Tíðindi

Skrivari til Heilsuhjálparafelag Føroya

Heilsuhjálparafelag Føroya søkir eftir skrivara frá 1. oktober 2023 ella skjótast gjørligt.

Heilsuhjálparafelagið er í vøkstri, og er við sínum 800 limum millum størstu fakfeløgini í landinum. Skrivarin er høgra hond hjá forfólkinum og virkin í arbeiðinum at menna felagið og tryggja limunum skjóta og dygga tænastu.

Starvið sum skrivari er fjøltáttað og fevnir um bæði umsitingarligar, umboðandi og fyriskipandi uppgávur. Gerandisdagurin er tí merktur av fjølbroyttum virksemi, har evnini at umstilla seg skjótt og megna at hava fleiri bóltar í luftini í senn eru avgerandi. Afturfyri bjóða vit eitt spennandi, sjálvstøðugt og mennandi starv, sum tú sjálv/ur kanst verða við til at mynda í einum góðum og hugnaligum arbeiðsumhvørvi.

Arbeiðið fevnir m.a. um:

  • At fyrireika fundir og tiltøk, herundir framleiða tilfar, fyrireika mál, skjalfesta avgerðir og fylgja upp
  • Ráðgeva limum um løn, sáttmálaspurningar og starvsfólkaviðurskifti, málsviðgera og røkja mál í talgildu journalskipanini
  • Umsita heimasíðuna, limaskipanina og hava roknaskapin og fíggjarstýringina um hendi
  • Vera skrivari hjá forfólkinum og nevndini annars

Førleikakrøv

Vit ynskja okkum ein felagsskrivara við lívsroyndum, sum er virkisfús/ur, hevur yvirlit og dugir at leggja til rættis, er áhugað/ur og hevur innlit  í føroyskum samfelagsviðurskiftum, brennir fyri fakfelagsspurningum og annars hevur sum mest av hesum førleikum:

  • Skrivstovuútbúgving við viðkomandi eftirútbúgving ella aðra viðkomandi miðallanga útbúgving innan fyrisiting
  • Hollar royndir við umsitingarligum arbeiði og dugir at arbeiða sjálvstøðugt og miðvíst
  • Innlit í og kunnleika til starvsfólka- og fyrisitingarrætt
  • Góð samstarvsevni, og dugir væl at samskifta á føroyskum, donskum og enskum
  • Førleika at brúka talgildar skipanir innan journal, limaskráir og fíggjarstýring

 

Løn og setan

Talan er um fastlønt fulltíðarstarv. Lønin er sambært avvarðandi sáttmála.

Felagið er í støðugari menning, tí skal tann, ið settur verður, tola broytingar í starvinum.

 

Umsóknir

Prógv og lívrensl (cv) skulu sendast saman við umsókn til Heilsuhjálparafelag Føroya: mary@hhff.fo í seinasta lagi  4. september kl 12.00

Upplýsingar um Heilsuhjálparafelag Føroya er at finna á heimasíðu felagsins www.hhff.fo

Nærri fæst at vita um starvið við at venda sær til Mary Antonsdóttir, forkvinnu á tlf. 788725

Dáma og deil:
Vís meira

Líknandi

Back to top button