
Tíðindi
Álitisfólkaskeið á Heilsuhjálparafelagnum
Dagurin byrjaði við at Anna Andresen, sálarfrøðingur hjá Arbeiðs- og Brunaeftirlitinum, greiddi frá um arbeiðsplássmetingar.
Eftir at sálarliga arbeiðsumhvørvið, er komið í føroyska lóggávu í august, taka vit tað eitt stig víðari, og fara í holt við arbeiðsplássmetingar.
Álitisfólkini sluppu at svara spurningunum á eftirkanningarlistanum, so tey hava møguleika at leggja øðrum lag á seinni, tá fari verður undir hetta arbeiði.
Heilsuhjálparafelagið og Lærarafelagið eru farin í holt við arbeiðsplássmetingar.
Endamálið hjá okkum er at fáa APM í føroyska lóggávu, júst sum í Danmark.
Fyrst í komandi ári, fara vit at gera nøkur pilotprojekt á eldraøkinum og skúlaøkinum. Fyri eldraøkið, verður pilotprojektið í Bú- og Heimatænastuni í Suðuroy.
Jógvan Fríðriksson, bispur, ríkaði okkum dagin, við at hugleiða um etiskt samskifti. Hann er bæði vísur, djúpur og hevur góðan humor.
Forkvinnan greiddi frá kravhandanini í samband við sáttmálasamráðingarnar, sum var í gjár.
Aftaná jóladøgurðan, var fari undir at fáa jólagávurnar til øll økini í Føroyum, har okkara limir arbeiða.
Í morgin gongur leiðin til Suðuroyar, har vit fara at hava temadag í SALT, har evnið er sálarliga arbeiðsumhvørvið.
Takk fyri dagin, góðu álitisfólk 
Heilsuhjálparafelag Føroya




