Tíðindi

Røða í samband við 45 ára dagin hjá Heilsuhjálparafelag Føroya

Eg skal bjóða tykkum øllum, at vera hjartaliga vælkomin, til hesa hátíðarløtuna, nú Heilsuhjálparafelagið fyllir 45 ár. Hetta eru 45 ár við sera stórum broytingum í samfelagnum, og í tí leikluti, sum okkara limir hava í tí.

Felagið varð stovnað 26.mai 1979. Tá vóru arbeiðs- og útbúgvingarviðurskiftini hjá okkara limum heilt øðrvísi enn í dag.

Hesi árini hava starvsfólkini flutt seg frá heimahjálpara til heilsuhjálpara, og hevur hetta hevur við til at lyfta eldraøkið upp á eitt hægri støði.

Tá heilsuhjálparaútbúgvingin varð sett á stovn í mai 2001, hevði felagið arbeitt fyri at fáa útbúgvingina til Føroyar í 5 ár, so ja tað tekur tíð, men er mann nóg treiskur, ber á mál.

Tá útbúgvingin byrjaði í 2001, vóru fyrstu næmingarnir royndir heimahjálparar, ið tóku uppskúling til heilsuhjálpara. Hesar fingu løn undir útbúgvingini, og tí var tað møguligt at fara til Suðuroyar í skúla. Flokkarnir vóru fullir av næmingum og kom tað meir enn so fyri, at onkur dama norðanfjørðs fann ein maka har suðuri og setti búgv har.

Nú Heilsuskúlin hevur 23 ár á baki, er støðan tíverri tann, at tað er trupult at manna heilsuhjálparaflokkarnar. Ein orsøk er, at nógv av teimum, ið skulu til Suðuroyar í skúla, hava sett búgv og tí kunnu tey ikki bara fara suður.

Vit hava prógvað, at við at geva næmingunum løn, tá teir fóru til uppskúling, settist ongin aftur orsakað av manglandi inntøku, men heldur vóru allir flokkarnir fullsettir.

Fyri okkum er einki at ivast í, at einasta loysn fyri, at fylla flokkarnar er við at geva teimum løn, tá tey fara í skúla.

Mann kann altíð byrja í smáum og síðani byggja uppá. Nú fleiri eru farin at taka útbúgving sum førleikamett, hevði verið laga manni at geva hesum fólkunum løn.

Nú felagið fyllur 45 ár, kann mann hóskandi spyrja, hvussu nógv er eftir at arbeiða fyri? Men vit eru langt frá komin á mál, og felagið er tí júst líka neyðugt, sum tað var fyri 45 árum síðan.

Síðan eg tók við, sum forkvinna í felagnum, hava vit arbeitt fyri at fáa viðurskiftini hjá okkara limum so skipað sum gjørligt.

Vit eru í dag eitt sjónligt og virki felag, ið støðugt arbeiða fyri at betra um viðurskiftini við løn, arbeiðsumstøðum og útbúgving hjá limunum. Bæði útbúnu limirnir og øll hjálparfólkini, røkja sera ábyrgdarfull størv. Tað er okkara mál, at virðing og løn fylgir hesi ábyrgd.

Vit halda, vit hava sett Heilsuhjálparafelagið á Føroyakortið, so eingin er í iva um, hvørji vit eru.

Og vit kunnu vissa okkara politikarar um, at vit fara at vera líka so irriterandi, insisterandi og áhaldandi í framtíðini. Vit hava ikki bert fylgt samfelagsgongdini, men hava verið við til at sett kósina í samfelagnum eisini.

Á tí fyrisitingarliga økinum, hava vit ment okkum nógv og hava allar tær skipanir, ið eitt professionelt fakfelag skal hava. Alt frá limaportali, limagreiðslu, heimasíðu, journalskipan osfr.

Ikki kann sigast annað enn, at nógv er hent hesi 45 árini.

Eg vil ynskja øllum limunum til lukku við felagnum. Uttan tykkum var einki felag. Takk fyri tykkara stríð har úti. Tit eru viðvirkandi til, at vit onnur kunnu møta til arbeiðis, vælvitandi um at okkara gomlu fáa røkt og umsorgan, ið hava tað fyri neyðini.

Sama er galdandi fyri verkafólk ið nú eru tvungin út í eitt verkfall, fyri at fáa betri sømdir. Vit síggja nú avleiðingarnar, hvussu lamið samfelagið er longu nú. Uttan øll hesi fólkini, mala samfelagshjólini ikki runt.

Tað er mín vón, at til 50 ára føðingardagin, kunnu vit øll siga, at eldraøkið er endurskoðað, eldralógin dagførd og arbeiðsumstøðurnar munandi broyttar. Fyri at hetta skal lata seg gera, má samstarv til við okkum, eldrasamstørvini og politiska myndugleikan.

Eg vil eisini takka øllum okkara samstarvsfeløgum fyri gott samstarv.

At enda vil eg takka nevnd og umsiting fyri tykkara jaliga hugburð og stuðul, so vit hava kunnað sett í verk, viðurskiftir, ið føra felagið enn longur fram á leið.

Takk fyri øll somul

Mary Antonsdóttir, forkvinna

 

 

Dáma og deil:
Vís meira

Líknandi

Back to top button