Tíðindi

Álitisfólkaskeið

Álitisfólkaskeið var í húsum felagsins 11. okt.

Dánjal Egilstoft frá Gjaldstovuni, hevði eina framløgu um appina “My plan”, ið er ein talgild arbeiðsætlan.

Okkara vón er, at øll eldrasamstørvini taka hesi í nýtslu, sum er eitt hent amboð hjá bæði leiðslu og starvsfólkum.

Àlitisfólkaval hevur júst verið og vórðu fleiri nýggj álitisfólk vald og hesum ynskja vit vælkomnum í okkara hóp, samstundis sum vit vilja takka teimum, ið ikki valdu at stilla upp aftur, fyri teirra arbeiði.

Hans Trygvi Teirin adv. undirvísti um grundleggjandi starvsfólka- og arbeiðsrætt.

Heilsuhjálparafelag Føroya

 

 

Dáma og deil:
Vís meira

Líknandi

Back to top button