
Aðalfundurin 2024
Heilsuhjálparafelag Føroya, hevði aðalfund 16. mars 2024.
æl av fólki møtti til aðalfundin og til veitsluna aftaná.
Ragna Vilhelmsdóttir og Svenn Martinsson stóðu fyri vali til nevndina, og tá freistin at stilla upp var farin, var einki annað uppskot komið inn. Hetta merkir, at tey eru afturvald uttan atkvøðugreiðslu.
Á aðalfundinum varð spurt um loyvi, at velja tiltaksfólk til nevndina, tí einki uppskot varð komið inn, hetta játtaði aðalfundurin. Tvey uppskot vóru til tiltaksfólk, og vóru tað Ann Mari Jensen, og Marjun Jensen, ið báðar vóru valdar uttan atkvøðugreiðslu.
Í ár komu uppskot til aðalfundin um, at broyta limagjaldið, og var stórur meiriluti fyri uppskotinum frá nevndini, ið var samtykt við stórum meiriluta.
Hetta merkir, at nú er limagjaldið 2,2% av A-inntøkuni, men við einum lofti á 500 kr.