
Ársaðalfundur 17. apríl 2021 kl. 15.00
Hervið verður boðað til ársaðalfund á Hotel Føroyum leygardagin 17. apríl 2021, kl 15.00
Kaffi/te og køka verður at fáa frá kl 14.30
Skráin til ársaðalfundin er hendan:
- Frásøgn um virki felagsins í farna ári.
- Grannskoðaður roknskapur leggjast fram til góðkenningar.
- Val av nevndarlimum og tveimum tiltakslimum.
- Ásetan av limagjaldi.
- Ásetan av løn til formann, og samsýning til nevndarlimir.
- Møguligar lógarbroytingar.
- Møgulig uppskot frá limum og nevnd.
- Val av grannskoðara
- Ymiskt
Heðin Mortensen, borgarstjóri í Tórshavnar kommunu og formaður í Kommunufelag Føroya, greiðir frá visiónini hjá Kommunufelagnum, á eldraøkinum.
Umboð frá Betri Pensión, greiðir frá tryggingar- og pensiónsavtaluni við felagið.
Uppskot til aðalfundin, skulu verða nevndini í hendi, í seinasta lagi 31. mars kl 12.00
Ferðaendurgjald verður goldið, til tey ið koma av bygd.
Tíðarætlanin til ársaðalfundin:
Kl.14.30 Kaffi/te og køka, stendur á buffet
Kl.15.00 Fundur byrjar
Kl 16.15 Steðgur við smoothies og múslibarr Kl 17.00 Fundur endar
Kl 17.00 Skemt við Jákup Veyhe
Kl 18.00 Steðgur við brúsandi víni í lobby
Kl 18.30 Forrættur- Rimmaður toskur, grønertnakrem, rossabønir, tomat
Høvuðsrættur- Krúnkjørtur, eplatoppar, leykakrem, várleykur, villinisós
Dessert- Lavakøka, berjacoulis, jarðber, vaniljuísur Sodavatn, vatn og vín adlibitum til borðhaldið
Kaffi og te afturvið dessertini
Kl 20.00 Tónleikur við Sámal Ravnsfjall og Jóan Jakku Guttesen
Orsakað av almennu tilmælunum, er neyðugt at tilmelda seg skjótast gjørligt og í seinasta lagi mánadagin 12. apríl kl 12. Tilmelding er umvegis teldupost: hhff@hhff.fo ella á tlf. 317725 og eisini umvegis álitisfólkini.
Í samband við aðalfundin, kunnu limirnir bíleggja sær kamar á Hotel Føroyum til serprís leygardagin 17 apríl.
Einkult kamar við morgunmati kr. 700,-
Dupultkamar við morgunmati kr. 800,-
Íroknað morgunmat.
Bíleggjast kann við at seta seg í samband við Hotel Føroyar á tlf. 317500 ella á hf@hotelforoyar.fo. Limirnir skulu viðmerkja dato og at teir skulu á aðalfund fyri at fáa hendan serprís.
Møtið fjølment!
Vegna nevndina í Heilsuhjálparafelag Føroya
Mary Antonsdóttir, forkvinna.