Tíðindi

Heitar hendur og eingin heili

Góðu politikarar, vit eru ikki bert tvær heitar hendur og eingin heili.

Hugsið tykkum tí um, hvussu tit umrøða okkum!

Orð skapa veruleikar, tað er vert at leggja sær í geyma!

Halda tit fast í, at umrøða heilsustarvsfólk sum tvær heitar hendur, altso praktiska partin av okkara arbeiði, so tiga tit burtur vitanargrundarlagið – hetta at veita rætta umsorgan.

Tá tit nýta hugtakið heitar hendur, fasthalda tit retorikkinum, at røktarstarvsfólk eru tvær heitar hendur og eingin heili.

Heitar hendur avspegla onga fakligheit. Hetta sendir eitt skeivt tekin um, at umsorganararbeiðið er javnsett við ólønt arbeiði.

Fyri at veita umsorgan, krevst empati og fakligheit.

Dáma og deil:
Vís meira

Líknandi

Back to top button