Tíðindi
Sáttmálakrøvini eru handað
Heilsuhjálparafelag Føroya og Kommunala Arbeiðsgevarafelagið handaðu í dag hvør øðrum sáttmálakrøvini til sáttmálasamráðingarnar í heyst.
Sáttmálin hjá Heilsuhjálparafelag Føroya fór úr gildi 1. oktober og í dag byrjaðu partarnir samráðingarnar um ein nýggjan sáttmála.
Fyrsti fundurin varð hildin í Heilsuhjálparafelag Føroya, og avtalaðu partarnir, at hittast aftur mikudagin 6.desember. Fyri Kommunala Arbeiðsgevarafelagið samráðast Anita Fuglø og Marin á Brúnni. À fyrsta fundinum var eisini Brandur Sandá næstformaður í KAF. Samráðingartoymið hjá Heilsuhjálparafelag Føroya er mannað av formanni og tveimum nevndarlimum.
Fleiri myndir eru niðanfyri.
Heilsuhjálparafelag Føroya