
Vit heita á allar okkara limir um at skráseta sínar lønarupplýsingar, so sum p-tal og kontonummar á limaportalinum.
Hetta er í sambandi við tær útmeldingar, ið eru komnar frá ávísum kommunum, myndugleikum og politikarum um lønarútgjaldingar, tá ósemjur eru á arbeiðsmarknaðinum.
Her á heimasíðuni ber til at innrita seg á limaportalin – trýst á her.
Niðanfyri er eisini vegleiðing íð vísir, hvussu ein skrásetur lønar upplýsingar.
Ivast tit kunnu tit biðja tykkara álitisfólk um at hjálpa tykkum við skrásetingini.
Vinarligast
Heilsuhjálparafelag Føroya
Mary Antonsdóttir, forkvinna.