Semja 01.10.2015 – 01.10.2017

Semja millum Kommunala Arbeiðsgevarafelagið og Heilsuhjálparafelag Føroya 2015 – 2017

Partarnir hava galdandi frá 1. oktober 2015 gjørt avtalu um nýggjan sáttmála, sum byggir á galdandi sáttmála millum Heilsuhjálparafelag Føroya og Fíggjarmálaráðið.

Sáttmálin er galdandi fyri tíðarskeiðið frá 1. oktober 2015 til 1. oktober 2017, og byggir á ein karm, sum er 2,25% fyrra árið og 1,9% seinna árið.

Partarnir hava gjørt semju um nýggjar lønartalvur og skalagongdir fyri ávikavist heima-/ heilsuhjálparar galdandi frá 1. oktober 2015. Sí hjálagdar lønartalvur.

Heimahjálparar ganga stigini 2 – 7
Heimahjálparar, sum hava staðið í minst 2 ár á stig 6 flyta á stig 7.

Heilsuhjálparar ganga stigini 7 – 11
Heilsuhjálparar varðveita sín upprunaliga starvsaldursdag og flyta í nýggju lønartalvuna soleiðis:

Heilsuhjálparar á stig 5 flyta á stig 7
Heilsuhjálparar á stig 6 flyta á stig 8
Heilsuhjálparar á stig 7 flyta á stig 9
Heilsuhjálparar á stig 8 flyta á stig 10
Heilsuhjálparar á stig 9 flyta á stig 11

Tann 1. oktober í 2016 hækkar mánaðarlønin við 1,9%.

  • 4, stk. 5 Umlagdir tímar: Viðbót 23,25 kr. um tíman
  • 4 stk. 6 Varningsgjald: 25,77 kr.
  • 5 Samsýning fyri ólagaliga arbeiðstíð

Broytt stk. 5. Tá ið heima-/heilsuhjálpari er til hjálpar í neyðsynd, eitt nú við sjúkrabili ella tyrlu, fær hann sum eyka samsýning kr. 750.

Fyri at gera lík í stand og leggja í kistu:

Frá kl.07.00 til 23.00 – 140 kr. hvørja ferð.
Frá kl.23.00 til 07.00 – 250 kr. hvørja ferð.

Fyrrverandi stk. 7 verður strikað.

Soleiðis, verður fyrrverandi stk. 8 til stk. 7 o.s.fr.

  • 6 Viðbøtur

Sett er inn nýtt stk. 5 um vandaviðbót, sum er soljóðandi:

Starvsfólk, sum arbeiða á stongdari deild, fáa eina vandaviðbót áljóðandi 700 kr. um mánaðin. Henda viðbót kann eisini latast, tá ein deild av trygdarávum verður stongd í meir enn ein mánað út í eitt. Gjaldið verður tá kr. 25,00 fyri hvørja planlagda vakt, ið er arbeidd við góðkenning deildarleiðarans. Hetta gjaldið verður bert latið til starvsfólk, sum ikki frammanundan fáa nevndu viðbót.

Hjá parttíðarsettum verður lønarbrotparturin niðurskrivaður í mun til arbeiðstíðina.

Serligar reglur eru fyri tímalønt starvsfólk, smb. § 20 um tímalønt arbeiði.

Nýggj § 7 Skeið

Tá starvsfólk søkir um at koma á eftirútbúgvingarskeið fyri at halda útbúgvingina við líka, skal umsóknin viðgerast við vælvild. Allar útreiðslur í hesum sambandi verða goldnar av arbeiðsgevaranum.

Stk. 2. Fyri skeið, sum leiðslan áleggur starvsfólkunum at luttaka á, verður hvør einstakur skeiðsdagur roknaður sum 1 vanligur arbeiðsdagur tó í mesta lagi 8 tímar. Um skeið liggur á degi, har starvsfólkið longu hevur arbeitt tímanormin, verður skeiðtíðin tald við í skyldugu arbeiðstíðina tó við hægst 4 eykatímum útyvir dagtímanormin. Um skeið liggur í vikuskifti ella á føstum frídegi eftir § 10, stk. 1 verður latin tímasamsýning fyri ólagaligu tíðina sambært § 10, stk. 2.

Skeiðtíðin verður harumframt tald við í skyldugu arbeiðstíðina tó við í mesta lagi 8 tímum hvønn skeiðdagin.

Stk. 3. Fyri skeið, sum liggja uttan fyri vanligu arbeiðstíðina, og sum eru ikki áløgd, kann stovnurin lata aðra frítíð tíma fyri tíma í staðin fyri tíðina, ið er nýtt til skeiðluttøku.

Stk. 4. Ferðing til skeið, sum liggja aðrastaðni enn vanliga arbeiðsstaðið (uttanbíggja og í útlondum), verður roknað í skeiðstíðina.

Stk. 5. Ásetingarnar í stk. 2 – 4 kunnu við avtalu millum starvsfólk og stovnin frávíkjast, men ger tílík avtala, at stovnurin verður stillaður verri arbeiðsliga ella kostnaðarliga skal Kommunala Arbeiðsgevarafelagið góðkenna hana.

Soleiðis, verður fyrrverandi grein 7 til grein 8 os.fr.

  • 8 Undirvísing

Sett er inn nýtt stk. 2, sum er soljóðandi: Goldin verður tímaløn 215,28 kr. umframt 12 % í frítíðarløn.

  • 11 Frítíðarløn

Greinin um frítíðarløn verður soljóðandi:

Fyri frítíð eru reglurnar í frítíðarlógini galdandi.

Parttíðarsett, sum arbeiða meira enn ásettu arbeiðstíðina fáa vanliga frítíðarløn fyri lønina, tey vinna fyri hetta meirarbeiði.

Starvsfólk fáa 12 % í feriuløn av øllum útgoldnum viðbótum og av úrtíðarløn í undanfarna innvinningarári.

Um heima-/heilsuhjálpari er óarbeiðsførur, tá ið frítíðin byrjar, verður frítíðin flutt.

Broytingin er galdandi frá 1. oktober 2016.

  • 12 Eftirløn

Fyri heima-/heilsuhjálparar, ið settir eru eftir sáttmála millum Heilsuhjálparafelag Føroya og

Kommunala Arbeiðsgevarafelagið, skal verða rindað eftirlønargjald 15% av løn sambært setanarbrøki og fyri meirtímar upp til fulla tíð (tó ikki fyri viðbøtur o.l.).

Arbeiðsgevarin rindar eftirlønargjaldið.

Skipanin við at eftirlønin er treytað av, at heima-/heilsuhjálpari hevur verið í starvi í minst 1 ár, og miðaltímatalið pr. viku er 15 tímar ella meira heldur fram til 1. januar 2017.

Stk.2

Fyri tímaløntar heima-/heilsuhjálparar, ið arbeiða færri enn 59 tímar um mánaðin, verður ikki goldið eftirlønargjald.

Stk.3

Heima-/heilsuhjálparar, sum eru føddir áðrenn 01.01.1954, avgera sjálvir um eftirlønargjaldið skal flytast í eina eftirlønarskipan ella útgjaldast teimum sum løn.

Sí hjálagt notat um eftirløn til heima-/heilsuhjálparar.

  • 14 Barnsferð

Heima-/heilsuhjálpari, ið er við barn, skal siga leiðsluni frá 3 mánaðir, áðrenn hon væntar at eiga.

Stk. 2. Gerst heima-/heilsuhjálpari óarbeiðsførur vegna viðgongu, hevur heima-/heilsuhjálpari rætt til fráveru við løn í upp til 8 vikur fyri mettan barnsburð og í 24 vikur tilsamans.

Frá 14. viku eftir barnsburð kunnu foreldrini býta rættin til fráveru við løn ímillum sín.

Stk. 3. Umframt tær í stk. 2 nevndu sømdir kann heima-/heilsuhjálpari fáa farloyvi alla barnsburðartíðina, tá ið hon við læknaváttan prógvar, at tað fyri fostur og/ella fyri hana sjálva stendst heilsuvandi av at vera í starvinum. Undir slíkum umstøðum verður veitt heima-/heilsuhjálpara fulla løn.

Stk. 4. Um heima-/heilsuhjálpari ættleiðir barn, hevur hesin rætt til fráveru við løn upp til 4 vikur áðrenn tey fáa barnið og í 24 vikur tilsamans.

Foreldrini kunnu býta rættin til fráveru við løn ímillum sín.

Rætturin til barsilsfarloyvi við løn er treytaður av, at ættleiðingarmyndugleikin frammanundan hevur avgjørt, at foreldrini, annað ella bæði, skulu verða heima í sambandi við, at tey fáa barnið.

Stk. 5. Heima-/heilsuhjálpari hevur rætt til farloyvi við ongari løn og uttan at missa starvsaldur soleiðis, at skeiðini tilsamans eru upp í 52 vikur eftir føðing.

  • 18 Uppsøgn

Broytt stk. 2. Ætlar arbeiðsgevari at siga starvsfólk úr starvi, skal ætlanarskriv um uppsøgn verða latið felagnum og starvsfólkinum til ummælis við minst 14 daga freist, um ikki eymir upplýsingar sambært § 27 í fyrisitingarlógini eru í tí (í tí føri fær Heilsuhjálparafelag Føroya samstundis fráboðan um, at ætlanarskriv er sent starvsfólkinum).Millum eymir upplýsingar sambært § 27 í fyrisitingarlógini eru – ættarslag, trúgv, húðarlitur, heilsuviðurskifti, misnýtsla av njótingarevnum, og annað um politisk, felagsskaplig, kynslig og revsiverd viðurskifti o.a.

Sí eisini hjáløgdu avtalur um:

Eitt gott og mennandi arbeiðsumhvørvi
Fráboðanarform og fráboðanarfreist undan arbeiðssteðgi

 

Tórshavn tann 14. oktober 2016

 

Heilsuhjálparafelag Føroya                                               Kommunala Arbeiðsgevarafelagið

Dáma og deil:
Vís meira
Back to top button
Close