Tíðindi

Álitisfólkaskeið í hølunum hjá Heilsuhjálparafelag Føroya tann 15. februar.

Á álitisfólkaskeiðinum undirvísti Theodor Eli Dam, prestur í evninum etikkur í verki. Undirvísingin var rættiliga viðkomandi og góð og var beint inn í støðuna, ið vit sum menniskjur eru í til dagligt og ikki minst støðuna hjá álitisfólkunum.

Álitisfólkini vóru síðani býtt upp í bólkar, har tey skuldu viðgera hesar spurningar:

  • Hvussu kann etikkur koma á dagsskránna á tykkara arbeiðsplássi?
  • Hava tit brúk fyri einum virðisgrundarlagið á arbeiðsplássinum?
  • Kann etikkur fáa truplari kor í trongum tíðum? T.d. í samband við menning og starvsfólkarøkt?
  • Arbeiðið, familjan, samfelagið – týdningur, uppgávur og relatiónir
  • Neyðugar broytingar – hvussu klára vit umstilling?
  • Trygd og verja – (skal eg taka onnur fram um meg og míni nærmastu? Eri eg sum álitisfólk moralskt bundin at hugsa meira um hini enn um meg sjálvan)?
  • Ábyrgd – fyri okkara medmenniskjum ella okkum sjálvum. Hvør er týdningarmiklari?
  • Hvussu handfara vit sum álitisfólk, at eitt starvsfólk hevur fingið ætlanarskriv um uppsøgn út frá etiskum leiðreglum?
  • Kann munur her gerast millum pliktetikk og nyttuetikk?

Aftaná bólkaarbeiðið var lívligt kjak um spurningarnar, og vóru nógv góð ting uppi og vendu.

Kl. 14.00 hevði Durita S. Djurhuus advokatur framløgu um ymisk viðurskiftir í sáttmálanum, og varð høvi at seta spurningar um ymiskar tulkingar í sáttmálanum.

Dagurin endaði kl. 16.

Dáma og deil:
Vís meira

Líknandi

Back to top button