Semja 01.10.2010 – 01.10.2011
Semja millum Heilsuhjálparafelagi Føroya og Fíggjarmálaráðið
Sáttmálaskeið
Sáttmálin verður endurnýggjaður fyri tíðina frá 1. oktober í 2010 til 1. oktober í 2011. Semjan byggir á ein karm, sum er um leið 1%.
Eftirlønargjald
Tann 1. oktober í 2010 hækkar eftirlønargjaldið úr 12% uppí 13,25%.
Broytingar í sáttmálatekstinum:
- 4, stk. 8, 2 reglubrot skal leggjast afturat: Meirtímar er arbeiði ímillum setanarbrøk og fulla tíð,
- 2 í Álitisfólkaskipanini skal leggjast afturat : Álitisfólkið hevur skyldu at ansa eftir, at lógir, sáttmálar, fyriskipanir o.a., ið eru galdandi fyri arbeiðsplássið sum heild, verða yvirhildin, og skal virka fyri best møguligum samarbeiði limanna og leiðslunnar millum,
- Eitt nýtt stk. 1 til § 10 í álitisfólkaskipanini: Stk. 1. Um starvsfólk er valt í nevnd felagsins, skal tí verða givin heimild at fremja felagsarbeiði í vanligu arbeiðstíðini í givnum førum, t.d. undir sáttmálasliti, sáttmálasamráðingum og arbeiðsósemju.
- 6, stk. 3 skal broytast til: Uppsagnarfreistin hjá álitisfólkum verður longd við 3 mánaðum. Álitisfólk kunnu bara verða uppsøgd við haldgóðari grundgeving,
- at orðingarnar í sáttmálanum har tað stendur álitismannaskipan verður broytt til álitisfólkaskipan.
Dagføring
Sáttmáli og lønartalvur verða dagførdar eftir omanfyristandandi.
Argjum tann 24. februar í 2011
Heilsuhjálparafelag Føroya Fíggjarmálaráðið