastlønt og tímalønt. Fyri tímalønt verður lagt afturat tímalønini 0,76 kr fyri klæðir.

  1. Orðingin í § 2 stk. 7, næstseinasta reglubrotið verður strikað.
  2. Sáttmálin.

Partarnir vilja í sáttmálaskeiðnum hyggja nærri at, um tað ber til at gera sáttmála, har miðað verður eftir:

  • betri skipaðum og greiðari viðurskiftum
  • einfaldari og liðiligari sáttmála

Harumframt skulu allar ótíðarhóskandi orðingar rættast til.

  1. Sáttmálaskeið.

Hesin sáttmáli er galdandi frá 1. juni 1999 og báðir partar kunnu siga hann upp við 3 mánaða freist, tó í fyrsta lagi til 1. juni 2001.

  1. Dagføring.

Sáttmálarnir verða dagførdir samsvarandi omanfyristandandi.

 

Á Argjum, 21. mai 1999.

Heimahjálparafelag                       Føroya Fíggjarmálastýrið

Dáma og deil:
Vís meira
Back to top button
Close