Tíðindi

Spennandi temadagur um sálarliga arbeiðsumhvørvið, var mikudagin 25. sept. á Heilsuhjálparafelagnum við Erling Fles sálarfrøðingi.

Temadagur

Spennandi temadagur um sálarliga arbeiðsumhvørvið, var mikudagin 25. sept. á Heilsuhjálparafelagnum við Erling Fles sálarfrøðingi.

Temadagurin var fyri limir felagsins.

Sálarligt arbeiðsumhvørvi er eitt samspæl millum sálarlig og sosial viðurskiftir, á arbeiðsplássinum og tí einstaka starvsfólkinum.

Tað kann t.d vera:

  • Innihaldið í starvinum og tey sálarligu krøvini í arbeiðinum, krav til arbeiðsmongd og til uppmerksemi og koncentratión/hugsavning, krav um at handfara og viðgera kenslur og krøv, sum eru óklár ella mótsigandi.
  • Tann mátin arbeiðið er lagt til rættis. Er møguleiki fyri ávirkan á arbeiðið?
  • Samstarvið og relatiónir til starvsfelagar og leiðslu, millum annað møguleikar fyri stuðli í arbeiðinum.
  • Relatión til samstarvsfelagar, borgarar, viðskiftafólk • Arbeiðstíð og møguleikar fyri arbeiðssteðgi • Fysiskar rammur, sum hava týdning fyri møguleikan at hugsavna seg, samskifta og greiða úr hondum arbeiðsuppgávur.

Eitt gott sálarligt arbeiðsumhvørvið er:

  • Ein góð javnvág millum krøv og ressursir • Felags fatan av uppgávum, sum leiðsla og starvsfólk skulu loysa og samstarva um.
  • At arbeiðið gevur meining
  • Ávirkan og hugbinding/engagement í arbeiðinum • Stuðul og viðurkenning frá leiðslu og starvsfólkum • Ein trygt og gott samskifti, har starvsfólk hava loyvi at vera atfinningarsom, koma við uppskotum, og tosa opið um avbjóðingar, uttan at verða bangin fyri at blíva revsaði ella eyðmýkt.

 

Heilsuhjálparafelag Føroya

 

 

Dáma og deil:
Vís meira

Líknandi

Back to top button