Tíðindi

Heilsuhjálparafelag Føroya, setir politisku valevnunum stevnu

Í gjárkvøldið hitti Heilsuhjálparafelag Føroya, umboð fyri Miðflokkin, Sambandsflokkin, Framsókn, Javnaðarflokkin og Framtakið.
Nakrir av flokkunum hava tikið evnir úr okkara ynskjum við í teirra valskrá, og fegnast vit um tað. Tó er langt frá at hava tikið ynskini við í eina valskrá, til at ynskini koma at gerast veruleiki, og tað eru vit væl vitandi um.
Hetta kvøldið eydnaðist somuleiðis væl, og fingu vit eitt sera jaligt kjak við tey, ið luttóku vegna flokkarnar, og vóru vit øll samd um, at ein hægri raðfesting skal gerast á umsorganarøkinum.
Eftir er nú at tryggja, at tey lyftir, ið flokkarnir geva nú í valstríðnum, halda eisini eftir valið, og koma vit somuleiðis at fylgja hesum upp.
Vit takka øllum, ið tóku sær stundir at møta okkum á hendan hátt, og ynskja øllum góða eydnu við valinum.

 

Dáma og deil:
Vís meira

Líknandi

Back to top button