Tíðindi

Upplegg til pallborðsfundin

Hjartaliga vælkomin øll somul, bæði tykur í salinum og tykur onnur, ið lýða á, kring landið.

Eg leggi fyri við einum lítlum uppleggi, til íblásturs fyri serliga politisku valevnini í panelinum og kring landið.

Hvat er tað fyri eldrarøkt kommunurnar ynskja?

Eg kundi valt, at tosa økið niður ella tosa økið upp. Men eg vil heldur velja at fyrihalda meg til fakta.  Lýsa avbjóðingar og geva politikarunum góð ráð, um hvussu ogur loysa avbjóðingarnar á eldraøkinum.

Einasti háttur, ogur fáa tykkum politikarar at skilja álvaran og at vilja betra um umstøðurnar, er um ogur eru nágreinilig og fyrihalda okkum til veruligu støðuna, sum hon er.

So kann eg hóskandi spyrja politisku umboðini, um hvat mann ætlar? Hvat er tað fyri eldrarøkt, ið ogur ynskja okkum, tá ogur sjálvi fáa tørv á røkt?

Og halda ogur, at røktin í dag er, sum ogur sjálvi ynskja at verða røktaði?

 Krav um størri fakligheit

Fyri umleið 20 árum síðani, vóru tað ófaklærd og heimasjúkrarøktarfrøðingar, ið mannaðu størvini innan heimarøktina.

Fólk komu inn av gøtuni, uttan nakra útbúgving ella royndir, og veittu ogra eldru borgarum persónliga røkt og reingerð, meðan heimasjúkrarøktarfrøðingar tóku sær av sjúkrarøktini.

Sum tíðin gekk, gjørdust fólk meira tilvitaði um tørvin hjá ogra eldru borgarum, og hvussu ogur best røkta tey á ein virðiligan og góðan hátt. Við hesi tilvitan, vaks tørvurin á útbúnum starvsfólki, at røkta ogra eldru borgarar.

Fakligheitin á røktarøkinum vaks, við tí, at krøvini, ið ogur seta til samfelagið gjørdust nøkur heilt onnur.

Ogur liva longri og hetta krevur ymiskar førleikar av røktarstarvsfólkunum,  Hetta setur krøv um, støðugt tvørfakligt samstarv millum heilsuhjálparar, hjálparfólk, heilsurøktarar og sjúkrarøktarfrøðingar.

Ogra eldru borgarar hava ein samansettan tørv, og tað er ikki nokk, einans at fáa persónliga røkt, mat og klæðir.

Mann tosar nógv um at leggja lív afturat árunum, men tíverri síggja ogur ofta, at búfólk sita í einum koyristóli og sova. Hetta tí at ongin hevur tíð at aktivera tey. Um eingin tíð er, at arbeiða rehabiliterandi, er vandin fyri, borgarin stagnerar og situr passivur og skal hava hjálp til alt.

Er tað hetta, ogur ynskja at bjóða okkara eldru, ið hava lagt lunnar undir ta samfelag, ogur njóta gott av?

Mangul uppá starvsfólk

Tíverri eru umstøðurnar soleiðis, at tað er trupult at manna størvini á eldraøkinum. Nógvu avbjóðingnarar á eldraøkinum,  eru ikki  serliga lokkandi. Tí søkja fólk onnur størv, har tey fáa betri sømdir, størv, ið passa til teirra væntanir.

Tað er ein sannroynd, at tað er starvsfólkatrot á eldraøkinum. Ogur hoyra javnan, at fólk koma beint inn av gøtuni, at arbeiða á eldraøkinum. Er tað soleiðis vit síggja framtíðar eldraøkið, har tað verður gingið uppá kompromis við fakligheitini?

Hvat kunnu vit gera?

Ogur kunnu byrja við normeringini. Normeringin á teimum ymisku heimunum, svarar í nógvum førum ikki til tyngdina av røktini. Visitatiónin er uppgávu- og minutt stýrd, og tað er ikki javnvág millum krøv og ressursir.

Normeringin skal fylgja arbeiðsbyrðini  og tí má tað verða hugt eftir røktartyngdini.

Hetta arbeiði kunnu ogur gera í felag, um fakfeløg, politikarar og leiðslur tosa saman, og útfrá hesum, kann politiski myndugleikin veita neyðugu játtanina.

Tí í løtuni er játtanin ikki nøktandi. Menniskjan livir ikki av breyði eina. Okkara gomlu hava tørv á meiri enn persónligari røkt.

Tað er ikki tíð til umsorganar uppgávurnar,  ið geva okkara borgarum innihald í gerandisdegnum, sum t.d at ganga ein túr, halda í hond ella gera eitthvørt saman.

Hetta hevur eisini avleiðingar fyri starvsfólkini, ið síggja at borgarin hevur tørv, ið tey ikki hava tíð at nøkta. Tað viðførir, at starvsfólk kenna seg strongd, tá tey fara heim við kensluni, at tey ikki náddu tað tey høvdu sett sær fyri.

Avleiðingin er so aftur, at tað gerst trupult at fasthalda starvsfólkunum. Tey finna sær kanska onnur størv og nøkur gevast av strongd.

Tí spyrji eg politisku valevnini: “Hvat vilja tykur gera, fyri at tiltrekkja fleiri starvsfólk í eldrarøktina og fasthalda hesi”?

Rætturin at arbeiða fulla tíð

Meðan starvsfólkatrotið er methøgt, er nærum ómøguligt hjá einum røktarstarvsfólki at arbeiða fulla tíð. Hetta er ein óskiljandi andsøgn, ið als onga meining gevur, og sum ger, at hesi lágløntu arbeiðsplássini gerast enn lægri lønt, og sostatt minni áhugaverd.

Arbeiðir ein fulla tíð, økir tað um samanhangin og dygdina í røktini.

Tá vit hyggja eftir starvslýsingum, verður nærum ongantíð søkt eftir fólki á fulla tíð, og her er avgjørt nakað, ið bæði kommunur og leiðslur kunnu gera nakað við.

Ogur mæla til, at størv verða lýst sum fulltíðarstørv, men at mann samstundis hyggur eftir tyngdini í røktini, so at starvsfólk megna eina fulla arbeiðsviku. Um normeringin er í lagið, lætnar arbeiðsbyrðan.

Ein heilt konkretur trupulleiki er, at tað er snøgt sagt ómøguligt at koma uppá fulla arbeiðsviku á nógvum stovnum, tí summar vaktir eru styttar niður í 6 og 7 tímar ella styttri.

Tað ger tað snøgt sagt ómøguligt at arbeiða fulla tíð, uttan so, at ein arbeiðir allar 30 dagarnar í mánaðinum. Hvør kann halda til tað? Og um onkur helt til tað, var tað samstundis sáttmálabrot.

Røktarøkið er í stóran mun mannað við heilsuhjálparum, sjúkrarøktarfrøðingum, heilsurøktarum og hjálparfólkum og er stórur meiriluti, kvinnur. Tí gerst niðurskorna arbeiðsvikan, eisini eitt bakkast fyri javnstøðuna.

Kvinnur liva longri enn menn og tá er tað hugstoytt, at tær kvinnur, ið arbeiða á økinum, sita á ellisárum við einari lægri eftirlønaruppsparing. Hetta  fær eisini fólk at frávelja eldraøkið.

Tí spyrji eg tykkum, hvat ætla tit at gera, fyri at tryggja umstøðurnar, soleiðis, at røktarstarvsfólk kunnu velja at arbeiða fulla tíð.

Hvussu framtíðartryggja vit økið

Eldraøkið hevur verið niðurraðfest í áravís og hevur verið ein kastibløka millum land og kommunu. Hetta má broytast, um tað skal gerast lokkandi fyri ung fólk at velja sína yrkisleið á økinum.

Miðalaldurin hjá starvsfólkum hækkar alsamt, og sambært hagtølum hjá Heilsuhjálparafelagnum, var miðalaldurin 47 ár í februar 2019, men í juni 2020, var miðalaldurin 50 ár. Avleiðingin er, at tey komandi árini, fara fleiri heilsuhjálparar frá fyri aldur, meðan færri og færri leggjast til í røktini. Her má broyting koma í.

Ogur mugu seta øll segl til, fyri at fáa fleiri heilsuhjálparar og heilsurøktarar til eldraøkið, fyri at kunna veita okkara eldru, ein tryggan og støðufastan gerandisdag, ið ikki er merktur av nógvari útskifting.

Ogra hagtøl seinastu fimm árini, vísa at meðan 48 nýggir limir eru skrásettir, ið hava tikið útbúgving í Føroyum, so eru 20 limir í felagnum, ið sama tíðarskeið hava valt at flyta uttanlands at taka útbúgvingina í Danmark, har lesandi fáa løn undir lestri.

Tað er eingin ivi um, at løn undir útbúgving hevði fingið munandi fleiri av okkara dugnaligu hjálparfólkum, at taka heilsuhjálparaútbúgving, tí fíggjarligu korini hjá teimum, gjørdu tað møguligt.

Tá ogur tosa um kvalitetsrøkt, er hetta rættiliga tengt at, at fólk hava útbúgving, so her hava kommunurnar ein stóran trupulleika, sum ogur vóna, at komandi kommunupolitikarar fara at arbeiða við.

Livialdurin hækkar alsamt og tað merkir samstundis, at jú longri fólk liva, fleiri sjúkur kunnu tey fáa. Okkum tørvar tí fleiri sjúkrarøktarfrøðingar í eldrarøktini, tí at fleiri og fleiri torskildar uppgávur, verða lagdar út til eldraøkið. Sjúklingar verða eisini útskrivaðir av Landssjúkrahúsinum nógv fyrr í dag.

Og her til seinast, nú Covid-19 kreppan hevur rakt bæði okkara land og allan heimin, eru tað hesir fakbólkar, ið standa í frontlinjuni og eru krumtappurin í okkara samfelag. Nú eru hesi starvsfólk hetjur, og er tí mín spurningur, nær rætta virðið kemur at síggjast aftur í løn og arbeiðsumstøðum hjá hesum fakbólkum?

Takk fyri!

Mary Antonsdóttir, forkvinna

Dáma og deil:
Vís meira

Líknandi

Back to top button