Tíðindi

Almannaverkið afturheldur løn hjá okkara limunum.

Heilsuhjálparafelag Føroya mótmælir at Almannaverkið afturheldur meirtímar hjá limunum.

Vit kunnu ikki góðtaka at Almannaverkið loyvir sær at afturhalda peningi sum okkara limir eiga. Skjótt eru vit í desembur og er hann dýrasti mánaði av árinum.

Hetta er at afturhalda ein part av lønini hjá okkara limum.

Aftaná at felagið hevði fund tann, 21. novembur við Almannaverkið, Almannaráðið og landsstýriskvinnuna í Almannamálum Anniku Olsen um støðuna hjá limunum viðvíkjandi niðursetta arbeiðstíð hjá limunum, skelkaðar tað felagið at Almannaverkið dagin eftir fundin, boðar limunum í Heilsuhjálparafelagnum frá, at tey ikki fáa meirtímar útgoldnar íð tey hava arbeitt sær upp.

Vit kunnu ikki góðtaka, at okkara limir eru offur fyri, at Almannaverkið ikki megnar at halda játtanina.

Heilsuhjálparafelag Føroya

Dáma og deil:
Vís meira

Líknandi

Back to top button