LimatilfarTíðindi

0,7 avleiðingin

Við 0,7 arbeiðsbrøki er vandin fyri at borgarin fær: einsemi,  demenstekin, vøddasvinn, keðsemi, tunglyndi ella hjálparloysi. Tí velja vit heldur 1,0.

EINSEMI: Við at arbeiða fulla tíð, fyribyrgja starvsfólk einsemið hjá borgaranum, í og við, at starvsfólk fáa stundir til annað enn ta basalu røktina
DEMENSTEKIN: Við at arbeiða fulla tíð, kunnu starvsfólk veita borgaranum ein innihaldsríkan gerandisdag við rørslu og sosialum aktiviteti, sum kann vera við til at útseta demenstekin hjá borgaranum, og har er tíðin ein avgerandi faktorur.
VØDDASVINN: Við at arbeiða fulla tíð, har borgarin verður aktiveraður, er hetta við til at fyribyrgja, at borgarin fær vøddasvinn og gerst dupultbrúkari.
TUNGLYNDI: Við at arbeiða fulla tíð, er tíð til nærveru, ið kann hjálpa ella fyribyrgja tunglyndi. At hava tíð til at sita saman og práta, halda í hond, ganga túr, er balsam fyri sálina og økir um lívsgóðskuna.
KEÐSEMI: Við at arbeiða fulla tíð, slepst undan keðsemi, ið er ein fylgja av, at starvsfólk ikki hava nóg nógva tíð til borgaran og at orkan hjá borgaranum at gera nakað sjálvur er minkaður ella ikki tilstaðar. Tíð og aftur tíð, má setast av, til at geva borgaranum meiri innihald á ellisárum.
HJÁLPARLOYSI: Við at arbeiða fulla tíð, minkar kenslan av hjálparloysi hjá borgaranum. Tá tíð er til at gera okkurt saman, har borgarin kennir seg virðismettan og at tað er brúk fyri honum, kennir hann seg ikki sum eina byrðu, men sum ein ið kann geva okkurt frá sær. Tørvurin at hoyra til og at gera okkurt meiningsfult, er heilt grundleggjandi. 
Dáma og deil:
Vís meira

Líknandi

Back to top button
Close