Søga felagsins

Tann 26. mai 1979 varð stovnandi aðalfundur á Hotel Hafnia, 60 fólk møttu á hesum fundi. Valdar í fyrstu nevnd felagsins vóru:

Sólrun Christiansen, Skálavík, Turid Kjølbro, Klaksvík, Selma í Byrgi, Søldarfjørður, Evelyn Jensen, Tvøroyri og Sanna í Gerðinum, Vestmanna, eykalimir vóru: Turid Justinussen, Tórshavn og Thordis Nielsen, Tórshavn.

Sanna í Gerðinum, Vestmanna gjørdist fyrsta forkvinna í Heimahjálparafelag Føroya.

Tá Heimahjálparafelag Føroya varð sett á stovn, fekk felagið úr at gera. Ongi skipaði viðurskiftir vóru, ongin sáttmáli, ongi álitisfólk o.s.fr.

Á ársaðalfundi tann 25. apríl 1984 vóru fyrstu álitiskvinnurnar fyri heimahjálparar valdar. Tær vóru:

Paula Jespersen, Tvøroyri, Astrid Vestergaard, Sumba, Bernhardina Mikkelsen, Fuglafjørður, Fía á Rætt, Toftir, Magnhild á Toftini, Gøti, Selma í Byrgi, Søldarfjørður, Johanna Reinert, Tórshavn, Alma B. Johansson, Tórshavn, Lina Larsen, Tórshavn, Óluva Jensen, Skopun, og Sanna í Gerðinum, Vestmanna.

Av tí at felagið ikki hevði nøkur hølir, vóru flestu nevndarfundir hildnir á Hotell Hafnia, og varð avgjørt á nevndarfundi tann 5. juni 1986 at leiga hølir á Háskúlavegi 15 til skrivstovu. Avgjørt var somuleiðis, at skrivstovan skuldi vera opin ein seinnapart um vikuna frá kl. 14.00 – 18.00.

Í 1988 keypti felagið húsini í Fr. Petersensgøtu 7, Tórshavn, og var hetta ein stórur dagur fyri limirnar í felagnum, tó var skrivstovan bert opin ein dag um vikuna, og var hetta ikki broytt fyrr enn í 1996.

Húsini er væl egnað til skeiðvirksemi, móttøkur, gisting o.l.

Í dag er skrivstovan opin hvønn gerandisdag, og er felagið við í øllum arbeiði, ið hevur við bæði útbúgvingar og arbeiðsviðurskiftir hjá limum felagsins at gera. Eisini er starvsøkið hjá limum felagsins broytt frá at umfata Heimatænastuna, til eisini at umfata ellisheim, røktarheim og stuðulsfólkaskipanina.

Ígjøgnum tey fleiri enn 30 árini felagið hevur verði virkið, eru rættuliga stórar broytingar farnar fram innan arbeiðsøkini, lógarøki, útbúgvingar og førleika menning v.m.

Á aðalfundi felagsins tann 21. apríl 2001, varð navn felagsins broytt frá Heimahjálparafelag Føroya til Heilsuhjálparafelag Føroya.

Back to top button