Tíðindi

Álitisfólkaskeið var 8. juni 2022 í húsum felagsins.

Tað sálarliga arbeiðsumhvørvið var á breddanum, ið sálarfrøðingurin Anna A. Andresen hjá Arbeiðs- og brunaeftirlitinum hevði eina áhugaverda framløgu um.

Møguleiki var at seta spurningar og nýttu álitisfólkini høvið til tess.

Síðani varð partur av sáttmálanum gjøgnumgingin og kannað bleiv á fundinum, um sáttmálin verður hildin, viðvíkjandi longd av vaktum.

Øll álitisfólk skulu hava tiltakslimir, og har einki tiltaksumboð er, skulu hesi veljast.

Álitisfólkahandbókin varð eisini dagførd.

Heilsuhjálparafelag Føroya

Vís meira

Líknandi

Back to top button